týsdagur 22. desember 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
8
BLAÐIÐ
FRÁSØGN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var táverandi eigarin av bónda
garðinum, sum læt hjúnini sleppa at
búgva á garðinum á jólum og nýggj
árinum í fjør.
– Her vóru eingir møblar, ongar
lampur, og her var snøgt sagt einki inni.
Kortini valdu Rakul og eg at halda jól
og nýggjár her. Einasti hiti var brenni
ovnurin, og vit noyddust í skógin at
finna okkum brenni til hita.
Johan í Kollafirði greiðir í stuttum
frá, hvussu tey sluppu at vera á garð
inum onkrar dagar, eitt vikuskifti og
síðan á jólum og nýggjárinum í fjør,
áðrenn tað endaliga gjørdist greitt,
at tey fingu møguleikan at ogna sær
skeytið upp á garðin.
– Bóndagarðurin stóð til sølu, men
tað var ómøguligt at fáa bankafígging.
Vit vóru ógvuliga áhugað og spurdu tí
eigaran, um vit kundu sleppa at gista á
garðinum í eina nátt. Seinni spurdu vit,
um vit kundu gista eitt vikuskifti, og at
enda sluppu vit at gista her á jólum og
nýggjárinum í fjør.
Hann sigur, at tað var ikki fyrr enn
í januar í ár, at tað eydnaðist teimum
at ogna sær skeytið upp á bóndagarðin.
– Seljarin, sum er granni hjá okkum,
hjálpti okkum at fíggja keypið við selj
arapantibrævi, tí tey sóu, at vit veruliga
meintu nakað við tað, sigur Johan í
Kollafirði.
Rakul so jólalig
Sjálvur ásannar Johan, at jólini í fjør
gjørdust rættiliga serstøk og undarlig í
hansara verð - ja, hann heldur, at hetta
vóru eini keðilig jól, har hjúnini vóru
einsamøll á garðinum, har eingin hevði
búð í fleiri ár.
– Men, Rakul er so sera jólalig, og
tað smittaði í ein ávísan mun eisini
á meg, tó at umstøðurnar hesi jólini
vóru rættiliga serstakar. Fyri konu mína
kendust jólini í fjør ivaleyst sum jól,
men eg dugdi líka sum ikki ordiliga at
foreina meg við hetta, tó at vit sjálvi
høvdu valt at halda jól á henda hátt. Eg
kann tó leggja aftrat, at eins og vit áður
hava byrjað á null-punktinum, gjørdu
vit tað eisini hesaferð. Tá er bara ein
vegur, og tað er frameftir.
Johan sigur, at tey vóru øll jólini
og nýggjárið í fjør einsamøll á
bóndagarðinum.
– Tá tað leið móti midnátt nýggjárs
aftan, gleddu vit okkum at fara út í tún
at vita, um vit sóu nakað fýrverk. Vit
ætlaðu nevniliga at hyggja at, meðan
onnur skutu fýrverk. Men, vit sóu
hvørki eitt ella annað. Vit skutu einki
sjálvi, og vit sóu ikki eina rakett, ei
heldur fýrverk av nøkrum slag. Her
var bara bølamyrkur.
Alt øðrvísi í ár
Men, í ár verður alt øðrvísi hjá Rakul
og Johan í Kollafirði.
– Í januar í ár hendi tað, at vit
fingu skeytið upp á bóndagarðin,
og í februar fekk eg fast starv á eini
galvaniseringsverksmiðju her nærindis.
So, vit kunnu siga, at stutt eftir ársskiftið
í fjør broyttist alt, og vit høvdu veruliga
eydnuna við okkum.
Á bóndagarðinum hjá Rakul og
Johan eru umleið 2.500 fermetrar av
bygningum, harav búarealið er umleið
210 fermetrar, og jørðin telur umleið
13.000 fermetrar.
– Vit hava gjørt nógv við garðin,
síðan vit keyptu, og í dag sær út, sum
um fólk altíð hava búð her. Vit eru
óvuliga glað fyri garðin, og her er nógv
hent, síðan vit ognaðu okkum skeytið.
Johan sigur, at á jólum í ár verða
tey fýra fólk á garðinum, Rakul, Johan,
Rúni og ein føroyingur aftrat, sum
nýliga er vorðin skildur og sum í løtuni
kennir seg sera einsamallan í Danmark,
tó at hann eigur hús her á Fjóni.
– Rakul dámar ikki at eta fugl, hvørki
høsn, dunnu ella gás, og fleskasteik er
vanligur matur í Danmark. Tí hava
vit fýra gjørt av at steikja okkum tvey
lambstjógv jólaaftan. Vit hava býtt
uppgávurnar millum okkum, soleiðis
at øll koma at gera okkurt. Einsamalli
maðurin og nýggi gesturin sigur seg
vera góðan í køkinum. Rakul kemur at
taka sær av at pynta mandlugávuna,
og síðan verða eisini uppgávur til Rúna
og meg. Vit fara at hugna okkum við
spølum og tónleiki.
