Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 14 BLAÐIÐ SAMRØÐA Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tvey tey seinastu árini hevur tað verið skipað fyri kjøtkapping á Hotel Før­ oyum. Málið hevur verið at finna fram til, hvør eigur besta turkaða kjøtið. Tað valdast um smakk, útsjónd, lit, fiti og okkurt annað eisini. Tað er sum við víninum. Tað valdast um ár­gang, hvað­ani tað kemur, dygdina í drú­un­ um, prosessina fram ímóti endaliga pro­duktinum og so víðari og víðari. Fyrstu kappingina vann ein eiðis­ maður. Hann eitur Jan Thomsen. Hann er óðalsmaður og tað við lít. Nógvu tey síðstu árini hevur hann so við og við keypt jørð, og nú eigur hann fimm merkur í fýra hagapørtum – Fyri norð­an, Fyri norðan Vál, í Miðhaga og so eisini við Gjógv, har hann var eina­lærari, inntil bygdaráðið í Sunda komm­unu fyri nøkrum árum síðani sam­tykti at niðurleggja skúlan við Gjógv, og at bæði børnini og lærarin skuldu flytast í Norðskála-Oyra skúla. Har er 52 ára gamli eiðismaðurin framvegis lærari. Hann røktar Fyri norðan og Norðan Vál, og kjøtið, sum vann kappingina í fjør, var úr ervaseyði á markinum mill­ um tvey tey hægstu fjøllini í landinum – Gráfelli og Slættaratind. Tá ið tað verður lagt aftrat, at Jan Thom­sen skjýtur harur, veiðir síl og um sumrarnar er ferðaleiðari niðan á Slættara­tind og Kollin og norður á Dal, so kemur tað ikki óvart á, tá ið tað verður sagt, at so nógv tann størsta partin av tíðini, tá ið hann ikki kennir børnunum longri suðuri í Sunda­lag­ num, er Jan í fjósinum niðri við Vatnið, sum liggur í haganum Fyri norðan ella úti í náttúruni. Í einari Tórður á túri sending í út­varp­inum hjá Kringvarpi Føroya einaferð síðsta vár, var Jan Thomsen at hoyra, og tá hoyrdist, at hann veit nógv at siga um heimbygdina. At vera óðalsmaður og at hava fimm merkur í fýra hagapørtum er ein lívs­ formur. Tað er ikki klokkan, sum ger av, hvussu nógv tíð verður brúkt til henda partin av arbeiðnum, men tað er, tá ið uppgávurnar eru fingnar frá hondini, at tað ber til at hugsa um annað. Tað mest sum sigur seg sjálvt, at hjá allari familjuni snýr tað seg um kríatúrini, at røkta, slakta og tað, sum annars hongur uppi við. Í heyst skipaði Eiðis kommuna fyri orðaskifti um landbúnaðin og fram­ tíðina, og tá var óðalsbóndin úti á Bø á Eiði við. Saman við soninum tekur hann sær av flettingini. Krov, avroð, garnatálg og annar innvølur fer víða í landinum. Á Eiði verður seyðurin, sum so manga aðra staðni í landinum, røkt­ að­ur í felag. Hvussu nógv verður tikið valdast um, hvussu árið roynist, men hjá Jan Thomsen liggur tað ofta oman fyri hundrað. Gæsnar Umframt seyðin og fjallgongdina so snýr fenaðurin seg eisini um gæsnar. – Nú eru tað fleiri ár síðani, at eg fór undir gásahald, og tað hevur vund­ ið støðugt upp á seg. Seinnapartin av sumrinum og út á heysti ganga gæsnar á stórum víddum innangarðs og eisini Norðan Á. Tá ið slaktið er av, eru gæsnar tað næsta, samstundis sum brundarnir skulu fáast út. Gæsnar verða tiknar og slaktaðar so við og við, og sjálvandi hevur tað týdning at fáa hetta frá hondini eitt sindur fyri jól, tí talan er um jóladøgurða, sigur Jan Thomsen. Bæði, tá ið tað ræður um seyð og gæs, eru kundarnir kring stóran part av landinum. Summir kundar fara norður til Eiðis eftir krovi og gás, og Jan ferðast eisini suður í høvuðsstaðin, út á Skálafjørðin og til aðrar bygdir í Eysturoy og aðra staðni við fyri at avlevera jóladøgurðarnar. Eru tað somu kundarnir, sum á hvørj­um ári keypa gás frá tær? – Stóri helmingurin eru fastir kund­ ar, og restin skiftir eitt sindur. Hvussu er áhugin fyri at keypa føro­ yska gás til døgurða á jólum? – Hann er stórur og so spakuliga vaksandi. Vit ynskja Jan og hansara eini gleði­ lig jól. – Takk og á sama hátt ynskja vit tykk­um í Miðlahúsinum og øllum før­ oyingum. FYRRVERANDI EINALÆRARIN VIÐ GJÓGV, SUM ER ÓÐALSBÓNDI Á EIÐI, HEVUR SELT HUNDRAÐ GÆS Í ÁR, UMFRAMT AT HANN HEVUR NÓGVAR FASTAR KUNDAR, IÐ KEYPA SEYÐ FRÁ HONUM JAN SYRGIR FYRI JÓLADØGURÐANUM - Nú eru tað fleiri ár síðani, at eg fór undir gásahald, og tað hevur vundið støðugt upp á seg, sigur Jan Thomsen Áhugin at keypa føroyskar gæs er stórur og støðugt vaksandi