Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Óluva Klettskarð er vald í Norðoyggjum, har hon eisini er uppvaksin. Nýggi politikkur gevur nógvar ákoyringar, men hon væntar at alt verður gott Árni Gregersen Óluva Klettskarð kemur úr vinnu­ umhvørvinum í Norð­oyggjum. Hon er partur av einari sam­ gongu, sum í løtuni striðist við at áleggja vinnuni avgjøld av ym­ iskum slag. – Hetta merki eg sjálvandi hvønn einasta dag har norðuri, men eg veit at hetta er tað rætta og eg veit eisini, at hetta fer at gagna okkum øllum, sigur hon. Meðan Tjóðveldi í seinasta val­ skeiði ikki var serliga væl um­boð­ að kring landið, so er støðan heilt øðrvísi nú. Flokkurin er umboðaður í flestu av teimum gomlu val­døm­un­um og tað ger flokkin munandi sterkari. – Vit liva í einum landi, har tað, hóast avstandirnir ikki eru stórir, er stórur munur á mentanini og hugburðinum. Tí er tað sera gott, at vit nú aftur hava umboðan kring alt landið, sigur Óluva Klett­ skarð. Tilvitað Hon er eisini tilvitað um, at hon nú er partur av einari samgongu, sum hevur til endamáls at býta sam­ felagsvirðini í Føroyum øðrvísi enn gamla samgongan gjørdi. – Hetta var sagt undan valinum og hetta er partur av tí vit vilja fremja, so hetta kemur ikki óvart á nakran, sigur hon. Við bústaði í Klaksvík hoyrir hon hvønn dag eitt sindur um, at samgongan fer at gera tað óliviligt hjá vinnuni. – Men tað vita tey væl, at so­ leiðis verður tað ikki. Eg veit eisini, at tá ið hendan fyrsta tíðin er farin, so verður hettar ein politikkur, sum fer at gagna okkum øllum, sigur Óluva Klettskarð. Eitt nýtt slag av politikki