Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 70

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 38 BLAÐIÐ UMRØÐA Tórbjørn Jacobsen Tað eru 51 ár síðani, at ein sjáldsamur norðoyingur trein fram úr fjøldini og debuteraði við einum yrkingarsavni, sum tíðum verður havt á lofti, eisini í okkara tíð. Til lívið var heitið á savn­in­ um, og Oyggjaframi gav út. Av mongum mett sum eitt rættiliga slóð­brótandi savn, eitt litterert markamót, sum eisini ávirkaði og flutti aðrar høvundar inn á somu modernistisku leið. Farrin av tjóðarfrælsi og vinstrahallari slotan rak uppi við, men hann kom bara undan kavi einaferð, og bleiv so burtur aftur úr skaldaheiminum í áratíggju, við und­an­taki av onkrum smáum ávarpi í tíðar­ritum so hissini. Líggjas í Bø fór at fáast við annað. Vinnu, aling, hand­ il, teldur, bókhald og pening, og nú vænt­aði ongin, at hann nakrantíð fór at lætta lokinum av blekkglasinum aftur. Kenni mannin stórt sæð bara frá umrøðu, sigst at hann er fáorðaður, meiri virkissøkjandi, ella sum maðurin tók til: Hann skrukkar minni og verpur meiri. Tað hevur gjørt hann til eitt slag av einum sfinxi, sum hevur verið ringur at peila av hjá teimum, sum ikki kendu hann. Kortini hava tey flestu vit­að, hesum hevur hann ongantíð dult fyri, at maðurin er treytaleysur loys­ingar­ maður. Ein av teimum sum heldur vakt við tjóðskaparligu frælsisboyuna stútt og støðugt. Árla og síðla. Soleiðis kenni eg meg í slekt við mannin, hóast vit mær vitandi ikki eru í ætt íleguliga. Klakksvíkingar vístu mær tann stóra heiður á Norðoyastevnu í fjør, at flyta fram miðnáttarøðuna í Vágstúni. Eitt lítið brot úr røðuni: »Ein sum veruliga hevur spaðað til á hesum økinum, og sum hevur givið ikki-etniskum norð­ oyingum eina lýsing av tí vanliga lívinum her norðuri, umvegis stórar originalar sum Mallus og Óla Jákup Express, er maðurin, ið á sinni yrkti um teir menninar, sum elska mold. Líggjas í Bø. Aftur nú aktuellur við Jústa-ættini og øðrum Viðareiðissøgum. Maðurin er tikin úr leikum sum skribentur, og takk fái Líggjas, at hann leggur hetta fram so snøggliga, annars var hetta, sum so mangt annað, farið inn í frumtokuni og haðani sást tað ongantíð aftur. Hetta er gerandisdagurin, dagurin hjá tí vanliga manninum, eitt søguligt klípi, eitt søguligt sjónarhorn, sum fær okkum at skilja samfelagið undan okkum mikið meira enn annars.« Tað gingu tveir dagar, nú liggur Jústa-ættin signerað í postkassanum. Bergmál frá høvundinum, ein flott reaktión. Aftur einaferð legði eg til merkis, at maðurin, sum í mong ár í gerandisdegnum hevði ferðast í ovaru loftlindum, tekur støði í vanliga manninum, borgaranum á gøtuni, hevði eg nær sagt, táið hann setist við knappa­borðið fyri at siga øðrum frá um hesar frálíku søgurnar um serligar persónsmenskir, goymdar í heila­goymslum hansara. Oftast eru tað teir ið vinna og ráða, sum skriva søguna. Skrivaðu keldurnar finnast fyri tað nógva í valdshøpinum, tí verð­ur søgan vanliga skrivað úr ovastu hædd í sosiala elevatorinum og niður­eftir. Hjá Líggjasi er tað heilt øðrvísi, sympatiurin liggur hjá vanliga fólkinum, originalinum og rættvísini. Hann stendur dygst har niðri í sosialu lyftuni og hugsar og skrivar uppeftir andvegis establishmentinum, teimum sum sita fyri valdinum. Tak meg ikki í tí, men júst í hesum strukturinum haldi eg meg síggja eina marxistiska flís, goymd onkustaðni undir væðingini, sum leggur samfelagið opið úr einum heilt øðrum sjónarhorni, enn tað vit eru von við. Karl Marx var nú heldur ikki nakar mýruvongur sum greinari, skal sigast. Hóast lítið hevur verið at hoyrt um litteraturin hjá Líggjasi í almenna rúminum, heilt nógv hava lisið hann kortini, so hava bøkur hansara gjørt mær mun. Heilt stóran mun. Mær hevur altíð dámað kontanta fasongin hjá norðoyingum, helst íkomin av kørgu og harðrendu umstøðunum, ella sum Magnus Dam Jacobsen tók til: “Er Havnin rokok, er Klaksvíkin barok.” Úr bókini um Lingu og Mallus og henni um Ó.J. Express fært tú meiri takholt á støðuni í hesum serliga samfelagnum eystanfyri Djúpini. Høvuðspersónarnir verða skiftandi gandaðir inn og út úr samfelagnum, og hóast farnir foldum frá, gerast teir merkiliga livandi, og tú kennir rákan av kringumstøðunum í næsarnar. Úr Jústa-ættini fekk eg á fyrsta sinni eina veruliga fatan um, hvussu vanlig fólk bygdu sær upp eina tilveru úti á bygdunum kring landið, áðrenn samfelagið fór undir at taka sær av tí mesta úr vøggu í grøv. Hetta er í grundini økonomiska søgan um hvussu materian, lívsgrundarlagið, varð skapt úr egnum hondum, høvdi og kring­ umstøðum, í hesum førinum við støði í bygdini Viðareiði. Stórar hendingar varpa langar skugg­ar frammanfyri sær, verður sagt. Í eina tíð havi eg vitað, at enn eitt handrit lá klárt til prentingar. Tað skuldi snúgva seg um hitt komplexa, trupla og fyri mong eisini eyma Læknastríðið. Einaferð, tíðliga í november mánaða, liggur hetta sama handrit í einum brævskipara á Havnarskrivstovuni í Runavík, tá eg kom aftur av einum býráðsfundi, og eg gjørdist ikki sørt ovfarin. Søgan um Klakksvíksstríðið var nú umsíðir skrivað av einum manni, sum sjálvur hevði verið innanvert frontin á Pollinum og á hermótinum í bygdini. Andlit vórðu nú sett á figurarnar í hesum stríði, sum um tað mundið gjørdi Klakksvíkina og Føroyar heimsgitnar. Í øllum heimsins metropolum tosaðu fólk um hesar hendingar, og ein útisiglari frá hesi tíðini segði mær, at hann gjørdist ikki sørt kløkkur, tá hann á forsíðuni á eini avís í Rio de Janeiro sá hesa kendu myndina av sperringum, Barmi, Svínoyar Bjarna og alvápnaða klakksvíkinginum undir føroyskari húgvu, sum vardi borg ímóti fremmandari atsókn. HUGNALIG ØLD, ATOMØLDIN Líggjas í Bø Mynd: Dávur Winther