Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-22, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 2015síða 72

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2015 40 BLAÐIÐ part av tíðini, sum Stríðið vardi. Hann rundar tað soleiðis av: »Tíbetur er læknastríðið farið í gloymibókina, og tey yngru vita lítið og einki um tað.« Hetta man Líggjas í Bø hava hildið vera ein óhepnan enda á einum annars nógv umrøddum máli, og eg giti, at hann við bókini Klakksvíksstríðið tilvitað hevur sett sær fyri at fylla hetta søguliga vacuumið út við tí, sum hann mintist afturá og annars visti um og hartil fann av tilfari um hetta heilt sjáldsama tíðar­ skeið, 1952-1955, í Klakksvíkar søgu og søgu norðoyinga. Líggjas leggur ikki í at dylja sína støðu. Longu í fororðunum ger hann vart við, at hann hevur skrivað bókina fyri at donsku kanónirnar og politisku dómarnir ikki skulu fáa seinasta orðið, og hann staðfestir eisini, at orðingarnar av og á eru merktar av, at høvundurin er parthallur. Greið tala, og lesarin veit harvið frá fyrsta bríksli, hvørjum hann er uppi ímóti. Høvundin setir Læknastríðið inn í ein søguligan kon­ tekst. Umvegis buldrasligu stríðsárini, har Klakksvíkin eisini varð rakt og bumb­að, frælsisatkvøðuna í 46, táið 72% av borgarum býarinnar valdu, at Føroyar loystu frá Danmark, og so sosialu og átrúnaðarligu rembingarnar, sum eltu kjalarslóðina í óvanliga stóru menningini í Klakksvík hesi árini. Halvorsen lækni er eitt mál í málinum, men tað kemur mær fyri, at hann hevur sama týdning í Klakksvíksstríðnum, sum tað eina skotið í Sarajevo hevði fyri fyrra heimsbardaga. Har hekk so nógv uppi við. Sam­stund­ is sum teir bygdu sínar egnu stovnar, skúlar, sjúkrahús o.a., vóru teir partur av skattagrundarlagnum hjá øllum landinum, og tá centralmaktin, tað veri seg í Havn ella í Keypmannahavn, tók yvir stýringina av m.a. sjúkrahúsinum, tá kendu teir seg ikki at standa nóg væl í sólini, kanska slettis ikki. Teir vórðu ikki hoyrdir yvirhøvur, so lítið, at einaferð umrøddu teir møguleikan fyri at gevast at gjalda skatt til landskassan, ella til myndugleikan í Havn. Tá renna úr svørðinum objektivar fyritreytir fyri bylting. Slagið um Føroyar var fyribils tapt við Heimastýrislógini, og nú skuldi slagið standa um Klakksvíkina. 95%´ararnir vóru klárir at manna her­ liðið, og hóast sagt verður, at ong­ in ítøkilig leiðsla var í Stríðnum, so gerst tað skjótt greitt, at nakrir com­ mandantar taka hesa ábyrgdina á seg, hóast høpið ikki var skipað formliga. Líggjas rør framundir, at hetta mest av øllum líktist einum guerillakríggi, einastaðni skrivar hann, at Jens Cristian var ein sannur orðsins maður, og einum slíkum er brúk fyri í eini koll­veltingarstøðu, í aðrari syftu tekur hann til »tá ið geriljastríðið tók seg upp ímóti hersetingini«, og sum ein kendur frælsisstríðsmaður einaferð tók til: »Partisanurin er sín egni generalur. Ein avgerandi treyt fyri at parti­sanurin skal yvirliva er, at hann dugir at laga seg eftir viðurskiftunum, og ikki minst at hann dugir at brúka umstøðurnar sær sjálvum til fyrimunar, so langt ávegis sum gjørligt. Hann skal vera kvikur í høvdinum, og harafturat skal hann hava eitt hugflog, sum ger hann føran fyri í stundini at saðla um, at broyta taktikkin, um annars gongd­ in í bardaganum krevur hetta. Tað eru hesir eginleikar, ið koppa øllum vur­ der­ingum hjá kappingarneytum, hjá fíggjandaligum feltharrum og ger teir desorienteraðar og veikar.« Kortini finst altíð ein krýndur ella ókrýndur chef- commandantur í einum partisanheri. Í Klakksvík mundi havnarmeistarin og sjómansskúlalærarin Fischer Heinesen bera ta byrðuna á sínum akslum, og eftir øllum at døma hevur hann átt røttu rættvísiskensluna og avgerandi sálarstyrkina fyri at lyfta henni. Hann var primus inter pares. Tað bendir dóm­ urin eisini á, at dómsvaldið er komið eftir, og tað sama rør sakførari hansara, Sigurð Joensen, eisini framundir í útvarpssamrøðu við Jógvan Arge fyri mongum árum síðani. Tað fløðir og fjarar í stríðnum hesi árini, men tá borgarliga landsstýrið, við Kristiani og Hákuni Djurhuus á odda, saman við donsku stjórnini, senda danska herin til frontin í Klakksvík, tá ber av. Teir hava fingið boð um at knúsa alla mótstøðu og eru klárir at pulvurisera býin, um tað gerst neyðugt. Danski herurin, saman við donskum løg­regluliðum og blóðhundum, er farin í hernaðarligt víggj ímóti donsk­um ríkisborgarum í Føroyum – í Klakks­ vík. Teir sum ráða fyri borgum í Før­ oy­um um hetta mundið, og danska javn­aðarstjórnin, fáa, helst av røtt­um, av grovfílini í bókini, og hon gevur eina heilt aðra mynd av hesum monnum, enn higartil hildið ímillum manna. Samanumtøkan hjá Líggjasi er sigandi: »Stóru dólgarnir vóru ríkis­umboðið, umboðandi veruligu valds­harrarnar í Føroyum, og løgmaður og landsstýrið, sum als ikki skiltu sína uppgávu sum verjar av fólksins áhuga­málum.