Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. august 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 153 - 14. august 2004 27 27 Nr. 153 • leygardagur • 13. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Vágbingar eru væl fyri, nú teir skulu taka ímóti oddalið- num, har teir ikki hava havt summarfrí, og tí venja teir ikki so nógv nú, sum teir hava gjørt VB-HB Jóannes Hansen HB skal til Vágs í morgin. Hetta er ivaleyst torførasta uppgávan teir eiga eftir á vegnum móti triðja FM heitinum á rað. HB hevur nógvu tey seinastu árini havt ilt við at fáa fult á Vágseiði. Undantakið var í fjør, tá ið teir vunnu 3-2, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2-0, og VB so var komið afturíaftur. Stóri maðurin á Vágseiði ta ferðína var Andrew av Fløtum, sum skoraði øll trý HB málini. Andrew av Fløtum er ikki longur í HB, men teir tykjast kortini ikki hava trupulleikar við málskjót- ingini, sum fyrst og fremst Rógvi Jacobsen og Heine Fernandez hava tikið sær av. Í flestu feløgunum høvdu spælararnir frí frá venjing- unum eina og tvær vikur, eftir at síðsta umfarið í landskappingini varð spælt undan summarsteðginum. Soleiðis var tað ikki í HB. Orsaka av steypakappingini og Europa Cup hava teir ongan steðg havt. Í HB hava teir vant fýra ferðir um vikuna. Men seinastu fjúrtan dagarnar hava teir vant tríggjar ferðir um vik- una. Teir siga seg royna at ansa eftir, at spælararnir ikki troyttast ov nógv, uttan at hetta tó skal ganga út yvir fyritreytirnar at vera væl fyri í FM stríðnum. Allir HB spælararnir eru tøkir undan ferðini til Vágs. Í HB er kappingin um plássini stór. Tað sást eitt nú aftur í, at tað síðsta sunnu- dag, tá ið HB hevði vitjan av EB/Streymi, ikki var pláss á dómaraseðlinum fyri Róki Jespersen, Eli Thorsteinsson og Hendrik Rubeksen, sum allir hava víst seg at hava 1. deildar- støði, tá ið teir hava fingið møguleikan. VB væl fyri Við teprum tapi á Skála mistu vágbingar nógv í stríðnum fyri at vinna heiðursmerkir. Men úr Vági verður sagt, at lagið er gott, og at teir gleða seg til at fáa vitjan av HB. Teir dystirnir eru altíð nakað serligt, og teir siga seg ikki duga at síggja, at tað skal vera nak- að øðrvísi hesa ferð. Allir VB spælararnir eru tøkir. Dan Djurhuus var leikbannaður fyri viku síð- ani. Jón Pauli Olsen spældi í hansara plássi á Skåla. Ofta hevur tað verið so- leiðis í Vági, at fleiri av spælarunum á besta liðnum hava verið norðanfyri í arbeiðsørindum ella í skúla. Tað hevur so aftur havt við sær, at tað hevur verið torført at skipa venjingar- nar, ella at tað hevur verið neyðugt at venja í fleiri støðum. Soleiðis er tað ikki nú. Allir VB spælararnir hava í hesi vikuni vant á Vágseiði. HB hevur ov nógvar góðar spælarar Heimaliðið má rokn- ast at vera favorittur, tá ið klaksvíkingar í morgin fara norður á Mølina, har heima- menninir siga seg vera væl fyri EB/STREYMUR-KÍ Jóannes Hansen Klaksvíkingar hava verið og eru í festivalhýri í góð- veðrinum í hesi vikuni. Fótbóltsprátið hevur ikki fylt so nógv, sum tað plag- ar at gera í Klaksvík. Tað tykist sum um, at teir hava givið skarvin yvir. Hundr- að ára føðingardagsárið hjá KÍ gjørdist ikki tað, sum teir høvdu vónað. KÍ skal norður á Mølina í morgin, og tað er greitt, at tríggir av lyklaspælarunum ikki fara at spæla við. Talan er um