Johan sigur, at jólaaftan klokkan
14 koma einir 10 danir at vitja bónda
garðin. Hetta eru fólk, sum vilja síggja
tey djór, sum eru á garðinum.
– Tað kann tykjast løgið, at tey tíma
at vitja okkum jólaaftan, men tey – eins
og onnur – eru hjartaliga vælkomin.
Her hava vit eitt nú høsn, dunnur, gæs,
kalkun, ein hest og grís, umframt at vit
hava hundar og kettur. Vit eru soleiðis
komin har til, sum vit vóru í Fámara
- og nú ræður um hjá okkum at koma
nøkur fet víðari.
Havt nógvar gestir
Johan í Kollafirði sigur, at tey hava
havt nógvar gestir á bóndagarðinum,
síðan tey fluttu inn at búgva - serliga
føroyingar, sum eru komnir fram við,
men eisini fleiri danir.
– Einaferð hendi tað, at tríggir bilar
við føroyingum steðgaðu her í túninum
samstundis, og tá visti tað seg, at øll,
sum vóru í bilunum, kendu hvønn
annan. Men, tað var av tilvild, at tey
júst steðgaðu hesa løtu.
Hann sigur, at fleiri enn túsund fólk
hava vitja á garðinum hetta árið, tey
hava búð her, og tað er eisini komið
fyri, at stórir bussar fullir av fólki hava
vitjað í senn.
– Longu um páskirnar byrjaðu fólk
at koma, og streymurin helt fram alt
summar og út í heystfrítíðina.
Hann sigur, at tey eisini hava havt
hundar hjá føroyingum, sum eru farin
til Føroya at ferðast, búgvandi, meðan
fólk hava verið í Føroyum.
Á bóndagarðinum er lív, og tað er
ikki av ongum, at Rúni Jacobsen, sum
eisini var saman við teimum í Fámara,
stórtrívist.
– Grannafólkini, sum seldu okkum
garðin, halda tað vera ógvuliga hugna
ligt, at ljós aftur er í vindeygunum -
og at grasplenurnar aftur vera slignar,
sigur Johan.
Aftur til Føroya
At Rakul og Johan vóru ógvuliga vón
svikin, tá tey noyddust at rýma úr
Fámara og seinni fluttu niður til Dan
markar, dylur Johan ikki fyri.
– Eg ætlaði mær ongantíð aftur til
Føroya. Einasta ferð, eg havi verið í
Føroyum aftur, síðan vit fluttu, var í
oktober í fjør, tá eg fór upp eftir Rúna.
Men, eg steðgaði ikki, og eg kalli tað
tískil ikki at hava verið í Føroyum aftur
og vitjað. Eg var ógvuliga fortørnaður
og vónsvikin, tá vit noyddust at rýma
úr Fámara.
Johan í Kollafirði sigur, at nú er ring
asta vónbrotið kanska við at hasa av,
tí hann hevur játtað at verða frásøgu
maður á Country-og Bluesfestivalinum
í Sørvági tíðliga næsta summar.
– Meðan eg nú arbeiði á einari
galvaniseringsverksmiðju, lesur Rakul
til »gammeldags psykolog« á Århus
Universiteti. Rakul, sum er rættiliga
ófør til bøkurnar, hevur søkt um at
sleppa at lesa víðari í Odense í staðin,
tí tá tekur teinurin millum skúlan og
bóndagarðin bara eitt korter á súkklu,
sigur Johan í Kollafirði.
HETTA VERÐA ONNUR JÓLINI HJÁ HJÚNUNUM RAKUL OG JOHAN Í KOLLAFIRÐI Á
BÓNDAGARÐINUM Í HAVNDRUP Á FJÓNI. MEN, Á JÓLUM Í FJØR ÁTTU TEY IKKI SKEYTIÐ
UPP Á GARÐIN. - EINGIN HEVÐI BÚÐ HER Í FLEIRI ÁR. HER VAR EINKI INNI, OG VIT
MÁTTU Í SKÓGIN AT FINNA OKKUM BRENNI TIL HITA, SIGUR JOHAN Í KOLLAFIRÐI
ÆTLAÐI MÆR ONGANTÍÐ
AFTUR TIL FØROYA
JOHAN Í KOLLAFIRÐI:
– Rakul dámar ikki at eta fugl, hvørki høsn, dunnu ella gás, og
fleskasteik er vanligur matur í Danmark. Tí hava vit gjørt av at
steikja okkum tvey lambstjógv jólaaftan, sigur Johan í Kollafirði
Mynd: Óla Jákup Rólantsson