Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 5 BLAÐIÐ Gleðilig jól og gott nýggjár HEÐIN MORTENSEN, BORGARSTJÓRI: JÓLAHUGNIN KEMUR IKKI AV SÆR SJÁLVUM – Sum eg so mangan plagi at taka til, so koma jólini til Havnar, tá vit tendra træið á Tinghúsvøllinum. Tá letur stóra átakið »Jól í Miðbýnum« eisini upp, so vit øll við barnsligari sál fáa eina góða uppliving í býnum. – Jól verða í ár sum í gomlum døgum í gomlu Havnini. Hjá okkum hevur tað nógv at týða, at borgarar savnast til tiltøk í miðbýnum, tí tað skapar trivnað, samanhang og samanhald. – At tað er so snotiligt og vakurt alla­staðni kemur ikki av sær sjálvum, men av planlegging, samstarvi, ídni, fakligheit og áræði. Tí fari eg at takka øllum, sum hava fyrireikað, sett upp og pyntað, soleiðis at rættiligur jóladámur er í miðbýnum, sigur borgarstjórin. – Men størri stríðið er, tess meira spell og harmiligt er tað, at nøkur ikki lata hugnan fáa frið, men gera seg inn á jólatrø og jólapynt í miðbýnum. – Dátueftirlitið hevur givið Tórs­ havnar kommunu loyvi at seta upp vak­myndatól í miðbýnum. Vak­ mynda­tólini skulu gera upptøkur av fýra ávísum støðum í miðbýnum. Tað er keðiligt at skula noyðast at brúka tí­líkar skipanir. Men skipanin er nú góð­kend av Dátueftirlitinum, og øll neyðug fyrilit eru tikin fyri at tryggja privatlívið hjá borgarnum. – Okkara vón er, at skipanin fer at virka fyribyrgjandi í so stóran mun, at tað ikki verður neyðugt at royna hana í praksis í rættarskipanini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum sigur, at skipanin verður sløkt aftur eftir trett­ anda kvøld. Jólini heima Borgarstjórin í Havn hevur altíð úr at gera uppundir jól. Hópur av fólki vitja innar á skrivstovuna at avgreiða stórt sum smátt, sum fáast skal frá hondini áðrenn árslok. Á skrivstovuni skal árið ruddast av, onkur átøk millum jóla og nýggjárs skulu leggjast til rættis, og fastur siður er, at borgarstjórin bjóðar starvsfólkunum til eina hugnaløtu á Ráðhúsinum nakrar dagar fyri jól. – Siður er, at borgarsjtórin vitjar komm­unalar stovnar uppundir jól. Ein teirra er Tilhaldið. Annar er Heimið í Vallalíð. Sambýlini skulu vitjast. So er jólahugni í Undirhúsinum, og jólaaftan er fastur siður, at borgarstjórin vitjar til eina hugnajólaløtu og gudstænastu á Herberginum, á Tjarnargarði, eina jólaløtu Boðanesheiminum, á Lágar­ garði og seinast á Ellisheiminum. – Tá alt hetta er fingið frá hondini jóla­aftan verður farið í kirkjugarðin við blómum, áðrenn farið verður heim at gera klárt til døgverða, sigur ein væl­ nøgdur borgarstjóri, sum gleðir seg sum eitt barn til alla jólastákanina. Hjørdis og Heðin Mortensen