týsdagur 22. desember 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148
18
Sosialurin
NØVN
Til minnis um Binu
Tað hevur verið tungt at
festa hesi orð á blað. Bina
var so stórur partur av lívi
okkara, og tað er ilt at koma
til sættis við, at hon ikki
longur er okkara millum.
Lagnan vildi tað tó øðrvísi,
og Bina andaðist einans 59
ára gomul.
Hóskvøldið 19. mars fer
altíð at hava eitt serligt pláss
í mínum hjarta. Hjá flest
øllum í Føroyum snúði tað
seg hesa løtuna um dagin
eftir, tá ið sólarmyrking
fór at vera. Hjá okkum fýra
systkjum, Andreu, Fridu,
Joan og mær, snúði alt seg
um systur okkara Binu.
Okkara sól, sum var um
at sløkna. Vit vóru øll hjá
henni, meðan hon andaði
sínar síðstu andadráttir. Ein
tung løta, men samstundis
ein so avbera innilig og rør
andi løta. Fimm systkjum,
sum hava fingið so nógvar
brotasjógvar, men altíð stað
ið saman. Tað var ikki meir
at gera. Bina orkaði ikki
meir. Vit sluppu at vera hjá
okkara elskaðu Binu, sum
vit øll vóru so góð við, hesa
síðstu løtuna.
Seinastu
mánaðarnir
høvdu verið strævnir hjá
Binu. Heystið 2014 fór sjúk
an aftur at gera um seg, og
tað versnaði skjótt. Bina
fekk viðgerð og var illa fyri.
Sjálvur skuldi eg við henni
til Danmarkar nýggjársdag
2015, og vit vónaðu sjálvandi,
at læknarnir fingu hjálpt
henni. Men so var ikki. Hon
var ov veik til at fáa viðgerð,
so vit vórðu send heim aftur
og skuldu so niður aftur um
tvær vikur.
Vit livdu alla tíðina í vón
ini, at tað skuldi nokk fara at
ganga, men tað sá einki út.
Fjúrtan dagar seinni fóru vit
so avstað aftur. Hesa ferð í
sjúkrabili til Vágarnar. Vit
komu til Danmarkar í øllum
góðum og skuldu til eina
samrøðu á sjúkrahúsinum.
Læknin hevði ikki góð boð.
Krabbin hevði spreitt seg
nógv, og útlitini vóru ógvu
liga døpur. Tað var hart.
Øgiliga hart. Har sótu vit
bæði niðri í Keypmanna
havn. Grótu og hildu hvør
um annan. Vit vistu bæði,
hvat var í væntu. Orð vóru
ikki neyðug. Vit ringdu heim
til Leirvíkar at siga ófrætta
boðini. Orð kunnu ikki siga,
hvussu tungt tað var.
Tíðin eftir hetta var eis
ini hørð. Krabbin gjørdi
nógv um seg, og læknarnir
royndu av øllum alvi at
hjálpa henni. Bina slapp
heldur ikki aftur heim til
Føroya beinanvegin, tí sjúk
an forðaði fyri tí. Eg fór
heim nakrar dagar seinni,
og systrar mínar skiftust
um at vera í Danmark. Bina
slapp loksins heim aftur,
og síðstu tíðina í Leirvík
búði hon uppi hjá Joan. Tað
var deiligt at hava hana í
Leirvík, so vit øll kundu
vera um hana. Bina legði
eisini nógv fyri at sleppa til
Leirvíkar.
Eg havi so nógv gott at
siga um Binu. Hon var so góð
við meg. Hon var elsta systir
mín, men eingin ivi var, at
hon var sum mamma mín.
Vit mistu mammu okkara í
1981 og pápa í 1992, og Bina
hevur nokk av tí sama tikið
sær so serliga væl av okkum
systkjum. Ikki minst mær,
beiggja, sum hon plagdi at
siga. Í mínum barnaárum
og ungdómsárum, sum ikki
vóru løtt, tí pápi gekk burt
ur, var hon, eins og allar
hinar systrarnar, mín klett
ur. Eisini í mínum vaksna
lívi við familju setti hon
okkum og alla familjuna
fremst. Altíð mild, góð og
savnandi.
Saknurin er eisini øgi
ligur. Eg sakni at hava Binu
inni
hjá
okkum
hvønn
sunnudag til døgurða, sum
vit altíð plagdu. Genturnar
hjá okkum, sum kappaðust
um at sita við síðuna av
henni, og Bina, sum altíð
royndi at loysa tað upp á ein
stillan og rættvísan máta. Eg
sakni at hava Binu á vitjan
og práta við hana. Bara at
vera í sama húsi sum hon og
merkja nærleikan og hitan,
sum hon hevði við sær. Tá
ið føðingardagar og aðrir
merkisdagar eru, hugsi eg
eisini altíð um Binu. Hon
manglar. Henni dámdi altíð
so væl, tá ið familjan var
samlað.
