Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 7 BLAÐIÐ SAKNUR Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Jólin er mangan ein svár tíð hjá nógvum, og serstakliga hjá teimum, sum hava mist ein góðan. Berin er hjálparfelagsskapurin fyri børn, sum hava mist ein kæran. Sum vera man hava tey sent eina jólaheilsan út, nú jólini 2015 nærkast í hvørjum. – Hetta er trupult at tosa um. Øll hini gleða seg til jólaaftan, allar gáv­ urnar, dunnuna o.s.fr. Barnið, sum hevur mist, vil ikki oyðileggja gleðina hjá hinum og roynir tí kanska bara at lata sum um, fyri síðani at vera sera tungt í huga tá tað kemur heim. Heima hevur barnið heldur ikki hug til at gera hini kedd og leggur tí kanska eisini har lok á sínar kenslur. Hetta er helst eisini galdandi fyri restina av familjuni. So í veruleikanum ganga øll við somu tungu kenslu, men tey vilja skána hvønn annan, skrivar Berin á heima­ síðuni. Best er at seta orð á kenslur og tank­ar beinan vegin, við tí fyri eyga, at fáa betra um støðuna. – Tað hjálpir ofta at seta hol á, við at siga akkurát hvussu ein sjálvur hevur tað. Um hetta ger, at onnur verða kedd og møguliga fara at gráta, er tað tí, at tørvur var á tí. Tað kann vera ógvuliga gott og forloysandi at fáa grátið saman eina løtu. Fáa kenslurnar út, ístaðin fyri at berja tær niður innaní. Eftir ein »grátitúr« er ísurin brotin og høgtíðin kann tá kennast bæði avslappandi og hugnalig, sigur Berin. Hetta kann eisini vera galdandi, tá børn hava mist systkin. Øll familian er í stórari sorg, og børnini vilja gera alt fyri, at stemningurin skal vera so góður sum møguligt. – Tí kunnu tey mangan seta sínar egnu kenslur og tørv til síðis fyri ikki at oyðileggja lagið hjá foreldrunum, sigur Berin á heimasíðuni. Hendan tíðin er serliga svár. Tað kann kennast ovurhonds tungt at fara inn í eitt nýtt ár, uttan tann man var so góður við, og sum nú ikki er her longur. Eisini tað er týdningarmikið at fáa prátað um. – Vit eru ymisk og reagera sjálv­ sagt eisini sera ymiskt tá sorgin rakar okk­um. Men tað er ein sannroynd, at tað lættir um, um ein letur upp fyri kenslunum við at tosa við síni nærm­ astu, vinir ella onnur, ein kennir seg tryggan við. Serliga týdningarmikið er tað, at vit vaksnu eru tilvitað um hetta, og harvið hjálpa børnunum á glið. Tey vilja so fegin skána okkum, men byran er alt ov tung og prísurin ov stórur. Í síðsta enda gera vit hvør øðrum eina bjarnatænastu við at royna at »lata sum um«, skrivar hjálpar­fe­ lags­skapurin á heimasíðuni berin.fo Gott at tosa um saknin – BØRN, IÐ HAVA MIST FORELDUR, KUNNU HAVA TRUPULT VIÐ AT FINNA GLEÐINA FRAM. TAÐ ER IKKI VÍST, AT JÓLASÁLMAR, -SANGIR, -PYNT OG JÓLAGÁVUR KENNIST UPPLYFTANDI OG HUGNALIGT FYRI BARNIÐ, IÐ BER STÓRU SORGINA YVIR DEYÐU MAMMU ELLA PÁPA SÍN, TAÐ SIGUR HJÁLPARFELAGSSKAPURIN BERIN Í JÓLAHEILSANINI Í ÁR.