mikudagur 23. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
28
BLAÐIÐ
FRÁSØGN
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
1.partur
Í arbeiðinum við at skriva siðsøgu havi
eg hitt nógv áhugaverd fólk við stórari
vitan, sum tað er eydnast at skriva
niður, meðan tað enn var møguligt.
Tað er neyvan ivi um, at her er talan
um eitt munandi íkast til søguna um
lívið hjá føroyingum.
Eitt teirra er Mathilda Jacobsen,
sum er ættað av Eiði, men búsitandi í
Tórshavn. Hon fylti 95 ár tann 14. de
sember. Tá hugsað verður um aldurin
er hon ótrúliga væl fyri. Heimahjálp
kennir hon einki til!
Mathilda minnist sera væl og dug
ur væl at greiða frá sínum lívi. Hon
hevur beint áðrenn føðingardagin
endurnýggjað koyrikortið, sum hon
tók á fyrsta sinni í 1951. Í summar
giftist ommusonurin Kim Bogi við síni
Charlottu, og hann vildi hava ommuna
at koyra brúðarparið.
Men fyrst og fremst er hon eitt
ógvuliga positivt menniskja, sum bara
er við tí góða orðinum. Hetta man gera
sítt til, at hon er so væl fyri.
Mathilda hevur sum mong í hennara
aldri upplivað at missa fleiri av sínum
nærmastu, eisini á sjónum. Hon dugur
betri enn tey flestu at lýsa, hvussu
eitt barn og unglingi hevur upplivað
hetta. Tí er hennara frásøgn eisini eitt
virðismikið íkast til okkara lagnusøgu.
Mathilda: Barndómur á Eiði
Pápi æt Jóan Petur Johansen, hann
var úr Britustovu á Eiði. Mamma var
Magdalena Joensen, eisini av Eiði.
Eiði var eitt stórpláss tá í tíðini við
nógvum fiskiskapi og útróðri. Hetta
merkti eisini alla bygdina og ikki minst
dreingirnar. Jógvan, beiggi, hevur í
2001 greitt frá í Dimmalætting um, tá
ið hann saman við øðrum dreingjum
gjørdi skip úr gróti uppi á Kolli oman
fyri bygdina um ta tíðina, skipini rigg
aðu til at fara avstað um várið. Teir
dukaðu á blikk, sum skuldi lýsa dunkini
av motorunum, tá ið skipini fóru. Reyð
ar og grønar sodavatnsfløskur við
kertustubbum ímyndaðu lanternurnar.
Jógvan gjørdist eisini sjómaður alla
sína tíð.
– Vit vóru seks systkin, Poul Martin,
Elna, tvíburarnir Jóhanna Petrina og
Hans Andrias, Jógvan . Eg var so yngst
og eri tað einasta av okkum, sum er
eftir á lívi.
Hjá okkum var lívið sum hjá teimum
flestu. Vit høvdu tó ikki kúgv. Men tað
høvdu omma og abbi, so vit fingu mjólk
frá teimum. Men vit hjálptu teimum
at hoyggja. Annars var alt hjá okkum
sum hjá øðrum sum við velting og torv
skurði. Eg velti saman við pápa og fór
altíð við honum í torv.
Jól fyri 90 árum síðani
Tá ið hetta er eitt jólablað, kann vera
greitt eitt sindur frá jólum, sum eg
minnist tey. Tey vóru sjálvsagt nógv
øðrvísi enn nú. Vit fóru í kirkju, og tað
eyka varð gjørt burtur úr, at livandi ljós
vóru á hvørjum bonkarenda. Jólahald
var í skúlanum, men hann var so lítil,
at hetta hald var í trimum umførum.
Tá sóu vit jólatræ, sum annars ikki var
vanligt í flestu heimum. Eisini fekst
okkurt tinganest sum t.d. eitt súrepli.
Hetta var sera forkunnugt tá, og tí var
eitt súrepli heilt einastandandi.