Vit hava havt nógvar
góðar løtur saman við Binu.
Í 2011 bjóðaði Bina Ninnu,
mær og gentunum til Dan
markar.
Ein
ógloymandi
ferð fyri okkum øll. Har
vóru nógvar stuttligar løtur.
Ikki minst tá ið eg við mín
um út av lagi ringa staðar
sansi koyrdi skeivt. Tá flenti
Bina næstan við tárum, og
tað gjørdi hon eisini, tá ið
vit mintust aftur á tað. Tað
sama gjørdi eg. Slíkar løtur
eru minni fyri lívið.
Bina er ein stór fyrimynd
hjá mær. Hon rópti ongantíð
hart og gekk ikki við lyft
um fremstafingri og segði
okkum, hvussu alt skuldi
gerast. Í tí stilla og við gerð
um sínum lærdi hon meg og
okkum øll so ótrúliga nógv.
Gløgg og alt tí við tí góða.
Bina hevur eisini havt
ógvuliga stóran týdning
fyri tær tríggjar døturnar
hjá Ninnu og mær. Sum lívið
lagaði seg hjá Binu, fór hon
ongantíð at gerast biologisk
omma, men tað gjørdi einki,
tí omma var hon fyri okkara
gentur. Og tað við lít. Bina
var sera tilvitað um ommu
leiklutin og gekk upp í hann
við lív og sál. Hjá gentum
okkara var alt Bina-omma.
Minnist, sum var tað í gjár,
tá ið okkara fyrstafødda
kom til verðina tíðliga á
morgni í 2004. Bina búði
tá í Havn og kom at vitja
okkum trý, áðrenn hon fór
til arbeiðis. Birita var ikki
nógv meira enn ein tíma
gomul, tá ið Bina trein inn
á føðistovuna. Vit valdu so
at uppkalla Biritu eftir Binu,
og tað var nakað, sum Bina
sjálvandi var glað fyri.
Fyri gentur okkara er
saknurin í Binu eisini stór
ur. Alt sá so lovandi út síðsta
summar. Bina keypti snoti
liga íbúð við Ranggil í Leir
vík, og so kundu tær fara
vitja Binu-ommu, tá ið tær
vildu. Ella fara at sova har,
sum var uppaftur stutt
ligari. Gleðin var tó stokkut.
Sjúkan gjørdi bart, og tíverri
fekk Bina alt ov stutta tíð,
nú tá ið hon vendi aftur til
heimbygdina.
Tað er altíð tungt at
missa ein, sum stendur ein
um so nær, men eg eri eisini
sera takksamur, at mær
untist at hava Binu sum
systur. Familjan var hennara
eitt og alt, og Bina hevur
lagt so nógv gott niður í
meg, sum eg kann royna at
geva mínum døtrum.
Saknurin er svárur, men
minnini eru góð at eiga. Bina
fer altíð at eiga eitt stórt
pláss í hjørtum okkara.
Við hesum orðum vil eg
lýsa frið yvir minnið um
elskaðu systur mína Binu.
Tórhallur
Kunngerð
um býráðsfundir
2016
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at bý
ráð ið á fundi 10. desember 2015 hevur
ásett almennu býráðsfundirnir fyri ár
2016 at verða hildnar hesar hósdagar
kl. 17.00 í býráðssalinum.
Fuglafjørður, tann 14. desember 2015
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ
Fuglafjarðar
býráð
28. januar
25. februar
17. mars
28. apríl
26. mai
16. juni
25. august
29. september
27. oktober
24. november
15. desember
Søkt verður eftir einum vaskifólki til
Skúladepilin í Suðuroy at byrja sum
skjótast. Umsóknarfreistin er 4. januar
2016 og byrjað verður beinanvegin í
starvinum, tá freistin er farin.
Starvið er tímalønt og er 4,5 tímar pr.dag.,
eftir vanliga skúlatíð.
Starvið er fyribils tíðar avmarkað til eitt
ár.
Umsóknir skulu sendast til:
nina.holm@skulin.fo
Post.adr.
Skúladepilin í Suðuroy
att. Nina Holm
Grønudalur 2
950 Porkeri
Fleiri upplýsingar fáast frá húsavørðinum
Magna Jacobsen, tlf. 226794
Vaskifólk
til skúladepilin
í suðuroy