týsdagur 22. desember 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu okkum
samkenslu, tá góði maður, pápi, verfaðir og abbi
okkara,
Jógvan Frederiksberg í Follendi
f. 6. mars 1928 – d. 05. desembur 2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Sonju Klein fyri góð orð í kapellinum og til
Símun Persson Jacobsen fyri vøkur og troystarrík
orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og
gravarar. Takk til øll tykkum, sum á ein ella annan
hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og
til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara
síðsta hvíldarstað.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Sjóvar kirkju.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Alma, Sólbjørg og Randi v. familjum
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og
langomma
Klara Simonsen Strendur
f. 14.09-1916 d. 14.10-2015
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri løtuna á Røktarheiminum. Í
Sjóvar kirkju, takk til prest, kirkjutænarar og
øllum tykkum sum á ymiskan hátt hjálptu
til við jarðarferðina. Takk til starvsfólkini á
røktarheiminum, sum vóru um hana, meðan hon
búði har. Takk fyri blómur kransar og heilsanir.
Tykkum øllum sum fylgdu, takka vit hjartaliga.
Vegna tey avvarðandi
Torbjørn, Mayken og Sigga
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi,
abbi, langabbi og oldurabbi okkara
Dávur Isaksen Tjørnuvík
f. 18.02.1920 d. 13.09.2015
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Mørkini, ið vóru um hann, ta
tíð hann var har. Tøkk til Gullak og Bergtórur
prest fyri góð og troystarrík orð á Mørkini og í
kirkjuni. Tøkk til Valdimar og Eivind fyri sang.
Tøkk til kirkjutænarar, organist, sangarar, berarar
og gravarar. Tøkk til tykkum, ið bakaðu og tóku
tykkum so væl av ervinum. Takk fyri blómur,
kransar og peningagávu til Mørkina. Tøkk til
tykkum, ið fylgdu honum til hansara síðsta
hvíldarstað. Má Harrin signa tykkum øll.
Vit ynskja ætt, vinum og kenningum eini gleðilig
jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Familjunnar vegna
Elly, Edilborg, Sonja og Edith v/ familju
Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá maður, pápi,
verðpápi og abbi okkara
Edvard Hermansen
f. 11.03.1935 d. 20.11.2015
doyði og var jarðaður.
Stór tøkk til tykkum, sum vóru um okkum, sum
vóru í kapellinum, til kórsetingina og jarðarferðina,
og sum mintust Edvard við kransum, blómum og
heilsanum.
Og til tykkum, sum hjálptu á ymsan hátt, tá
jarðarferðin og ervið var, til kirkjutænarar/-nevnd,
bygdarhús, sangarar, berarar og organist.
Tøkk til prestin, fyri vøkur orð.
Jonhild, Bartal, Rúna og Bogi við fam.
Vit takka hjartaliga fyri alla hjálp og samkenslu
í sambandi við jarðarferðina hjá okkara kæru
mammu, vermammu, ommu og langommu
Leonia Elisabeth Johannesen
f. 15. nov.1923 d. 24. juni 2015
Takk fyri, at tit á Gerðisgarði hugnaðu so væl um
hana, ta tíð, hon var hjá tykkum.
Takk fyri blómur og gávur til Dals kirkju
Gleðilig jól og gott nýggjár, øll somul.
Vegna familjuna
Jóanes og Tórur
Vit vilja á hendan hátt takka fyri sýnda samkenslu
og hjálp, tá elskaði sonur okkara
Trúgvi Thomsen
27.12.14 28.12.14
so tíðliga andaðist og varð jarðaður.
Takk til starvsfólkið á landssjúkrahúsinum
Takk til Ann Dahl Hansen prest, fyri løtuna við
barnadópinum. Takk til familju, vinir, nábúgvar og
øll, sum hjálptu til á ymsan hátt. Takk til tykkum,
sum komu á gátt og heilsaðu uppá Trúgva og
okkum. Takk til Símun P. Jacobsen prest fyri vitjan
og góð orð til jarðarferðina. Takk fyri sang, spæl
og tónleik í kirkjuni, sum gjørdi løtuna vakra. Takk
til tykkum, sum vóru um okkum. Takk fyri gávur
og blómur. Takk til tykkum, sum saman við okkum
fylgdu Trúgva til hansara seinasta hvíldarstað her á
jørð.
Heilsan
Judith og Jørgin
Fríða, Hákun og Óli