Jólagávur vóru okkurt plagg, sum
brúk var fyri. Eg minnist serliga, at eini
jól fekk eg einar tuflur! Men hosan varð
hongd upp, tá ið farið var í song jóla
aftan, og tað gretti ikki, at okkurt var í
henni morgunin eftir!
Tá ið feigdin vitjaði
Tað, sum í stóran mun merkti mín
barndóm og ungdóm vóru tey mongu,
sum doyðu í besta aldri, bæði í bygdini
og heima hjá okkum.
Tann fyrsti missurin heima hjá
okkum var í 1932, tá systirin, Jóhanna
Petrina doyði, einans 16 ára gomul.
Tað var rópt lungabetendilsi, sum
hon doyði av. Hetta var sjálvsagt ein
smeitur fyri okkum øll. Johanna Petrina
var eini følin genta. Hon var farin til
Hvalvíkar at hjálpa fólki at hoyggja.
Men hon føldi seg ikki væl og kom
norður aftur til Eiðis við postbátinum.
Dagin eftir legðist hon í seingina við
fepri. Vanliga plagdi at vera sagt, at
»krisan« var níggjunda dagin. Tá kundi
síggjast, hvønn veg tað gekk.
Hendan dagin, tá eg kom heim
í einum fríkorteri í skúlanum, helt
mamma, at Jóhanna Petrina var fræg
ari. Men hon bað meg kortini ikki fara
inn til hennara enn. Tá eg kom niðan
næsta fríkorter, var hon longu deyð.
Hetta var sjálvsagt ein stórur smeitur
fyri okkum øll.
Sum vanligt var tá, fór hon til gravar
úr heiminum beinleiðis í kirkjugarðin.
Sungið varð í heiminum og á grøvini,
og prestur kastaði jørð á, tá ið hann
kom á síni rundferð til bygdina.
Acorn og Dora
Í 2011 kom út bókin Havið tók teir við
frásagnum um nógvar av vanlukkunum,
sum hendu føroyskum fiskimonnum.
Mathilda hevur upplivað hesa tíðina
og kann eisini geva sítt ískoyti til hesa
søguna, sum er ein partur av sam
leikanum hjá føroyingum. Hon heldur
fram:
– Í 1928 hendi ein ræðulig vanlukka
umborð á Acorn, tá ið sjey menn
brendu til deyðis.
Millum hesar vóru tveir ungir eiðis
dreingir, Hans Doreus Mørkøre, sum
gjørdist 20 ára gamal og Hans Jacob
Jacobsen, sum bleiv 21 ár. Hetta var
sjálvsagt ein ræðuligur hvøkkur fyri
bygdina. Eg var bara 7 ár, tá ið hetta
hendi. Men eg minnist í skúlanum, at
næmingarnir høvdu sligið ring til spæl,
tá ið hetta frættist. Tá varð sjálvsagt
kvirt, og tað gjørdist ikki meira spæl.
Annar drongurin var beiggi eina gentu
í ringinum.
Í 1931 gekk vestmannasluppin Dora
burtur við 17 monnum. Í grannahúsin
um hjá okkum doyði maðurin í húsin
um og einasti sonur. Teir vóru 1. besti
maðurin Hans Poulsen, sum var 46 ára
gamal og tann 15 ára gamli Magnus
Pauli. Tey áttu eisini tríggjar døtur. Eg
minnist eina ta eldri systrina, sum júst
hevði fingið ein nýggjan ljósagráan
SØGAN HJÁ MATHILDU ER LÍVSJÁTTANDI. SUM BARN MISTI HON FÝRA AV SÍNUM NÆRMASTU,
MEN FEKK KORTINI EITT GOTT LÍV. Í DAG HEVUR HON ALT GOTT AT BERA ØLLUM
95 ÁR OG HEVUR JÚST
ENDURNÝGGJAÐ KOYRIKORTIÐ
Mathilda
Her koyrir Mathilda brúðarbilin hjá Charlottu og ommusoninum, Kim Boga
MATHILDA AV EIÐI: