týsdagur 22. desember 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
12
BLAÐIÐ
SAMRØÐA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Skulu vit ikki fara at hugleiða
eitt sindur um jól til jólablaðið hjá
Sosialinum?
Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen –
ella gamlipsykologur, sum hann plagar
at undirskriva onkran mail – er í hinum
endanum, og eg spyrji.
– Hví hevur tú ikki ringt fyrr. Eg
fór til Danmarkar í gjár, og eg fari at
halda jól niðri.
– Tað var spell, sigi eg.
– Men prøva og vita, um tú ikki
finnur eina samrøðu við meg í Sosial
inum fyri umleið 25 árum síðani, har
eg hugleiði um jól og biði fólk binda
frið á jólum. Har segði eg okkurt, sum
framvegis kann brúkast í dag, sigur
Eyðun Joensen.
Tað ganga bert nakrir fáir minuttir,
so havi eg funnið greinina, sum Eyðun
Joensen sipar til. Hon var í Sosialinum
beint fyri jól í 1991. Mín fyrrverandi
starvsfelagi Dagny Joensen gjørdi sam
røðuna við Eyðun Joensen, og tá ið eg
lesi greinina, má eg eisini staðfesta, at
útsagnirnar hjá sálarfrøðinginum fyri
smáum 25 árum síðani eru minst líka
viðkomandi og aktuellar í dag, sum tær
vóru tá:
– Vónirnar til tað, sum skal koma
– hátíðin, jólaveitslurnar, familjusam
komurnar og annað – eru mangan
stórar avbjóðingar fyri fólk. Jólini
eru familjuhátíðin burturav, og tað
setur krøv til einstaklingin. Tann stóri
familjuhugnin skal setast í hásæti, men
tíverri er familjuhugnin als ikki til í
ávísum førum, og tí kenna mong seg
einsamøll og strongd um jóltíðir, sigur
Eyðun Joensen í greinini.
– Vanliga er tað soleiðis í gerandis
degnum, at tað ber til at liva við, at
familjur eru syndraðar ella klandrast
sínamillum, ella at ein sjálvur er for
fjónaður, einsamallur ella avbyrgdur,
men tað er ikki eins lætt á jólum.
Trupult hjá mongum
Fólk, sum eru farin frá hvørjum øðrum,
eru mangan í trupulum støðum, tí øll
vildu helst havt børnini hjá sær á jól
um, og er talan um fólk, ið eiga børn í
fleiri samanhangum, er tað so at siga
vónleyst at fáa alt at ganga upp.
– Á jólum verður alt hetta sett upp
sum ein vøkur mynd, sum ein átti at
livað upp til. Hvør einstakur hevur í
hugaheimi sett sær fyri, hvussu jólini
skulu mynda seg. Situr myndin ikki
til veruleikan, tá avtornar, kemur
tunglyndi og ótryggleikin til sjóndar,
sigur Eyðun Joensen.
Hann heldur tó, at trupulastu um
støður hava tey, ið eru einsamøll ella
kenna seg einsamøll.
– Teirra ivamál er, um familjan
bjóðar teimum at halda jól. Hóast
einki samband er í gerandisdegnum,
so merkist tað kortini ikki so tungt
sum á jólum. Einsamøll fólk kenna tað
oftast soleiðis, at tey eru til ampa, ella
at familjan kanska heldur seg verða
noydda at bjóða teimum.
– Er talan um fólk, sum hava sálar
liga sjúku av og á, kann tað eisini verða
trupult hjá avvarandi, tí slík fólk kunnu
verða strævin at vera um, tá ringast
leikar á. Liva tey væl, ber tað til, men
í summum førum eru familjubondini
ikki so sterk longur, og uppaftur í onkr
um førum eru tey als ikki til, sigur Eyð
un Joensen.
Í prátinum anno 2015 leggur hann
afturat, at hann í sínum arbeiðslívi
javnan stúrdi fyri jóla- og nýggjárs
haldinum og tilstundandi summar
frítíðini.
– Av pátiknum næstakærleika
hevur onkur kanska kent seg noyddan
at bjóða øðrum (kanska ommuni) við,
og hesi varnaðust hyklið, kendu seg
illa við og komu í tvístøðu, gjørdust
sperd av sínum veruliga einsemi og
– VIT SKULU SISSA OKKUM OG IKKI SPENNA BOGAN SO HØGT, AT HANN BRESTUR,
SIGUR SÁLARFRØÐINGURIN EYÐUN JOENSEN UM JÓLASTÁKANINA
FYRIGEVIÐ
OG BINDIÐ FRIÐ
Á JÓLUM
Næstan 25 ára gomul grein í Sosialinum er
framvegis viðkomandi í dagsins jólsaresi