Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Hon er uppvaksin í einum lítlum bygdar­samfelag við einum pápa, sum var íverksetari. Tað merkir eisini nývaldu kvinn­ una hjá Tjóðveldi, 50 ára gomlu Óluvu Klettskarð. Hon var ikki vald í fyrstu atløgu, men tá ið flokkur hennara gjørdist ein aprtur av samgonguni og trý tingfólk fóru í landsstýrið, kom hon sum tann níggjunda á listanum inn um tinggáttina. Hon fekk heilar 333 atkvøður til valið 1. september. – Grundleggjandi liggur tað djúpt í mær við tjóðveldishugsjónini og sjálvbjargni. Tað hevur altíð ligið náttúrliga fyri mær, at vit sum før­ oyingar skulu klára okkum sjálv, sigur Óluva Klettskarð. Hon heldur at tankin um sjálv­ bjargni í allar mátar er mennandi fyri førleikan hjá okkum, at vit royna at klára okkum sjálv. Sjálv­ bjargni og haldførur búskapur eru lyklar til eitt betri samfelag. Spurningurin er alla tíðina, fremur tað føroyskar førleikar í einum nú­ tímans heimi og fremur tað sam­ haldafesti. 20 ár innan skúlaverkið Óluva Klett skarð hevur aka­dem­ iska útbúgving innan søgu, før­ oyskt mál og bókmentir og hevur seinastu 20 árini arbeitt í mið­ námsskúlanum. – Tað er verulig tjóðarbygging at sleppa at arbeiða við teimum ungu og eisini sleppa at geva teimum part av føroysku mentanini, sigur hon. Partur av hennara hugsjón er, at vit sum tjóð skulu tryggja okkum, at vit alla tíðina hava ein sterkan skúla, sterkar miðlar og fyri ikki um at tala eitt sterkt fróðskaparsetur. – Hetta er eisini ein partur av okkara tjóðarbygging, sum vit alla tíðina mugu taka í álvara og arbeiða við. Tað er grundarlagið undir okk­ um sum tjóð, heldur hon. Við sínum førleikum er Óluva Klettskarð sjálvandi nógv upptikin av føroyska málinum og føroyskari mentan. – Málið er okkara sereyðkenni, men tað er ikki statiskt. Tað menn­ ist alla tíðina og vit skulu duga og tora at brúka og menna okkkara egna mál, heldur Óluva Klettskarð. Íverksetaraumhvørvi Óluva Klettskarð búði síni fyrstu 13 ár í Haraldsundi. Tað var pápi hennara, sum fór undir at gera handskar í bygdini. Hugburðurin um altíð at finna uppá okkurt nýtt og seta í gongd fylgdi henni í nógv ár. Tá ið hon sum 13 ára gomul fór til Klaksvíkar at ganga í skúla kom hon aftur í eitt íverksetaraum­ hvørvi. Hon búði hjá mostrini fastrini, sum var gift við Holgar Poulsen. Í tí heiminum var full ferð á og Holgar Poulsen hevði nógv fólk í arbeiði á Sjóklædnavirkinum. Tað vóru eisini tey, sum gjørdu tær tá so kendu Hopo buksurnar. – Hetta er ein mentan sum hevur fylgt mær, men sjálv havi eg sum nevnt fyri tað mesta arbeitt í skúlaverkinum, sigur Óluva Klett­ skarð. Áhugin fyri vinnulívinum hong­ ur kortini við. Hon heldur at tað er avgerandi at vinnan er sterk og at vit megna at skapa úr nýggjum. Møguleikarnir eur stórir. – Eg síggi eisini fleiri frambrot og fleiri møguleikar. Til dømis er føroyska spísakamarið ein vegur at ganga, har vit kunnu bjóða okkum fram. Hon heldur eisini, at tað er av alstórum týdningi við gransking – serliga gransking í tí, sum vit framm­anundan duga væl. – Vit eiga at granska innan okk­ ara egnu øki, sum vit eru best á tí økinum, heldur hon. Nýggj verð Óluva Klettskarð hevur áður havt sæti á tingi í styttri tíðarskeið, sum eykatinglimur og hon hevur eisini sitið sum landsstýriskvinna í mentamálum, men tað tíðarskeiði vardi bert nakrar vikur. So í veruleikanum er tað ein nýggj verð hon er komin í, nú hon aftur situr á tingi. Hon undrast eitt sindur á, hvussu politikkurin virkar í praksis. – Eitt er at lesa um politikk og halda seg vita, hvussu alt hongur saman, men tá ið ein kemur inn um, so vísir tað seg at vera nakað heilt annað. Tá er tað ikki altíð nóg mikið at vilja tað sama sum onkur annar. Tað skal meira til, heldur hon. Hon hevur lagt til merkis, at í politikki eru ymiskar sniðgøtur, sum ein noyðist at kenna. Tí fer nógv tíð at byrja við at lesa og eygleiða, hvat tað er sum hendir. Hon heldur, at ein partur av politiska spølinum er at duga at selja boðskapin uppá ymiskan hátt. – Tað er sum mátin at fáa sítt ígjøgnum uppá ofta er at mani­ pulera ella vinkla málini eitt sindur øðrvísi enn vanlig fólk gera. Óluva Klettskarð dugir væl at síggja, at við nýggju samgonguni, so verður ein annar politikkur rikin. Kortini ein politikkur, sum samgonguflokkarnir høvdu boðað frá undan og í valstríðnum. -Tað vóru nógvar broytingar, sum skuldu gerast og sum vit vistu vit skuldu gera, gjørdust vit part­ ur av samgonguni, sigur hon. Ný­ hugsan innan fiskivinnuna er bert eitt av mongum málum. Persónliga er hon nógv upptikin av heilsuverkinum og ætlanini um at talgilda allar Føroyar. – Hetta eru risastór mál, men hetta eru eisini stórar avbjóðingar, sum vit kunnu fáa nógv gagn av, sigur hon. Her kunnu vit veruliga gera mun. Broyting frá skúlanum Eftir at hava arbeitt 20 ár í skúla­ verkinum er tað ein stór broyt­ing at taka sæti í Løgting­in­um. – Tí tað er ein framíhjárættur at hava sloppið at arbeitt við ung­ um fólki so leingi. Tað ger, at ein alla tíðina er noydd at fylgja við øllum tí nýggja sum hendir. Løg­ tingsarbeiðið er eitt nýtt slag av arbeiði, men als ikki minni spenn­ andi, sigur Óluva Klettskarð. Tað eru ikki einstøk mál, men sjálv tjóðveldishugsjónin, sum er grundarlagið undir politikkinum hjá nývaldu Óluvu Klettskarð MELDURIN Óluva Klettskarð: TJÓÐVELDIS- HUGSJÓNIN BER MÍN POLITIKK Óluva Klettskarð Tjóðveldi • 50 ár • Gift, tveir dreingir • Útbúgving: Cand.mag. í søgu, føroyskum máli og bókmentum • Starv: lektari • Situr og hevur sitið í Klaksvíkar býráð í 15 ár