landsliðs- málverjan Jákup Mikkel- sen, landsliðsspælaran Atla Danielsen og Ova Nysted, sum hevur verið álit í miðverjuni. Jákup er skaddur, og hinir báðir eru leikbannaðir. Andreas Johannesen, sum spældi fimm minuttir fyrr í summar ímóti FCK, men annars ikki hevur verið á besta liðnum, verð- ur í málinum. Hann hevur staðið seg væl í 2. deild, og tí halda teir í Klaksvík, at tað er ikki annað enn rímu- ligt, at hann fær møgu- leikan. Hvussu teir fara at tippa holini úti á vøllinum er ein annar spurningur. Ein møguleiki er, at onkrar umskipingar fara at verða gjørdar, so tað verður pláss fyri Juliani Samuelsen ella Arnholdi Joensen ella teimum báðum, og ein annar møguleiki er, at veteranarnir Harley Bert- holdsen og Jan Joensen koma inn á plássini hjá leikbannaðu monnunum. Jan Joensen er fyri stuttum farin aftur at venja, eftir at hann leingi hevur verið plágaður av skaða í lær- krikanum. Hjá EB/Streymi verður sagt, at tað stendur væl til. Allir teir, sum vóru við, tá ið teir spældu ímóti HB í Gundadali, eru tøkir. EB/ Streymur hevur síðani summarsteðgin tapt ímóti bæði B36 og HB. Sundalagsmenn vóru eitt sindur knotnir, tá ið tað varð sagt her í blaðnum, at fyrireikingarnar hjá teim- um til seinna partin av kappingarárinum ikki høvdu verið nakrar ser- ligar. Tað varð sagt, at teir bara høvdu vant tríggjar ferðir, áðrenn teir fingu vitjan av B36. - Vit vita, at tað ikki er soleiðis. Vit vóru í Italia í summarfrí saman, og vit fóru beinanvegin undir venjingarnar, tá ið vit komu aftur. Tað er rætt, at vit vandu tríggjar ferðir eftir Ólavsøku, áðrenn vit spældu ímóti B36. Men tað kom ikki fram, at vit høvdu vant fleiri ferðir undan Ólavsøkuni. Eitt sindur keðiligt er tað at lesa hetta hjá teimum, sum eru áhugað í felagnum og stuðla okkum. Tí hetta var ikki rætt, sigur liðfor- maðurin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen. Hervið er tann heilsanin borin víðari. Hóast EB/Streymur hev- ur tapt tvær tær seinastu ferðirnar, so mugu teir finna seg í, at teir verða roknaðir sum favorittar ímóti KÍ, ið hevur verið rættuliga tannleyst. Tá ið liðini fyrr í summar hittust í Klaksvík, endaði tað 2-2. Hetta var ein av sjey javn- leikum, sum KÍ higartil hevur verið partur av. Nýggj manning í Klaksvík Í fjør vann HB í Vági, men annars hevur tað í fleiri ár verið sera trupult hjá teimum á Eiðinum ÍA tapti við teimum málum á útivølli, har tað ikki eydnaðist at skora týdningarmikla málið, sum kann gerast avgerandi í samlaða roknskapinum ÚTISETI Jóannes Hansen Tað gekst ikki so væl, sum teir í ÍA høvdu vónað, tá ið Akranes hós- kvøldikð spældi í 2. innleiðandi um- farinum í UEFA Cup. Dysturin var í Svøríki, har heimaliðið Hammarby vann 2-0. Harvið sær tað einki serligt út, áðrenn heimadystin í Akranesi um tvær vikur. Fyri møguleikarnar hjá ÍA hevði tað verið rættuliga týdningar- mikið, um tað hevði eydnast hjá teimum at fáa eitt mál á útivølli, men tað eydnaðist altso ikki. Hammarby kom á odda í 8. minutti, og teir øktu til 2-0, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Eftir 2-0 tapið er tað neyðugt hjá ÍA at skora tvey mál á heimavølli, og tað er serliga neyðugt at ansa eftir, at Hammarby ikki fær mál. Um Hammer- by fær eitt mál á Akranesi, so verður neyðugt hjá ÍA at skora fýra ferðir. Tískil er talan um rættuliga stóra uppgávu