týsdagur 22. desember 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartans tøkk fái øll tit, sum á allan hátt sýndu
samkenslu og vóru okkum uggi, tá okkara elskaði
maður, pápi, sonur, beiggi, versonur og svágur
Martin Mortan Berg
f. 16.11.1968 d. 16.11.2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til starvsfólk á onkologisku deildini á
Landssjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn, fyri hjálpsemi og umsorgan.
Tøkk til øll, sum fylgdu honum til seinasta
hvíldarstað hansara. Tøkk til prest,
sangarar, gravara. Hjartans tøkk til øll,
sum hjálptu til við jarðarferðini og ervið.
Takk fyri blómur, kransar og annars øllum,
sum stuðlaðu við peningagávum til børnini.
Familjunnar vegna
Joan, Tórður, Rannvá, Elda, Connie, Rodney,
Ingrid, Thomas og Ragnar
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár øll somul.
Hjartaliga takka vit øllum, sum vísti samkenslu,
tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma, og
langomma.
Mary C. J. Nielsen
Sumba
f. 11.03.1931 d. 08.03.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til prestarnar Patrick de Neergaard, og Hera
Joensen fyri góð orð í kapellinum, og í Sumbiar
kirkju. Takk til Martin R. Jacobsen fyri orgulspælið.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, og gravara. Takk
til tykkum øll, sum komu við køkum, og sum
hjálptu til við ervið, og jarðarferðina. Takk fyri
blómur, kransar, og gávur til Sumbiar kirkju.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til seinasta
hvíldarstað.
Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul.
Olevina, Sonja, Mariann, og Tryggvi
við familjum
Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og samkenslu,
tá mamma, vermamma, omma, langomma og
olduromma okkara
Gunleyg Poulsen
Skipanes
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til øll tykkum mongu, ið vóru um hana ta
seinastu tíðina. Tøkk til Eldrasambýlið á Skála
fyri tykkara stóru umsorgan og hjálp. Tøkk til øll
í Elim fyri jarðarferð og ervið. Somuleiðis ein stór
tøkk til tykkum, sum á ein ella annan hátt virkaðu
við til jarðarferðina og ervið. Takk fyri heilsanir,
troystarrík orð og takk til tykkum, sum fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Má Harrin signi tykkum øll, og gleðilig jól.
Andras við familju
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæri bróðir
Thorstein Hammer
f. 16.01.50 d. 19.08.15
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri gávur til Nebo.
Familjunnar vegna
Karla, Ragnfríð og Sjúrður
Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gjørdu 70
ára dag mín í summar so hugnaligan og
ógloymandi.
Samstundis verður øllum ynskt eini
gleðilig jól og eitt av Harranum signið
nýggjár.
Guttorm Zachariasen
Ein heilsan og tøkk
til heilsuverkið
So upplivdi eisini eg tað, sum bert rakar
hini. Men, við skjótari og væl úr hondum
greiddari sjúkrafluttningstænastu úr
Klaksvík til Havnar og eini sera virðiligari
móttøku á Landsjúkrahúsinum, kom eg at
enda upp á B7, har eg fekk somu virðiliga
móttøka og viðgerð fra A til Z. Øllum
tykkum saman við Fys- og Ergoterapiini
vil eg bera mína hjartans tøkk við ynskjum
um eini gleðilig jól og Guds signing í
komandi ári.
Við takkarkvøðu
Ólavur í Mittúni
Tøkk
Eg vil hervið takk tykkum mongu,
gjørdu mær 80 ára føðingardagin sera
hugnaligan. Túsund takk til tykkum, sum
stríddust í køkinum. Eini gleðilig jól til
allar okkara vinir og kenningar.
Jesus sigi tykkum øll.
Tórfinnur Hansen
Skála