leygardagur 14. august 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 153 - 14. august 2004
Nr. 153 - 14. august 2004
29
Felagsskúlin á
Oyrarbakka
Í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2004/05
verður søkt eftir lærara,sum kann undirvísa í stødd-
frøði, alisfrøði, evnafrøði og kunningartøkni í fram-
haldsdeildini.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og fíggjarmálaráðið.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá skúlastjóranum á
tlf. 422084, 423098 ella 229885.
Umsóknir saman við ljósriti av prógvi og møgu-
ligum viðmælum skulu vera Felagsskúlanum í
hendi í seinasta lagi mánadagin 16. august 2004.
Skúlastýrið fyri
Felagsskúlan á Oyrarbakka
v/ Hans Erland í Brekkunum
400 Oyrarbakki
Fimleikur –
callanetice
Callanetice fimleikur byrjar týskvøldið 17. august.
Lærarar:
Steintóra H. Nesá, tlf. 444720
Áshild Kristiansen, tlf. 444621
Tekning og nærri boð fáast frá lærarunum.
Luttøkugjald: Einaferð 200,- + 2 kr./tíma skal
gjaldast fyrsta kvøldið!
Fuglafjarðar Kvøldskúli
tlf. 444087
Lærarastarv
við Gøtu skúla
Við Gøtu skúla er hetta starv leyst at
søkja í skúlaárinum 2004/2005.
Vegna farloyvi verður søkt eftir lærara í tíðar-
avmarkað starv fyri skúlaárið 2004/2005. Starvið er
fulltíðarstarv.
Umsøkjarar, sum kunnu undirvísa í gentuítrótti og
kreativum lærugreinum, hava fyrimun.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Før-
oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokk-
um 18.1-27.4.
Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum í hendi
mikudagin. 18. august 2004.
Um nærri upplýsningar ber til at venda sær til skúla-
leiðaran tlf. 441484 ella 210959.
Gøtu Skúlastýri
v/ Páll Jacobsen
510 Gøta
Tjaldurs Apotek
Søkt verður eftir ídnaðarlaboranti til starvsstovu
okkara til setan 1. oktober 2004 ella eftir nærri
avtalu.
Starvið er eitt fulltíðaravloysarastarv.
Starvið umfatar m.a. rávørueftirlit, eftirlit av lidn-
ari vøru og framleiðslu av reagensum.
Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafe-
lagið og Føroya Landsstýri.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Eyð-
hild Christiansen ella Jonnu Hansen á tlf. 341100.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og møgulig-
um viðmælum skal vera Apotekinum í hendi
áðrenn 1. september 2004.
Tjaldurs Apotek
Postsmoga 3010
110 Tórshavn
Søkt verður eftir
fólki
at arbeiða kvøld- og vikuskiftisvaktir. Helst yvir 18
ár. Byrja skjótast gjørligt.
Kvikkeyp, tlf. 512480
ALMANNASTOVAN
Løgfrøðingur til
Almannastovuna
Søkt verður eftir løgfrøðingi til Stjórnarskrivstov-
una at byrja skjótast tilber.
Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar verða at:
• ráðgeva og vegleiða leiðsluni í løgfrøðisligum
og fyrisitingarligum spurningum
• ummæla uppskot til lógir og kunngerðir
• málsviðgera í ávísum málum
• gera vegleiðingar
• tilevna kunningartilfar til almenningin og
starvsfólk á Almannastovuni
• verða partur av tvørfakligum arbeiði á stovnin-
um
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir einum umsøkjara, ið hevur
• løgfrøðisligt embætisprógv
• evni at arbeiða sjálvstøðugt og málrættað og
ikki er bangin fyri at átaka sær nýggjar og
ókendar uppgávur
• góð samstarvsevni
• hegni at orða seg á føroyskum í skrift og talu
Vit bjóða:
• starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari
menning við fjølbroyttum avbjóðingum
• møguleika fyri fakligari og persónligari menn-
ing
Løn- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafel-
agið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, ella Mariu
Jacobsen, deildarleiðara á tlf. 35 35 10.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum v.m.skal sendast til:
Almannastovuna
Att.: Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri
J. Broncksgøta 27
Postrúm 3096
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 26/08-2004 kl. 9.00
Útbúgvingar og
framhaldsútbúgv-
ingar á Føroya
Læraraskúla
Í samstarvi við JyskCVU í Århus bjóðar Føroya
Læraraskúli út hesar útbúgvingar og framhalds-
útbúgvingar. Ætlanin er at byrja í september.