« Latent liggur tað undir skrivingini, at myndugleikarnir og lands­læknin og læknafelagið als onki gjørdu fyri at loysa málið, fyrrenn tað kom upp í ein stúgva. Øll eiga at lesa hesa framúr góðu bókina, sum veruliga gevur hesum famøsa stríði lív, kjøt og sál. Halvorsen fór av landinum aftur, og so ber til at spyrja hvør vann og hvør tapti. Sølvará sigur at: »Tað er yvirhøvur trupult at finna nakrar vinnarar í læknamálinum, – um tað altso verður sæð burtur frá Tjóðveldisflokkinum, sum vann løgtingsvalið í 1958 – men skal peikast á ein tapara, so er tað fullkomna politiska maktasloysi hjá nýggja heimastýrinum, tað sum fyrst leypur í eyguni. Ítøkiliga ber sjálvandi til at siga, at myndugleikarnir vunnu læknastríðið, men tað vóru fyrst og fremst ríkismyndugleikarnir, sum vunnu hetta stríðið, meðan føroyskir myndugleikar vóru fullkomuliga hjálparleysir.« Í aftursjónini ber tó til at siga, at umframt Christianskirkjuna, vunnu norðoyingarnir á strategisku rásini slagið, samfelagið helt fram sum eitt »sjálvstøðugt« samfelag í sam­felagnum, og enn hevur ongin átt dirvi í sær, at fremja metropolitiska dreymin um at niðurleggja Klakksvíkar Sjúkra­hús, bara Læknastríðnum fyri at takka. Klakksvíkingar kunnu takka gue­rilluni undir leiðslu Fischers fyri, at fremmandir myndugleikar ikki enn tann dag í dag hætta sær at nema mál har norðuri, serliga ætlaði niður­ laðingarmál, við einum klova. So stutt er søguslóðin aftur til Klakks­víksstríðið, at eg minnist Fischer Heinesen. Tá eg sum smádrongur onkuntíð kom á Klakksvík við pápa mínum, tá siglt varð ímillum Føroyar og útlond, kom hann umborð at vitja. Hann hevði verið lærari og stjóri á Navigatiónsskúlanum í Marstal, pápi mín er skipsførari frá sama skúla og sjálvur eri eg føddur í sama býi. Kanska rættaði hann onkuntíð kum­passina, men fyri einum 12 ára gomlum óvita líktist hann meiri einum sunnudagsskúlalærara heldur enn ein­um guerillasoldáti, enntá einum í broddi fylkingar. Í bitum havi eg seinri funnið útav, hvussu komplext hetta flogvitið var – spennandi allan vegin úr Emmaus út á hermótið. Líggjas fabulerar stutt um persónin í endanum á bókini, og um politiska observansin gitir hann, at í innanhýsisstríðnum í Fólkaflokkinum, stóð hann undir liðini á Thorsteini Petersen, meðan Kjølbro og Hákun Djurhuus stóðu á hinum meiri sambandska veinginum. Nú veit eg ikki um nøkur brøv ella samskifti liggja eftir Fischer, hugsi serliga um ídna leiklutin Tjóðveldisflokkurin átók sær, serliga tá nakað var fráliðið í stríðnum. Løgið skal tað vera, um samband ikki hevur verið ímillum Erlend og Fischer. Komi í hesum sam­ band­inum at hugsa um eitt bræv, sum Grækaris Madsen skrivar Erlendi Patursson úr Kvívík í 1947, har hann eggjar honum til at fara undir at skipa ein loysingarflokk, nú Fólkaflokkurin hevur svikið. Í endanum á brævinum skrivar hann soleiðis: »Eg ætli mær at velja Fischer Heinesen, les tú bara brævið fyri honum og hinum.« Hetta bendir á, at Fischer Heinesen var svorin loysingarmaður, og stovnaðu teir ikki loysingarflokk, so var havnarmeistarin í Klakksvík hansara maður. Hetta kundi bent á, at Fischer hevur umrøtt møguleikan fyri at fara uppí politikk, men tað gjørdi hann kortini ikki. Tíbetur kanska fyri klakksvíkingar, tí avrik hansara býnum til frama eru so magnfull og avgerandi, at býurin átti at reist honum eina standmynd. Nú ber til at fáa eina gjølliga fatan um Læknastríðið ella Klakksvíksstríðið. Leggur man skjalatilfarið og metodisku søguligu skrivingina hjá Sølvará saman við bókini hjá leikmanninum og skaldinum Líggjasi í Bø, fær man eina sera góða mynd av einum stríði, sum næstan kennist óveruligt, ja, tað er í grundini ófatiligt at hetta kann vera farið fram í Føroyum fyri seksti árum síðani. Tá eg las Klakksvíksstríðið, kom eg at hugsa um stórverkið og bókina Stórleiki og fall triðja Ríkisins hjá amerikanska journalistinum William L. Shirer, sum var sjónarváttur í Berlin undir krígnum. Sølvará er søgumaðurin, sum ikki var føddur, tá klakksvíkingarnir vóru á barrikadunum, og Líggjas er okkara Shirer, sum var á frontinum, og ímillum teirra sum vóru á hermótinum í hesum døgum, tá Klakksvíkin lá í hørðum stríði við teir, ið ráddu fyri borgum í Havn og í Keypmannahavn. Hendan bókin er so tikin úr leikum, at eg ætli mær at fara undir at lesa hana uppaftur. Bøkur, ið Líggjas í Bø hevur skrivað