Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 13 BLAÐIÐ – Trupulleikin er, at jólastákið ger so nógv um seg á okkara døgum, at fólk overva seg í tímiligum lutum og gerðarmálum og pøsa seg fyri jól, sigur sálarfrøðingurin Eyðun Joensen kanska beinleiðis tunglynt. Eigi eingi bei­n­leiðis hagtøl, men meini meg minnast ávísa innrás á psykiatrisku deild av slíkum fólkum undan jólum og/ella summarfrítíð. Tey vóru sjáldan sinnissjúk, men kendu seg bara sperdan av kenslu av tvístøðu og tunglyndi vegna strongd og einsemi. Fólk pøsa seg Eyðun Joensen helt tá – sum nú – at fólk hava hug at pøsa seg óneyðugt upp undir jól. – Trupulleikin er, at jólastákið ger so nógv um seg á okkara døgum, at fólk overva seg í tímiligum lutum og gerðar­málum og pøsa seg fyri jól. Fólk stákast ov nógv, alt skal verða í standi og reint, summi umvæla ella keypa nýtt til jóla, tað skal pyntast og prýðast, keypast og náast – eisini tað, sum ikki er neyðugt í jólamánaðinum. – Eg plagi at spyrja fólk, hví tílikt skal gerast til jóla, og tey siga, at tað skal kortini gerast, so jólini eru eitt gott høvi, og fólk vilja ikki hava, at nakað skal verða jólatrøll. – Halgubók sigur frá tveimum ólík­ um systrum, Martu og Mariu. Marta gjørdi sær tað strævið við nógvari stákan, mest sum ov mikið, og hevði ikki stundir til annað, meðan Maria settist við føtur meistarans at líða á talu hansara. Tá hevði Jesus at Martu: »Marta, Marta, tú gerst tær ónáðir og stríð av mongum, meðan Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.« – Mær tykir bæði lyndiseyðkennini vera neyðug hjá menniskjum, men hvørt til sína tíð – og ikki ov nógv av hvørj­um í senn, sigur Eyðun Joensen. Binda frið Í greinini frá 1991 spyr Dagny Joensen móti endanum Eyðun Joensen, um hann hevur eini góð ráð um, hvussu fólk skulu halda jól. – Eg hevði viljað, at fólk kundu hildið jól í friði og náðum – sum hjá mongum eisini er ein framíhjárættur. Tað hevði bøtt munandi um jólahugnan, um fólk kundu gjørt seg minni bundnan av van­ligu krøvunum, sum millum annað hand­ils­lívið setur til okkara, og vit sjálvi gera av pátiknum virksemi. Eyðun Joensen heldur, at tað snýr seg eisini um at vera tolin og fyrigeva hvørjum øðrum, sum í jólastákinum ikki hava livað upp til myndina av til dømis einum góðum hjálpsomum manni ella einari tolsamari mammu. Eisini at tola, at persónligu og familju­ ligu lýtini gerast meira sjónsk og til­ vit­að í ljósinum av jólafyrigyklanini. – Stutt sagt at sissa seg og ikki spenna bogan so høgt, at hann brestur. Tað er høvi at hugna sær í hesi myrku vetrartíð, vera um familjuna og kanska eisini fáa eina hvíld burturav. So ger tað minni, um okkurt slag av smákøkum vanta á jólaborðinum, sigur Eyðun Joensen. Og soleiðis endaði tað við, at ætl­ anin um eitt jólaprát anno 2015, gjørdist ein ferð eina fjórðingsøld aftur í tíðina til útsagnir, sum vit framvegis kunnu brúka og taka til okkum í dag. Og í dag leggur Eyðun Joensen afturat: – Lívsvísdómur nýtist ikki bert at vera nomin via prædikur og akademisk ganda­orð. Í einum øgiliga gomlum »Far til fire«-filmi er stórfamiljan setst við sera búgvið jólaborð, har altso reyð­ røtur av tilvild mangla millum alt ann­að stás, hareftir onkur súrliga við­ merkir:"Jamen, der mangler jo rød­ beder", og so er allur jólahugnin við jóla­borðið spiltur og matmóðurin illa við. – Soleiðis mugu vit ikki fara at og so als ikki á jólum. Gamaní eru krøvini til tað perfekta hørð, tó máti skal vera við, og heldur taka tað púra róliga og heldur fegnast um sjálva samveruna og at vera hvørjum øðrum nær og glað, so má so lítivert stakkalastás sum reyðrøtur eins og aðrar piparnøtur vera tað, tað er, sigur Eyðun Joensen. Eg hevði viljað, at fólk kundu hildið jól í friði og náðum