týsdagur 22. desember 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148
Sosialurin
Jóna 80 ár
Góða mamma/vermamma,
omma og langomma. Vit
gleðast um at kunna heiðra
hana á 80 ára føðingar-deg-
num 1. jóladag. Eisini vilja vit
hervið takka fyri alt tú ert
og hevur verði fyri okkum.
Jóna er úr Fuglafirði, dóttir
Malenu og Óla Jákup Olsen,
vanlige róptur (Gøt Óla Ják
up). Yngst av 9 syskjum, 4
systrar, Astrid, Borghild og
Hallgerð, brøðurnir vóru 5 í
tali, Oliver, Óla Jákup (Olli),
Arnold, Osmund og Hans
Pauli (Palli).
Jóna hevur altíð verið ar
beiðsom. Sum ung arbeiddi
hon í bakarínum Krossbúðin
í Fuglafirði. Hesa tíðina møtti
hon Helga, bakaranum í
Gøtu, og giftust tey í 1956.
So broytingin hjá Jónu at
flyta til Norðragøtu bleiv
ikki so stór arbeiðsliga sæð.
Í 1962 fluttu tey í egin hús í
Kongsbø. Stutt eftir bleiv
bakaríið flutt í kjallaran í
nýggju húsinum, so nú var
ikki so langt til arbeiðis
hjá
teimum.
Jóna
bleiv
Helgasa høgra hond, bæði
í tungum og løttum. Fyrst í
70-unun flutti familjan til
Grønlands, Helgi var kokkur
við einum KGH- trolara. Har
minstraði Jóna onkran túr
sum messur. Aftaná hetta
tvey ára skeið, fluttu tey
heim aftur til Norðragøtu,
har bakaravirkið helt fram.
Sjálvt um Jóna hevði nokk
at gera við at hjálpa Helga og
at passa børnini kom nógv
annað frá hondini. Tey pløgg
sum hon hevur bundið og
heklað eru óteljandi. Børnini
gingu altíð í heimabundnum,
og nógv onnur hava notið
gott av tí, sum er komið frá
hennara hond.
Eitt, ið fólk kundu leggja
til merkis hjá »Bakaranum«
var tann vakri havin. Grønar
fingrar hevði Jóna eisini,
hvør minnist ikki tær fínu
tulipanirnar,
sum
stóðu
rundan um húsini.
At arbeiða í bakarínum
kravdi sín mann, so Jóna fór
í holt við at taka koyri-kort.
Hon var tann fysti næm
ingurin, sum Ivan Jacobsen
í Fuglafirði hevði. So eftir
at koyrikortið var komið,
var tað ikki so sjálvdan, at
Jóna koyrdi breyðini út. Í
august 1994 hendi so nakað,
sum vit ikki eru harrar yvir,
og sum kom at broyta tann
dagliga dagin á bakarínum.
Jóna gjørdist sjúk og bleiv
tí óarbeiðsfør. Hetta var ei
dyggur smeitur fyri Helga,
at missa sína høgru hond. So
eftir stutta tíð tók hann tað
avger at steingja bakaríið.
Í mars 1995 fluttu Jóna
og Helgi til Danmarkar at
búgva, tí 3 av børnunum
búðu niðri. So einsamøll
komu tey ikki at føla seg. Frá
tí degi Jóna bleiv sjúk, hevur
Helgi verið um hana. Hann
legði alt frá sær fyri at passa
konu sína. Øll hesi 16 árini,til
2010, tá tey fluttu heimaftur,
og eru nú búsitandi á eldra
sambýlinum Gøtubrá.
Børnini eru 5 í tali. Maik
en gift við Hans Mohr, bú
sitandi í Fuglafirði. Odny bú
sitandi í Keypmannahavn.
Tummas Jákup búsitandi í
Norðagøtu. Gudny, gift við
Símun Petur Justinussen,
búsitandi í Norðragøtu. Óla
Jákup, búsitandi á Glyvrum.
Ommu og abbabørn eru 7 í
tali, langommubørn eru 10.
Hjartaliga tillukku góða
mamma/vermamma, omma
og langomma, má Harrin
signa lívsleið tykkara fram
yvir. Takk fyri allar løtur vit
hava havt saman og vónandi
verða nógvar afturat.
Tað er tá, vit eru
veik at vit kunnu
kenna, hvussu
sterkur Harrin
er. Og kenna,
hvussu hann
kann troysta sum
eingin annar.
Ynskja
vit, sum búgva
á Mirmansvegi 20 v/ fam.
NØVN
Føðingardagsheilsan til pápa mín
Eyðfinn Mørk í Vági
á 70 ára degnum Tollaksmessudag 23.12.2015
Hey góði pápi, nú fyllir tú
aftur og hesaferð fyllur tú
70 ár. Ja, tíðin flýgur avstað,
eg verið afturr noyddur at
skriva nøkur orð á tínum
stóra runda degi.
Pápi vaks upp á Tvøroyri
og er sonur Hjørdis Mørk úr
Tórshavn og Martin Berg
ættaður úr Sandvík. At pápi
er føddur í Tórshavn Tollaks
messudag 1945, er tað kanska
ikki so nógv fólk, sum vita
um. Men hann búði bert í
Havn í 1 ár, tá ið hann flutti
suður til Sanvíkar at búgva
saman við Hjørdis ommuni
og Martin abba. Seinni flutti
tey til Tvøroyri. Tey búði í
Valinum, har búði hann sam
an við foreldrunum og systk
inunum hjá sær ávikavist
Hanus, Hanna, Essuni og Ey
vør.
