týsdagur 22. desember 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
4
BLAÐIÐ
SAMRØÐA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kanska eru vit við at fáa ein hugburð
í føroyska samfelagnum, har opinleiki
og samskifti eru betri enn tøgn.
Tað heldur Jens Mortan Mortensen,
prestur í Leirum í Hvalba.
Hann heldur, at tað er skjótt at stað
festa, at jól eru einaferð um árið, og at
øll vita, nær jólini eru.
Tað er longu út á heystið, at tú
hoyrir fólk siga: Ja, um tveir mánaðir
er jól.
Og Jens Mortan heldur, at jólini eru
høgtíðin, har vit snara tíðini, og kanska
snara vit eisini klokkuna í sinninum, tí
tað er tá, vit senda heilsanir til familju og
kenningar og takka fyri skjótt farna árið.
– Jólini eru ein gleðishátíð. Vit
syngja um tey og ynskja hvørjum
øðrum eini gleðilig jól. Vit leggja stóran
dent á at vera saman við okkara kæru á
jólum, bæði børn, vaksin og gomul - og
eisini børnini skulu føla, at jólini eru
nakað serligt.
– Kanska er tað júst friðurin, vit
hava saman á jólum, ið øll ynskja sær.
Og kanska eru tað orðini »friður á
jørð«, sum vit tulka inn í okkara lív,
sum hevur størstan týdning, heldur
hvalbiarprestur.
Spell at hoyra
Ofta verður tosað um, at jólini eru blivin
ov materialistisk, og at vit mest hugsa
um tað, sum kann keypast og etast.
– Um tað er so, veit eg ikki. Men tað
er spell at hoyra, at tað eisini eru fleiri
familjur, sum hava tað tungt á jólum,
og hava tørv á jólahjálp
– Jólaevangeliið, sum er um eitt
barn, ið verður føtt inn í heimin, sigur
okkum, at Gud elskaði heimin. Men tað
sigur okkum eisini, at heimurin hevði
ilt við at taka ímóti, tí tað var ikki rúm
fyri Mariu og Jósef í Betlehem.
- Eg veit, at nógv menniskju hugsa
júst um hesi viðurskifti, og leggja
stóran dent á, at vit skulu rúma Jesusi,
rúma lívinum og øllum menniskjum,
sigur hann.
Áhugavert rák
Men um tað gongur rætta ella skeiva
vegin, er ilt at siga.
– Vit hava í dag eitt sera áhugavert
rák, har fólk fortelja um seg sjálvi. Tað
var ikki gamalt, at fólk eru so opin um,
hvørji tey eru á kynsliga økinum, og
um, hvussu tey hava havt tað t.d. í upp
vøkstrinum.
– Kanska eru vit í føroyska sam
felagnum við at fáa ein hugburð, har
opinleiki og samskifti eru betri enn tøgn.
– Tá ið fólk fortelja sína søgu og
ásanna, at tey eru, sum tey eru, komi
eg altíð at hugsa um orðini, har Jesus
sigur um seg sjálvan, at hann er »sann
leikin«.
– Eg skilji hetta soleiðis, at Jesus
eisini er sannleikin um menniskja. Vit
eru fevnd av honum júst so, sum vit
eru, eisini tá ið vit eru sonn. Og tá ið
fólk siga sína søgu og velja at vera sonn,
er tað gott, at tey gera tað.
– So mugu vit bara vóna, at vit í
samfelagnum, og í kirkjuni megna at
rúma øllum.
– Vit skulu trúgva á Gud og venja
okkum við, at menniskju eru ymisk.
Kristus kom í heimin, ikki í ein til
gjørdan heim og ikki í eitt serligt,
kristiligt umhvørvi, men í heimin, har
menniskjan livir.
– Menniskjan kann bara vera tann
hon er, tí tað er tað, hon dugir best. Vit
skulu vera menniskju við ábyrgd, við
umsorgan og við menniskjansligheit,
sigur Jens Mortan Mortensen.
Handel og borðspøl
Heima hjá hvalbiarpresti sjálvum er tað
altíð ein serlig løta, tá ið jólaaftan er.
– Tað er sum um ein ferðast aftur og
fram í tíð, tí minnini um farin jól koma
fram fyri ein, samstundis sum vit júst
nú halda jól 2015.
Á jólum eru nógvar gudstænastur, so
Jens Mortan skal halda fleiri prædikur.
– Ein stórur partur av tíðini fer til at
fyrireika meg upp á tær. Men eg royni
at skriva prædikurnar í góðari tíð, so
at stundir eisini vera til at verða saman
við familju og kenningum, sigur hann.
Í prestagarðinum í Leirum er altíð
tónleikur.
– Vit eru fleiri, sum spæla uppá, so
tað ljómar bæði tíðliga og seint.
– Og so fari eg kanska at hyggja
mær eftir eini innspæling av Messias
hjá Händel, og helst fara vit, øll
familjan, at taka okkurt borðspæl eisini,
sigur Jens Mortan Mortensen.
– VIT HAVA Í DAG EITT SERA ÁHUGAVERT RÁK, HAR FÓLK ALMENT ERU FARIN AT
FORTELJA UM SEG SJÁLVAN, HELDUR JENS MORTAN MORTENSEN, PRESTUR Í HVALBA
OPINLEIKI OG SAMSKIFTI
ERU BETRI ENN TØGN
- Menniskjan kann bara vera tann hon er tí tað er tað, hon dugir best og so mugu vit bara vóna, at vit í samfelagnum,
og í kirkjuni, megna at rúma øllum, sigur Jens Mortan Mortensen, prestur í Leirum í Hvalba