týsdagur 22. desember 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
6
BLAÐIÐ
SAMRØÐA
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað stundar til jóla, og tað merkir, at
blómur skulu keypast, og ljós skulu
tendrast. Soleiðis er helst hjá okkum
øllum, men hjá Guðrun Nielsen av
Tvøroyri eru ljósini og blómurnar til
eitt serligt høvi. Tey skulu á grøvirnar
hjá Poulu og Símin Nielsen á Tvøroyri.
Í vælprýddu grøvunum liggja Poula
og Símin, sum hava verið deyð síðani
ávikavist ár 2000 og 1997. Tey bæði
vóru fráskild og lótu eftir sær Guðruna,
sum longu sum 9 ára gomul mátti klára
seg uttan foreldrini bæði.
– Tað hevur verið hart at ongantíð
havt eina mammu ella ein pápa at
venda sær til, um eitt hvørt var, greiðir
Guðrun frá, nú jólini nærkast, og hon
aftur skal út á grøvina at minnast.
Tað byrjaði um jóltíðir í 1997, tá ið
lívið hjá Guðrun varð endavent.
– Eg skuldi vitja pápa tað vikuskiftið,
men eg fór ikki, tí eg var sjúk. Tíbetur
kann man kanska siga, sigur Guðrun.
Tað vikuskiftið – tann 27. desember
í 1997 – varð Símin funnin deyður í
heiminum. Tey vita enn ikki, hvørjum
hann doyði av.
– Eg minnist, eg ofta vitjaði pápa,
og tað dámdi mær væl. Men eg minnist
ikki tíðina rundan um, at hann doyði,
sigur Guðrun.
Tað kom sum eitt snarljós á klárum
himli. Og tvey ár seinni var aftur
galið. Á vetri 1999 fekk Poula staðfest
krabbamein í lungunum. Hon varð send
til Danmarkar og fekk kemoviðgerð, og
varð staðfest frísk. Inntil krabbameinið
kom aftur og gjørdi enda á henni. Eitt
ár seinni, í august í 2000, doyði Poula.
– Eg minnist okkurt frá sjúkraleguni
hjá mammu, meðan eg ikki minnist so
nógv frá tíðini, eftir pápi doyði. Til
dømis minnist eg, at mamma skrivaði
eitt bræv til okkum um, hvussu nógv
hon gleddi seg at koma heim aftur ordi
liga frísk. Tað gjørdi hon so ongantíð,
sigur Guðrun.
Poula fór eisini, og brádliga stóð
lítla 9 ára gamla Guðrun uttan bæði
foreldrini.
Guðrun búði skiftivís hjá mostur
síni og hjá eldra beiggjanum, inntil hon
sum 17-18 ár flutti til Havnar.
Flokkurin var við á grøvini
Rundan um Guðruna hava fólk verið
ómetaliga hjálpsom. Lívið hjá mostrini
og stórabeiggjanum var gott, og í skúl
anum á Tvøroyri vóru tey ógvuliga
tilvitað um, at Guðrun hevði nakrar
tørvir, sum hini børnini ikki høvdu.
Serstakliga ein lærarinna á skúl
anum gjørdi sítt til, at skúlaárini hjá
Guðruni vóru góð.
– Flokkurin var við mær á grøvini
hjá mammu og pápa, tá tey høvdu føð
ingardag. Tað vóru tey nakrar ferðir, og
annars vóru eg og mín lærarinna. Tað
hjálpti mær nógv, sigur Guðrun.
Hon hevur eisini fingið stuðul
frá sálarfrøðingi, frá Beranum, frá
ymiskum starvsfólkum á skúlanum á
Tvøroyri, og ikki minst frá familju og
vinum.
– Eg haldi eg havi klárað meg væl
í lívinum, tí øll rundan um meg hava
vart meg og stuðlað mær sera nógv,
sigur Guðrun.
Men jólini og høgtíðir annars hava
verið merkt av sakni.
– Í byrjanini var tað ógvuliga hart,
at ikki hava eitt foreldur á jólum. Eg
havi tó vant meg við tað, og hugsi ikki
so nógv um tað longur, sigur Guðrun.
Varaleiðari
Í 2007 valdi Guðrun at venda Suður
oynni bakið, og fór til Klaksvíkar á
Húsarhaldsskúla.
– Eg vildi fegin sleppa avstað og
royna okkurt nýtt, sigur Guðrun.
Tá Guðrun flutti til Havnar í 2008
fór hon til arbeiðis í Á handlinum á
Sundsvegnum, og har hevur hon starv
ast síðani.
– Eg havi tvær ferðir roynt at byrja
uppá Studentarskúlan, men hvørja ferð
eri eg givin, sigur Guðrun.
Men ivaleyst hevur hon heldur ikki
tørv á tí, tí hennara drúgvu royndir í
handilsvinnuni hava ført við sær, at
hon nú er varaleiðari hjá Á.
Men ikki hesa jólahøgtíðina, tí nú er
Guðrun í barnsburðarfarloyvi.
Hon og lítla dótturin Emilia búgva
einsamallar í Havn, men tann stóri
stuðulin frá familju og vinum ger, at
lívið sum stakur uppihaldari higartil
væl letur seg gera hjá Guðruni, hóast
omma og abbi hjá lítlu Emiliu ikki eru
her til at hjálpa og síggja lítlu didduna
vaksa seg stóra.
FORELDRALEYS SUM 9 ÁRA GOMUL
EG HAVI ALTÍÐ
KLÁRAÐ MEG
VÆL
– HVØRJI JÓL OG HVØNN FØÐINGARDAG HJÁ MAMMU OG
BABBA VITJI EG Á GRØVUNUM. EG SETI BLÓMUR NIÐUR,
TENDRI LJÓS OG GERI VIÐ. TAÐ HEVUR HJÁLPT MÆR NÓGV,
SIGUR 25 ÁRA GAMLA GUÐRUN NIELSEN AV TVØROYRI, SUM
HEVUR VERIÐ FORELDRALEYS SÍÐANI HON VAR 9 ÁR