týsdagur 22. desember 2015síða 71
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
39
BLAÐIÐ
Ein sekvensur í yrkingini Atomøldin
ljóðar soleiðis:
Í Føroyum gongur alt sína vanligu
gongd.
Moralurin er góður í vandans
stund:
fólkið hevur týðiliga sagt frá,
at tað vil ofra lívið
fyri hina dýru frælsishugsjón,
og tí heldur hermálsliga
útbyggingin fram.
Yrkingin endar við lakonisku útsøgnini:
Hugnalig øld, atomøldin.
Haldi meg í hesum brotinum
síggja kredduna og hugsunarháttin
hjá Líggjasi í Bø, nú hann hevur
greitt úr hondum valaverkið Klakks
víksstríðið. Amerikanararnir sneiða
seinra heimsstríð av við at tveita
tvær kjarnorkubumbur niður yvir
sakleys menniskju í Hiroshima og
Nagasaki. Vit eru komin í atom
øldina. Føroyingar velja loysing í
1946 og fáa heimastýrissamband,
klakksvíkingar gera uppreistur í
fimmtiárunum, og tá yrkingin er
skrivað, reiðrast fremmandar maktir
framvegis í føroyskum fjøllum, sum
liður í herðandi hernaðarduppingini
ímillum eystur og vestur. Stórveldini
skáka hvørt annað við støðugt meiri
avanseraðum ísinkrammi, teir einastu
í heiminum, sum ikki fáast at binda
frið, eru klakksvíkingarnir. Teir eru
farnir at fata seg sjálvar sum ein stat
í statinum. Eisini tí teir sakna før
oyska nationalstatin, sum teir so
massivt stuðlaðu á Fólkaatkvøðuni 14.
september 1946.
Viderø sigur um svínoyingar,
at teirra hávaksni kemst av, at teir
vaksa bæði uppeftir og niðureftir.
Serliga kallmennini, sum eiga røtur
aftur til onkrar dovragubbar í Noregi.
Um Klakksvíkina sigur hann, at hon
vaks so skjótt í vavi, at hon megnaði
ikki samsvarandi at vaksa niðureftir.
Rótin rakk ikki slokkinum í hesi bráðu
framtøku. Bráðpannan, sum fólk av
alskyns slagi og úr ymsum heraðs
hornum vildu gerast partur av, gjørdist
eitt søguligt gap, har so mangt bar til.
Felagssálin – eindaridentiteturin, sam
leikin – var ikki stadnað, alt lá opið,
og nógvir ymiskir vindar blástu inn
av Pollinum og Borðoyarvík, tað ráddi
um at síggja møguleikarnar, stutt
var ímillum hugsan og handling, ein
nýbyggjari bíðar ikki eftir nøkrum,
heldur ikki sær sjálvum. Hann fremur
sínar egnu fyritreytir afturat teimum
natúrugivnu. Í honum býr uppdriftin,
sum er runnin á hann av vakstrarlag
num í kringumstøðunum. Teir bygdu
sínar egnu samfelagsstovnar, eisini
Sjúkrahúsið, tí ber ikki til at síggja
Læknastríðið í einum isoleraðum
optikki. Tað er í grundini ein sjálvsøgd
avleiðing av óvanliga vøkstrinum og
vantandi fatanini, av hesum nýggja
og avbyrgda samfelagnum eystast í
landinum, hjá systeminum í Havn
og Keypmannahavn. Perverteraði
geopolitiski logikkurin hjá hesum
seinru høpunum er meiri óskiljandi,
tá støða skal takast til málið.
Fleiri hava í bitum viðgjørt Lækna
stríðið. Óli á Dalinum skrivar um tað
í bókini um Fischer Heinesen. Í Fróð
skaparritið 60. Bók, sum var givið út
í 2013, skrivar Hans Andrias Sølvará
áhugaverda og drúgva greining um
Stríðið, út frá skrivligum keldum,
væntandi fer hann at gera meiri við
málið í næstkomandi bindi av Klakks
víkar søgu, og í »Mín lívsøga til sjós«
fer Richard Jacobsen ógviliga lætt um
málið, hóast hann bæði var tingmaður
fyri Javnaðarflokkin og formaður í
kommunustýrinum í Klakksvík ein
Í einum hvørjum partisaniheri finst altíð ein krýndur ella ókrýndur chefcommandantur. Í Klakksvík mundi
havnarmeistarin og sjómansskúlalærarin Fischer Heinesen bera ta byrðuna á sínum akslum, og eftir øllum
at døma hevur hann átt røttu rættvísiskensluna og avgerandi sálarstyrkina fyri at lyfta henni