Útbúgvingarnar eru hesar:
Samskifti,skipan og leiðsla (SSL). Hetta er grund-
leggjandi leiðsluútbúgving fyri øll við leiðsluupp-
gávum,ella ætlanum um at taka tílíkar á seg,bæði í
almennum og í privatum virki.
Útbúgvingin hevur verið 4 ferðir áður á Læraraskúl-
anum.
Luttakararnir hava tá í høvuðsheitum verið peda-
gogar og onnur í pedagogiskum arbeiði, eitt nú
dagrøktarleiðarar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Ongar ávísar førleikatreytir fyri upptøku.
Námsfrøðiligt menningararbeiði – at broyta
námsfrøðiliga siðvenju. Hetta er grundleggjandi
útbúgving í pedagogik við atliti til egið royndar- og
menningararbeiði.
Luttakararnir hava tá í høvuðsheitum verið peda-
gogar og onnur í pedagogiskum arbeiði, eitt nú
dagrøktarleiðarar og sjúkrarøktarfrøðingar
Útbúgvingin hevur verið 2 ferðir áður á Læraraskúl-
anum.
Ongar ávísar førleikatreytir fyri upptøku.
Framhaldsútbúgvingarnar eru tvær diplom-
útbúgvingar. Hesar útbúgvingar eru:
Námsfrøðilig diplomútbúgving í sernámsfrøði:
Undirvísingarparturin
»Menniskja og sernáms-
frøði«, sum er ein av seks undirvísingarpørtum, og
Diplomútbúgving í leiðslu: Undirvísingarparturin
»Starvsfólk og leiðsla«, sum er ein av seks undir-
vísingarpørtum.
Harumframt bjóða vit fram undirvísingarmodulið
»Vísindaástøði og leiðsla«, sum er kravt modul til
flestu pedagogisku diplomútbúgvingarnar.Modul-
ið kann takast nú sum fyrireiking hjá teimum, sum
ætla sær undir aðra diplomútbúgving enn hana,
sum vit bjóða út í sernámsfrøði.Tey, sum tekna seg
til sernámsfrøði, kunnu taka báðar samstundis.
Upptøkutreytirnar til diplomútbúgvingarnar eru
lærara- ella pedagogútbúgving ella annar tilsvar-
andi námsfrøðiligur/teoretiskur førleiki. Haraftrat
krevst viðkomandi vinnuroyndir í minst tvey ár.
Tilmelding innan 31. august.
Fleiri upplýsingar um útbúgvingarnar og fram-
haldsútbúgvingarnar eru á heimasíðu Lærara-
skúlans www.flsk.fo
Tórshavn 11. august 2004
Føroya Læraraskúli
Tlf. 313501
Teldupostur flsk@flsk.fo
Heimasíða www.flsk. fo
Bioanalytikari
Eitt fast starv sum bioanalytikari á Rannsóknarstov-
uni á Landsjúkrahúsinum er leyst til setan 1. okto-
ber 2004.
Rannsóknarstovan umfatar m. a.
• kliniska biokemi
• kliniska immunulogi
• kliniska mikrobiologi
• kliniska fysiologi
• patologi
Blóðroyndir verða tiknar úti á bygd eina ferð um
vikuna.
Førleikakrøv:
• bioanalytitikaraútbúgving
• góð samstarvsevni
• fleksibilitetur
Setanar- og lønarviðurskifti smb. galdandi sáttmál
millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmála-
stýrið.Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vakt-
skyldu (vakt frá heiminum)
Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband
við leiðandi bioanalytikara Ivy Hansen, tlf. 304500,
lokal 5601, e-post ivyh@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 17. september 2004 kl. 12.00
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn til
starv« við CV, autorisatión, avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Navigatørur søkist
Søkt verður eftir einum navigatøri til at undirvísa á
einum skiparaskúla í Grøndlandi.Krav er,at umsøkj-
arar hava útbúgving sum skipsførari við royndum
sum stýrimenn/førarar.Fyrimunur er at hava roynd-
ir innan undirvísing, men er hetta ikki krav, av tí at
viðkomandi pedagogisk grundútbúgving verður
latin tí, sum verður settur í starv.
Ynskiligt er at byrjað verður skjótast gjørligt og eru
hús tøk til viðkomandi.Vit bjóða eitt spennandi og
fjølbroytt starv, við góðum møguleikum fyri faklig-
ari og persónligari menning.
Umhvørvið hevur eina ótrúliga náttúru, við møgu-
leika fyri veiðu og fiskiskapi.
Nærri fæst at vita um løn, treytir og annað á
heimasíðu okkara:
www.haraship.dk
ella við at ringja á tel. +45 70203483
C
M
Y
K
29
28