Pápi flutti seinni suður
til Vágs at búgva bert 15 ára
gamal og har hevur pápi bú
leikast síðani, saman við okk
um øllum.
Tað sum tók serliga hart
uppá pápa var tá ið systrar
nar hjá honum Rini og Hanna
doyðu av krabbameini. Rini
var bara 36 ár tá ið hon
doyði og Hanna doyði fyri
nøkrum árum síðani. Pápi
misti eisini mammu sína
Hjørdis av krabbameini í
1999. Eisini Martin abbin
doyði av krabbameini, nøkur
ár frammanundan.
Pápi giftist við mammu
okkara Ingibjørg Ryggsham
ar hin 2. januar 1965, sum er
dóttir Jens og Alvildu Ryggs
hamar í Vági.
Um hetta mundið búðu
tey úti í Toftalíð saman við
langommuni Julionnu. Bert
tríggjar mánaðir eftir vígsl
una, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi
heim teirra í grund.
Tey mistu alt, sum høvdu
fingið í brúðargávu, men
til Guds undur sluppu tey
øll frá tí við lívinum. Í 1968
bygdu tey sær egið hús á
Vallarajørð í Vági.
Men væl hevur gingist
hjá tykkum hóast tit mistu
alt úti í Toftalíðí Vági og
okur 8 systkin sum eru
Jens, Anja, Levi, Eyðhild,
Heidi, Mortan, Rini og Sonni
hava nógv at takka tykkum
báðum fyri, hóast tað hevur
mangan verið strævið hjá
tykkum báðum.
Men okur 8 børnini og øll
abba, ommubørnini, minn
ast bert á góðar løtur inni
á barnaheiminum hjá okk
um. Hetta fáa nú tey fyrstu
langabbabørn og langommu
børnini eisini stóra gleði av
og tað er at vera takksamur
fyri.
Pápi fór til sjós bert 13 ára
gamal. Pápi varð sjómaður
heilt fram til miðskeiðis í
sjeytiárinum. Umframt, at
hava koyrt lastbil og arbeitt
á Suðurfisk í fleiri ár. So
hevur pápi havt seyð og
seyðahald í Hovi. Hetta var
eitt stórt íkast til okkum øll
gjøgnum árini, tí tað vóru
nógvir munnar at metta.
Heilsan hjá pápa er farin
at bila nógv tey seinastu
árini, og hansara gongutúrar
rundan um Vatnið eru nú
næstan eingir, frá at ganga
3 til 4 túrar um dagin, eru
hesir túrar nú hildnir uppat.
Vit vóna sjálvandi, at tú
blívur betri fyri, so at tú eitt
nú, kann ganga hesar túrar
aftur. Tað sum hugtekur teg
serliga nógv og hevur altíð
gjørt, er at fylgja við, tá ið
Newcastle spælir í Premier
League. Tað fyrsta tú reypar
um, tá ið tú ringir til onkran
av okkum, ella vinum, er at
reypa um Newcastle, serliga
um teir vinna.
Samfelagsviðurskiftu
hava altíð havt hansara
áhuga, hann hevur m.a. sitið
í 23 ár í Vágs Býráð frá 1985 til
31.12.2008.
Pápi er ikki ein persónur
sum tosar so nógv um slekt,
men hann fortelur oftani
frá hvussu gott tað var at
koma til Sandvíkar sum
smádrongur, at vitja familj
una har. Serliga tosar hann
um Ingibjørg systir Martin
abban og hennara hjartarúm,
tá ið hann var smádrongur.
Somuleiðis, tosar hann nógv
positivt um Helenu Hjelm
(mostur at pappa) og Arnhold
Hjelm. Har pápi kom nógv
sum smádrongur og ungur.
Eg havi oftani spurt pápa
um familjuna og um Mørk
slektina hjá honum, men
hann hevur ikki givið mær
eitt greitt svar enn, men
svarið sum hann altíð hevur
givið mær er, at røturnar eru
úr Sandvík, Hvalba, Tvøroyri,
Hovi og í Havn. Men, at hann
sigur altíð, at hann er vág
bingur um ein háls.
Men, hann tekur oftani til
orðanna og sigur, at hansara
familja eru vit børnini og
familjan hjá mammu, tað
kemur ivaleyst av, at hann
hevur búð næstan alt sítt lív
í Vági og følir seg sum vág
bing, hóast røturnar er aðra
staðni frá.
Mamma og heilsan hjá
henni er tíverri, eisini farin
at bila, hesu seinnu árini og
tey fáa nú bæði hjálp til ym
isk ting herheima, tað eru tey
bæði eisini sera takksom fyri.
Pappa eg fari, at ynskja
tær ein góðan 70 ára føðing
ardag og eg takki tykkum
báðum so innarliga fyri,
alla hjálp og kærleika tit
hava víst okkum øllum í
familjuni. Serliga takki eg
fyri, at eg kann búgva aftur
her í barnaheiminum, hesu
seinastu 2 árini. Tit hava,
hóast ringa heilsu víst mær
stóran kærleika og nærleika.
Eg elski tykkum yvir alt
fyri tað og Guds signing
framtíð tykkara og við vón
um, at heilsan hjá tykkum
gerst frægari.
Eg vil hervið ynskja tær
pappa hjartaliga tillukku við
70 ára føðingardegnum, nú
Tollaksmessudag 23.12.2015,
har tit hava opið hús frá kl.
10:00 til 14:00.
»Størri kærleika eingin
annar gevur
frá morgun til myrkur og
meðan ein svevur«
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Vágur hin 21.12.2015
Sonur tín