týsdagur 22. desember 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. desember 2015 · Nr. 148
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Eg og foreldur míni
takka hjartaliga
øllum, ið vóru við til
at gera fermingadag
mín so hugnaligan og
ógloymandi.
Somuleiðis ynskja vit
øllum eini gleðilig jól
og eitt Harrans signað
nýggjár.
Blíðar heilsanir
Óluva Winther Olsen
Skála
Tøkk
Vit ynskja at takka øllum sum við blómum,
gávum og heilsanum vóru við til at gleða
okkum á gullbrúdleypsdegi okkara.
Ein serlig tøkk til børn okkara við makum
og børnum ið vóru við til at gera dagin
sera hugnaligan og serligan. Eisini vilja
vit nýta høvið at ynskja øllum okkara
vinum, familju og kenningum eini góð og
hugnalig jól og eitt av Harranum signað
nýggjár.
Hjalgrim & Hedvig
Tøkk
Eg takki hjartaliga tykkum øllum, sum
komu suður til Dals at heiðra meg á 80
ára føðingardegnum og tykkum, sum á
annan hátt gleddu meg henda dagin. Ynski
tykkum øllum eini gleðilig jól og gott
nýggjár.
Vilhelmina
Tøkk
Hjartaliga taka vit øllum, ið gjørdu okkum
gullbrúdleypsdagin 20. febr. so
hugnaligan. Takk til tykkum, sum komu
í brúdleyp. Takk til tykkum, ið á morgni
vaktu okkum við sangi. Takk til tykkum,
ið komu á gátt, tá dagurin var. Takk til
øll, ið hjálptu til við at baka o.a. Takk fyri
gávur, blómur, heilsanir, telefonsamtalur.
Takk fyri góðan sang og talur. Serliga
takka vit børnum okkara, ið skipaðu fyri
brúdleypinum!
Eini gleðilig jól og gott nýggjár verður
ynskt tykkum øllum.
Fríðhild og Símun Abrahamsen
Fuglafjørður
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, ið gleddu
okkum á hjúnabandsdegnum 18. juli og
gjørdu dagin hugnaligan og ógloymandi
fyri okkum.
Takk fyri gávur, heilsanir og alla hjálp í
sambandi við okkara stór dag.
Við ynski um eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Marna & Frants
Tøkk
Hjartaliga takk vit øllum, sum á ein ella
annan hátt gjørdu dagin so hugnaligan
fyri okkum.
Eisini ynskja vit øllum eini gleðilig jól og
gott nýttár.
Heilsan
Tóta og Kristin
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum
gjørdu okkum gullbrúðleypsdagin so
ógloymandi hugnaligan.
Eini gleðilig jól og eitt signað nýggjár
ynskja vit tykkum, familju, vinum og
kenningum.
Kærastu heilsanir
Hallgerð og Johannes