týsdagur 22. desember 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Heilsugóður lívsstílur við reglu
ligari rørslu er í høgt í metum inn
an nýggja gransking av demens.
Samstundis, sum gransking innan
heilivág fyllir nógv í leitanini
eftir viðgerðum, sum kunnu lekja
demens, verður meira og meira
granskað í týdninginum av lívsstíli.
– Jú, betri tú ansar eftir blóð
trýsti og kolesterol í blóðinum, jú
minni er vandin fyri at gerast de
mentur.
Tað sigur professarin, Steen
Hasselbalch, sum starvast innan
demens-økið á Ríkissjúkrahúsinum
í Keypmannahavn.
– Kostur og lívsstílur hava stór
an týdning fyri, hvussu stórur
vandin er fyri at gerast dementur.
Gransking hevur víst, at diabetes
2, sum kann standast av skeivum
lívsstíli, økir eisini um vandan fyri
at gerast dementur, leggur pro
fessarin aftrat.
Eitt umfatandi donsk kanning
staðfestir, at bæði tunglyndi og
diabetes 2 um miðjan aldur - hvørt
sær - veksa um vandan fyri at
menna demens í aldurdóminum.
Størstur er vandin hjá fólki, sum
bæði líða av tunglyndi og diabetes.
– Tað besta, tú kanst gera, er
at leggja kostin um til sonevndan
»miðalhavskost« við nógvum feit
um fiski, ið hevur eitt stórt inni
hald av omega 3 - og at eta aðrar
ómettaðar feittsýrur og grønmeti.
Omega 3 hevur nevniliga víst seg at
hava eina gagnliga og fyribyrgjandi
ávirkan á demens, sigur Steen
Hasselbalch.
Feitur kostur, yvirvekt og vant
andi rørsla kunnu elva til hjarta
sjúkur, sum eisini hevur víst seg at
vera ein álvarsom orsøk í at gerast
dementur.
– Blóðtøppur í heilanum økir
nógv um vandan fyri at menna
demens-sjúku. Sama er við strongd
og tunglyndi. Men, okkum vantar
enn at finna út av, hví hetta er so,
leggur professarin, Steen Hassel
balch, aftrat.
Fyri likam og heila
Bæði likamligur og mentalur akti
vitetur eru ógvuliga týdningarmikil
fyri at halda demens frá lívinum.
Men, hetta er eisini týdningarmikið,
um tú longu ert rakt/-ur av demens-
sjúku.
Nýggj gransking, sum Steen
Hasselbalch í samstarvi við starvs
felagar á donskum demens-heilsu
stovum hevur staðið á odda fyri,
vísir, at hóvlig og partvís hørð
treystivenjing kann minka um
eyðkenni sum trútni, tunglyndi,
friðloysi og órógv í dagrútmuni hjá
sjúklingum við alzheimers. Evnini
hjá sjúklingum til bindindi, rørslu
og likamligar funktiónir økjast -
alt eftir, hvussu nógv verður gjørt
burtur úr likamligari venjing.
Tað er eisini týdningarmikið at
halda heilan koyrandi og ikki minst
sosiala samskifti.
Tað kann eisini vera ein avbjóð
ing, tá ein nýggj tilvera sum pen
sjónistur bíðar beint hinu megin
hornið.
Ein kanning frá 2014 vísir, at
tá fólk taka seg aftur av arbeiðs
marknaðinum, versnar minnið og
evnini til at savna seg við sløkum 10
prosentum. Heilin eldist tá at kalla
skjótari enn annars. Kanningin
vísir nevniliga, at heilin teir fyrstu
12 til 16 mánaðirnar, eftir at fólk
eru farin av arbeiðsmarknaðinum
fyri aldur, eldist tað, sum svarar til
umleið trý ár.
Tað er tí týdningarmikið, at bæði
tú sjálv/-ur og tíni avvarðandi eru
árvakin og hugsa um bæði mentalu
og likamligu broytingarnar.
Kelda: www.helse.dke
Bæði likamligur og mentalur aktivitetur eru ógvuliga týdningarmikil fyri at halda demens frá
lívinum. Men, hetta er eisini týdningarmikið, um tú longu ert rakt/-ur av byrjandi demens
Ber til at sleppa undan demens?
Styrk teg sjálvan
Tað er nógv lættari at broyta teg sjálvan enn at broyta onnur. Lær ikki negativar tankar at svimja, men
drukna teir heldur. Negativir tankar skapa sterka pínu. Lat vera við at reagera upp á alt, sum um tað var
ein katastrofa. Ven teg við at vera nøgdur og ver gávumildur. Um tú ivast, steðga á og ver ikki bangin fyri
broytingum. Elska uttan treytir og tak ábyrgd av egnari lukku. Kenn títt virði og leita altíð eftir tí vakra
og positiva
Kelda: www.fegin.fo
Týdningarmikið er at halda heilan koyrandi og ikki minst sosiala samskifti
Tað kann vera ein avbjóðing, tá
ein nýggj tilvera sum pensjónistur
bíðar beint hinu megin hornið
HEILSA