Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein maður var í Føroya rætti í dag frídømdur fyri at hava nýtt bensinkortið hjá arbeiðsgevaranum, eftir at hann var uppsagdur úr fyritøkuni. FÓTFEILUR FRÁ ÁKÆRUVALDINUM FRÍDØMDI MANNIN RÆTTARMÁL Danjal av Rana Maðurin var í septembur 2013 uppsagdur úr starvi sín­um, og fekk tá boð um at avlevera allar lutir, sum hoyrdu arbeiðsplássinum til. Hetta gjørdi hann, men gloymdi at avlevera bensin­ kortið til bilin, hann nýtti, sum lá í buksulummanum. Tá maðurin var upp­ sagd­ur, hevði hann góðar 12.000 krónur til góðar í løn hjá arbeiðsgevaranum, men tað skuldi vísa seg at vera sera striltið, at fáa írest­andi lønina útgoldna. Arbeiðs­ gevarin vildi vera við, at mað­urin ikki hevði handað eina telefon inn aftur, og tí vildi arbeiðsgevarin ikki rinda honum lønina. Tað stóð púra fast millum partarnar og at enda tók ákærdi sakina í egnar hend­ ur. Um arbeiðsgevarin ikki vil rinda mær lønina, nýti eg bensinkortið, sum eg havi liggjandi, hugsaði maðurin. Komandi mánaðirnar fylti hann tí bensin á sín egna bil fyri eina upphædd, líknandi henni, arbeiðsgevarin skyld­ aði honum. Síðani tveitti hann bensinkortið burtur. Roknskapardeildin á ar­ beiðs­plássinum legði til merkis, at okkurt var áfatt, tá bensinrokningin hækk­ aði so nógv og soleiðis kom ar­beiðsgevarin eftir, at mað­ urin nýtti bensinkortið. Hann valdi tí at melda mann­ in, sum seinni varð ákærdur fyri heimildarsvik. Og tað kann hava verið bjarging mansins. Føroya rættur fríkendi í dag mannin, tí hann ikki kann dømast fyri tað, sum hann er ákærdur fyri. Í eini ákærdu um heimildarsvik er tað eitt krav, at tann órættaði hevur verið fyri fíggjarligum tapi, men Føroya rættur vísti á, at soleiðis er ikki í hes­um føri. Arbeiðsgevarin hevur mist góðar 12.000 krón­ur orsaka av nýtsluni av bensinkortinum, men sam­stundis skuldi arbeiðs­ gevarin rinda á leið somu upp­hædd til mannin í írest­ andi løn. – Við tað, at tað ikki kann roknast sum prógvað, at maðurin hevur ført arbeiðs­ gevaranum eitt fíggjarligt tap ella vanda fyri slíkum, er tað ikki grundarlag fyri at revsa ákærda fyri brot á §280 í revsilógini, sigur dómarin í dómi sínum. Føroya rættur tekur sum so ikki støðu til, um tað var rætt ella skeivt, sum maðurin gjørdi, men staðfestir einans, at maðurin ikki kann revsast eftir júst hesi ákæruni. Verjin hjá manninum førdi júst hetta fram í rætt­ in­um, at arbeiðsgevarin ikki hevði havt nakað tap av gerðini og tí kundi mað­urin ikki revsast fyri heimildarsvik. Um trupul­ leikin var, at maðurin hevði nýtt bensinkortið, hevði kanska verið rættari at ákært hann fyri stuldur, segði verjin sjálvur. Tó so, tá ákærdan er reist og rættar­ málið byrjað, skulu sera góð­ ar grundgevingar til, fyri at broyta hana undir rætt­ ar­málinum, og tað kundi ákærin ikki í hesum føri. Ákærdi vildi hava mann­ in dømdan 30 dagars fong­ sulsrevsing fyri at hava mis­brúkt atgongdina til bensin­kortið. Hon metti eisini, at tað taldi sum skerp­ andi umstøður, at misbrúkið var framt, eftir at maðurin var uppsagdur. Dómarin valdi tó, sum áður nevnt, at vera samdur við verjanum og fríkendi tí mannin.