mikudagur 23. desember 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2015
29
BLAÐIÐ
frakka. Her mátti okkurt gerast, sum
støðan var, so nú fór hon at ganga við
syrgibandi um ermuna. Tað var so
syrgiligt at síggja.
Tað bleiv sagt, at Magnus Pauli vildi
so illa fara til skips, men pápin vildi
hava hann við. Hetta var jú tað van
liga tá í tíðini. Tað var heldur ikki nógv
annað at gera hjá einum ungum drongi,
sum var farin úr skúlanum.
Her var tað sum vanligt var. Skipið
kom ikki aftur, tá ið tað varð væntað,
og tað varð bíðað og bíðað og vónað, til
eingin vón var eftir. Hetta tók mamm
uni, Andreu, ógvuliga hart. Eg minnist,
at hon mestsum legðist inni um hesa
tíðina. Eina ferð sá eg døturnar fara
leiðandi við henni, men hon orkaði
illa at ganga. Hetta gloymi eg ikki. Hon
kom kortini fyri seg aftur.
Nólsoy gekk burtur
Í mai 1934 hendir tann stóra vanlukkan
við Nólsoynni, sum kostaði 20 monnum
lívið. Samstundis fórst Neptun við 23
monnum.
Eg misti tveir beiggjar við Nólsoy.
Teir vóru Poul Martin, sum var 24 ára
gamal og Hans Andreas, sum var 18 ár.
Poul Martin plagdi at vera við ein
um suðuroyarskipi, Elin. So fekk hann
kjans við Nólsoynni. Hann vildi hava
Hans Andreas við sær, men tað var ikki
pláss fyri báðum. Men so hendi tað, at
tað barst einum av manningini frá at
fara við, og nú kundu báðir sleppa við
Nólsoynni.
Nú var tað aftur at bíða eftir, at teir
eftir ætlan skuldu koma aftur. Men
tíðin gekk uttan at nakað frættist, Tað
var forferdiligt. Gingið varð hvønn dag
oman á Møl, har tað sást út á hav, at
vita, um nakað skip var at síggja.
Eg minnist Peter Kruse, hann hevði
kikara við sær at eygleiða tey skip, sum
sigldu heim framvið Mølini. Tað vóru
nógv, sum høvdu áhuga fyri hesum, so
har vóru fleiri menn til steðar. Eg fór
so eisini oman hagar at vita, um nakað
var at frætta um Nólsoynna.
So ein dagin stóðu teir og disku
teraðu. Tá kemur eitt skip framvið. Teir
kendu skipið. Jú, hatta var Sjóløvan, har
sum Lísbettu menninir av Eiði vóru
við. Nú kundu teir staðfesta, at bara
Nólsoyggin var eftir av skipum, har
eiðismenn vóru við. Meðan teir práta,
hyggja teir aftur um seg og síggja, at
eg standi har. Eg haldi, at teir høvdu
longu tá ein gruna um, hvussu vorðið
var við Nólsoynni, og teir bráðtagnaðu.
Komin til húsa sigi eg við mammu, at
nú halda teir, at bara Nólsoyggin er
eftir, nú Sjóløvan er komin heim.
Tá sigur mamma, eg minnist tað
væl, »teir koma ikki aftur.« Eg spyrji,
hví hon helt tað, men tað hevði hon
ikki svar uppá, men okkurt ánilsi hevur
hon havt. Dagin eftir komu so boðini
um, at líkið á kokkinum, Bernhardi
Henriksen úr Sandavági, var rikið á
land á Eyrabakka í Íslandi. Hann var
kendur av ringinum á fingrinum.
Bernhard var trúlovaður við Onnu,
sum eisini var úr Sandavági. Tað var
hennara navn, sum var í ringinum.
Tey høvdu verið trúlovað síðan 1930,
og høvdu tikið ring uppá jólaaftan 1932.
Nú var eingin ivi um lagnuna hjá
manningini á Nólsoy.
Sjálv frætti eg hetta dagin eftir.
Skúlin var so nær við hjá okkum, at eg
kundi fara oman til okkum til morg
unmat. Tá minnist eg, at øll gingu har
og syrgdu. Millum hesi var Jógvan,
tann yngsti beiggi mín. Pápi og hann
skuldu fara yvir til Íslands á Skála
(Skaula) á Langanesi at rógva út hend
an morgunin.