hjá føroyska útisetaliðnum. Julian Johnsson, sum mikukvøldið í næstu viku verður á landsliðnum ímóti Malta, var sum vanligt á ÍA miðvøll- inum, har hann rættuliga hevur vunnið sær fast pláss. Julian er á veg út C M Y K 26 Gøtumenn fáa í Gundadali møguleik- an at vísa, at teir nú eru førir fyri at fáa stig frá øðrum enn botnliðunum B36-GÍ Jóannes Hansen B36 er sambært støðutalv- uni í løtuni frægasta boðið, um talan skal gerast um, at HB ikki skal verða meist- ari. Í báðum royndunum síð- ani summarsteðgin hava teir í árstalsfelagnum fing- ið fult, og tað sær ikki so galið út. Burtursæð frá Arnbirni Danielsen, sum hevur ilt við at sleppa av við skaðan í lærkrikanum, sum hevur plágað síðani undan Europa Cup ferðini til Letlands, eru allir spælararnir tøkir. Pól Thorsteinsson hevur ikki vant so nógv saman við hinum í vikuni. Hann hevur runnið fyri seg sjálvan, men teir roknaðu í gjár við, at hann verður tøkur í morgin. John Petersen varð útskiftur í Klaksvík, men hann hevur ongar trupulleikar at spæla. Tá ið B36 fekk fulla úr- tøku í Klaksvík, var Egil á Bø einasti málskjúttin. Øll árini í EB/Streymi og eis- ini, tá ið hann var í Fugla- firði, var Egil álopsspælari. Eftir at hann var komin í B36, vísti tað seg ikki at vera pláss fyri honum í fremstu røð, har Jákup á Borg og John Petersen vóru sjálvskrivaðir. Tí gjørdist Egil verjuspælari, og hann hevur verið í aftastu røðini síðani 2000 og inntil nú eftir summarsteðgin. Í Klaksvík vísti hann, at máltevinum framvegis ikki bilar nakað. - Lagið er gott, og tað gongur væl, tá ið vit venja. Vit hava avgjørt ikki mist mótið um, at tað skal eydn- ast at fáa HB aftur. Men vit eru greiðir yvir, at um tað skal eydnast, so er neyðugt hjá okkum at fáa fult hvørja ferð. Í so máta er talan so at siga um eina finalu hvørja ferð, vit fara á vøllin. Tí hava vit ikki ráð at kiksa ímóti GÍ, sigur Egil á Bø. Skal standa sína roynd Í vár gekk sum eftir ánni hjá GÍ. Inntil teir taptu stórt á heimavølli ímóti B36. So gekk tað nógv verri. Síðani summarsteðgin hevur GÍ fingið fult. Fyrst ímóti ÍF og so ímóti B68. Hesi bæði liðini eru á aftastu pláss- unum. Í Gundadali fær GÍ høvi at vísa, at teir eisini eru førir fyri at fáa stig frá teimum fremstu. Burtursæð frá Hanusi Jacobsen, sum sá reytt ímóti B68 og tískil er leik- bannaður, eru allir GÍ spæl- ararnir tøkir. Undir venjingunum í hesi vikuni hevur nýggi pól- verski spælarin, Adam, sum ímóti B68 taldist millum málskjúttarnar, víst, at hann hevur gott fótbóltsskil. Spurningurin er tí, um hann verður fremstur, ella um hann verður á miðvøll- inum, og kanska Súni Olsen, sum seinastu vik- urnar hevur víst, at hann er ógvuliga væl fyri, verður fluttur fram aftur í næst- fremsta leiklutin. B36 kennir seg støðugt í finaluni B36 vann í vár tryggan sigur í útidystinum í Gøtu, men GÍ tykist hava ment seg nógv síðani tá, so alt talar fyri eini spennandi uppgerð sunnu- dagin Allir útlendingarnir eru nú tøkir hjá B68, sum tað er alneyðugt hjá at fáa stig ímóti NSÍ, sum skal royna at fáa fatur aftur í rætta endanum, eftir at teir mánakvøldið mistu alt B68-NSÍ Jóannes Hansen B68 hevur alt kappingar- árið verið á aftasta pláss- inum. Síðani mánakvøldið, tá ið ÍF vann í Runavík, hevur støðan hjá B68 verið uppaftur verri, enn hon var frammanundan. Í morgin skal B68 royna seg ímóti NSÍ. So fæst at síggja, um teir fara at megna tað sama, sum ÍF megnaði. B68 hevur hig- artil fingið tvey stig. Um teir skulu hugsa um at varðveita plássið, sum teir síðani 1981 hava átt í bestu deildini, so skulu teir skjótt fáa fleiri stig. NSÍ hevur tapt tríggjar teir síðstu landskappingar- dystirnar og steypafinal- una, men teir halda ikki, at tað kortini kann tosast um kreppu. Men teir ásanna, at avrikið ímóti ÍF var ikki gott. Í Vági hildu teir seg spæla væl og at vera óhepnar at tapa. Ímóti HB í steypafinaluni og lands- kappingardystinum í Gundadali spældi NSÍ leingi við tíggju monnum. Hesa ferð eru teir í NSÍ væl fyri. Ímóti ÍF vóru Kári Hansen og Alexander Jovevic leikbannaðir. Teir eru tøkir aftur, og tað vil siga, at nú eru allir NSÍ spælararnir tøkir. Hjá B68 hevur tað staðið illa til við fólki. Enn restar nakað í, at venjarin skal hava møguleikan at manna liðið júst soleiðis, sum hann vil, men tað gongur tann vegin. Jákup Eli Olsen er nú komin fyri seg aftur og er førur fyri at spæla. Hjá brasilumanninum Morinho eru øll loyvini komin upp á pláss, og Anderson, sum orsaka av lítlum skaða ikki spældi við í Gøtu, er komin fyri seg. So er spurningurin, hvussu Trygvi Mortensen fer at blanda útlendsku kortini. Tað er ikki loyvt at hava fleiri enn fýra útlendingar á vøllinum í senn. Í fyrradagin visti heima- síðani hjá Norðlýsinum at siga, at spæliloyvið hjá Meinhardt Joensen er flutt úr KÍ og til B68. Meinhardt var málverji hjá KÍ í 2002. Síðani hevur hann orsaka av ryggskaða ikki verið førur fyri at spæla fótbólt. Nú hevur hann vant aftur, og ætlanin er, at hann skal venja og spæla við B68 í september mánað. Næstu tvær vikurnar verður hann uttanlands í arbeiðsørind- um. Tá ið NSÍ fyrr í summar hevði vitjan av B68, var talan um tætta uppgerð, sum heimaliðið vann 3-2. Dysturin á Svangaskarði millum hesi feløgini í fjør var rættuliga dramatiskur og spennandi. Tað endaði við, at B68 vann 3-2. Grannar í mótsattu leguni Tað er merkisvert, at með- an NSÍ venjarin er gamal B68 spælari, so er B68 venjarin gamal NSÍ spæl- ari. Jógvan Martin Olsen, sum venur NSÍ, býr á Toftum - eitt hanagleiv frá Svangaskarði, og Trygvi Mortensen, sum venur B68, býr í Runavík - lítið meiri enn eitt hanagleiv frá vøllinum við Løkin. Felags fyri teir báðar er, at teir ongantíð spældu í øðrum felag enn í barn- dómsfelagnum. Inntil stutt undan summarsteðginum var Trygvi Mortensen hjálparvenjari hjá Jógvani Martin Olsen í NSÍ. Í morgin verða teir ábyrgdar- menn fyri liðini, sum skulu stríðast á Svangaskarði. Tað stendur nógv upp á spæl Dystir og dómarar 1. deild sunnudagin 15. august B36-GÍ: . . . . . . . . . Páll Augustinussen VB-HB: . . . . . . . . . . . . . Lassin Isaksen ÍF-Skála: . . . . . . . . . . . . Birgir Sondum B68-NSÍ: . . . . . . . . . . Eiler Rasmussen EB/Streymur-KÍ: . . . Georg Rasmussen 2. deild leygardagin 14. august TB-B36: . . . . . . . . . Petur Hans Joensen FS Vágar-VB: . . Hans Falkvard Hansen LÍF-Royn: . . . . . . . . . . . . Rúni Gaardbo AB-KÍ: . . . . . . . . . . . . . . Petur Reinert 2. deild sunnudagin 15. august Sumba-B71: . . . . . . Jens Petur Brattalíð 3. deild sunnudgin 15. august Fram-GÍ: . . . . . . . Andrew Christiansen EB/Streymur-SÍ: . . . . . Edvard Højgaard B68-NSÍ: . . . . . . . . Jóannes Mikkelsen ÍF-Skála: . . . . . . . . . Jónleif Frederiksen TB-HB: . . . . . . . . . . . . . . . Mihai Matai Kvinnur sunnudagin 15. august FS Vágar-GÍ/B68: . . . . . Kristin av Kák AB-Sumba: . . . . . . . . . . Laurits í Króki EB/Streymur-B36: . . . . Jan á Líðarenda (útsettur) Á Skála ætla teir at halda tørn um heið- ursmerkjaplássið, sum teir framvegis eru á, og teir siga seg at vera hampuliga væl fyri ÍF-SKÁLA Jóannes Hansen Tað verður søguligur dystur í Fuglafirði í morgin. Hetta verður fyrsta ferðin nakr- antíð, at ÍF og Skála fara at hittast í landskappingar- dysti í Fuglafirði í bestu deildini. Tey bæði undan- farnu árini hevur Skála verið í bestu deildini, men tá hevur ÍF verið í 2. deild. ÍF hevur ofta áður verið í bestu deildini, men tá hevur Skála ikki verið har. Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust á Skála, var tað rættuliga undirhaldandi og málríkt. Skála vann 4-3. Mánakvøldið fekk ÍF eitt orduligt skump rætta vegin, tá ið teir vunnu 2-1 í Runa- vík. Fuglfirðingar stríddust rættuliga væl, og tað er sjálvandi týdningarmikið at varðveita hugburðin frá tí dystinum, nú teir skulu gera nýggja roynd at økja um frástøðuna aftur til B68. Í Runavík sá Bartal Eliasen reytt. Hann er tískil leikbannaður ímóti Skála. Rúni Elttør var leikbann- aður ímóti NSÍ. Hann er tøkur aftur. Ein møguleiki er, at Rúni fer at spæla í miðverjuni, og ein annar er, at Áki Petersen verður fluttur av høgra vongverja og í miðverjuplássið. Seinastu knappliga tvær vikurnar hava tveir út- lendskir spælarar vant við ÍF. Sum vit hava skilt tað, so eru øll loyvini hjá teim- um nú komin upp á pláss. Tað er væl hugsandi, at í hvussu so er annar teirra verður á liðnum í morgin. Um so verður, so verður tað í álopsplássinum undir lið- ini á Magna á Lakjuni, sum hevur verið sera væl upp- lagdur síðstu ferðirnar. Eitt ivamál Á Skála er tað greitt, at Hanus Thorleifsson ikki verður førur fyri at spæla í morgin. Hann hevur í eina tíð havt trupulleikar við fótinum, og hann hevur ikki vant síðstu tíðina. Tað er ivasamt, um Arnhold Berg, sum hevur staðið seg ógvuliga væl í miðverjuni, verður førur fyri at spæla. Hann hevur trupulleikar í rygginum. Seinastu vikur- nar hevur hann ikki verður førur fyri at venja saman við hinum, men hann hevur kortini spælt, og í gjár vónaðu teir á Skála, at hann eisini verður førur fyri at spæla í Fuglafirði. Men teir ivaðust eitt sindur í tí. Sveinur Justinussen, sum í fjør var rættuliga stinnur, hevur vant við síðstu mán- aðirnar. Hann hevur verið á liðnum onkra lítla løtu. Eingin ivast í, at hann er førur fyri at røkja fast pláss. Janus Trúgvason er heima í summarfrí. Hann hevur vant nógv í summar, og hann er eisini ein møgu- leiki. Ímóti VB var Nenad Stankovic ikki við. Hann er klárur aftur. Rúni Ras- mussen spældi ímóti VB í plássinum, sum Nenad plagar at vera í. Skála tapti síðsta heima- dystin undan summarsteðg- inum 3-2 ímóti EB/ Streymi. Í fyrsta umfar- inum eftir summarsteðgin taptu teir 4-1 í Gundadali ímóti HB. Ta ferðina varð sagt, at leikliga avrikið var betri enn til so stórt tap. Skálamenn hava ongantíð áður verið í nánd av at vinna heiðursmerkir. Teir eru framvegis á triðja plássinum, og tá ið teir fara til Fuglafirðar í morgin verður tað við tí í hyggju, at plássið skal varðveitast. Útlendingarnir klárir í Fuglafirði