Eg minnist, at skip teirra lá suðuri
móti Ljósá. Jógvan gekk og græt. Eg
spurdi hví hann græt. Jú, orsøkin var,
at hann hevði ikki hug at fara avstað.
»Men hví lata tit hann fara, tá ið hann
ikki hevur hug?« Tá var tað, at vit
høvdu fingið hesi boðini. Men teir fóru
so burtur sama dag. Tað var ógvuliga
trist. Hetta var eisini hart hjá mammu.
Men tað var ikki annað hjá teimum at
gera. Inntøka skuldi til, og útróður til
lands í Íslandi gav vanliga væl av sær.
Elna, systir, var ikki heima, tá ið
hetta hendi. Hon var í Søldarfirði, har
hon arbeiddi fisk. Tá var sambandið
ikki so gott. Tí var óheppið, at Elna
frætti hetta sum tos millum fólk. Hon
kom so norður til Eiðis beinanvegin.
Tað doyði eisini ein annar drongur á
Eiði við Nólsoynni, Hans Jacob Ejdes
gaard. 21 ára gamal. Hann var beiggi
konu skiparan Hans David Hansen
úr Hósvík. Hon æt Elisabeth Maria,
og kallaðist Betta. Tey høvdu bara
verið gift í 9 mánaðir, tá ið hann gekk
burtur. Hon misti tískil mann, beiggja
og tveir svágrar. Betta var systur Poul
Ejdesgaard, sum giftist við Elnu, systir
míni.
Kundi ikki konfirmerast
í hvítum kjóla
Eg bleiv konfirmerað á Nesi várið eftir
at vanlukkan hendi. Gentur vóru van
liga í hvítum kjóla. Men hetta kundi eg
ikki eftir at hava mist tveir beiggjar,
so eg bleiv konfirmerað í myrkabláum
kjóla.
Ein drongur av Oyri, Jarlgrim Dahl
gekk burtur við Doru í 1931. Tá ið
systirin, Sára, varð konfirmerað beint
aftaná var tað í svørtum kjóla. Men hon
fekk kortini ein ljósan kraga. Eg fekk
hvíta sloyfu um flætturnar.
Lívið broyttist
Áðrenn feigdin vitjaði var gleði í húsin
um. Vit sungu nógv, onkur spældi uppá
harmoniku, og onkur spældi munn
harpu. Tey ungu loftaðu, og høvdu
tað stuttligt. Hetta broyttist tá feigdin
vitjaði. Eg fekk ringa samvitsku, fór til
síðis og føldi, at eg ikki hevði rætt til
at vera glað.
Hetta ávirkaði eisini ungdómslívið.
At fara i dans og annars at stuttleika
sær sum hjá øðrum ungfólki, bar ikki
til.
Alt var so tungt um hesa tíðina, eis
ini tí fólk áttu so lítið av peningi.
Í dag verður nógv gjørt burtur úr
at taka hond um fólk, sum koma út
fyri missum. Men hetta var ein heilt
onnur tíð, tá ið tosað varð sum minst
um slíkt. Í skúlanum segði eingin eitt
orð við meg, hóast eg hevði mist tveir
beiggjar. Eg gekk einsamøll og føldi
meg eisini einsamalla.
Prestur var ikki á Eiði tá, so vit fingu
onga vitjan av presti. Grøn prestur
hevði minningargudstænastu í kirkjuni
í Hósvík, haðan flestu av manningini
vóru. Men tað minnist eg einki til. Hós
vík var eisini langt burtur tá í tíðini.
Tað skal verða ynskt Mathildu hjartaliga
tillukku við tí stóra føðingardegnum.
Frásøgnin hjá henni fer at halda fram í
januar. Hetta kann lesarin gleða seg til.
Foreldrini hjá Mathildu, Magdalena og Jóan Petur í Britustovu
Systrarnar Elna og Jóhanna Petrina, sum gjørdist einans 16 ára gomul
Brøðurnir Poul Martin og Hans Andreas. Her eru teir sjóklæddir, helst
til reiðar at fara avstað við Nólsoynni. Teir komu ikki aftur