Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÝRVERK – Eg rann heim og mamma møtti mær í hurðini. Eg goymdi hondina aftan fyri ryggin, og bað hana ringja eftir sjúkrabilinum og finna mær eitt handklæði, greiður Hans frá. Og framvegis merkti Hans onga pínu. Hondin var doyvd av skelkinum. Hans fór út á Lands­ sjúkra­húsið, og her varð hann beinan vegin lagdur und­ir skurð. Roynt varð, at bjarga tumlinum, men hinir fingr­arnir vóru ov illa farnir. – Tá eg vaknaði, segði lækn­in, at hann hevði roynt at bjargað tumlinum, men hann visti ikki, um tað fór at eydnast. Tað gjørdi tað so, greiður Hans frá. Næstu tíðina varð hond­ in hjá Hans væl ballað inn í ymiskar klútar frá Lands­ sjúkrahúsinum, sum skuldi skiftast tíðugt. – Tað var ein øgiligur skelk­ur at missa fingrarnar, men eg haldi kortini ein 13 ára gamal venur seg skjótt við allar broytingar, sigur Hans Debes. Hann varð sjúkra­meld­ að­ur í nakrar vikur, og í tí tíðini var strævið at góðtaka nýggja veruleikanum. Kom­ in aftur í skúla var skjótt, at flokkurin góðtók nýggju støð­una, og so varð alt gloymt. Beinið eisini skaða Tað er greitt, at Hans er hugtikin av, hvussu kropp­ urin og heilin reageraðu, tá ið bumban brast. Og ikki minst tímarnar aftaná. – Tað kendist, sum at heil­ in og kroppurin nýtti 100% av orkuni til hondina, greið­ ur Hans frá. Eingin pína var í hond­ ini fyrr enn komin á sjúkra­ húsið, og aftan á skurð­ viðgerðina var pínan eisini á einari leið. Tað var tó ikki fyrr enn tveir dagar aftaná, at Hans varnaðist, at beinið eisini hevði fingið skaða. – Tveir dagar aftan á at bumban brast fann eg útav, at eg mátti hava fleiri pentur í høgra bein. Bumban hevði eisini rakt har, men eg varnaðist tað ikki. Eg hugsaði so nógv um hondina, at eg gloymdi alt annað, sigur Hans. Í tíðini aftaná hendingina hugsaði Hans nógv um hepni. Um hvussu nógv størri skaðin kundi verið, um bumban var brostin í andlitið ella í búkin. – Eg kundi verið blindur ella fingið skaða innvortis. So tú kanst siga, at vera hepp­in í tí óhepna, sigur Hans. Tað hevur merkt lívið Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hans tosar um hendingina í 1980. Ítróttarfeløg av ymisk­ um slag hava áður heitt á hann um at vísa sína hond og siga sína søgu, so at ungar gentur og ungir dreingir síggja, at tað er vandamikið at spæla við fýrverk. Tað vita tey fýra børnini hjá Hans og Mai-Britt Debes eisini av. – Vit skjóta fýrverk eins og øll onnur, og tað er iva­ leyst heldur ikki so vanda­ mikið. Men eg vænti ikki míni børn nakrantíð hava gjørt egnar bumbur, tí tað er har, at tað av álvara gerst vanda­mikið, sigur Hans Debes. Hendingin í kjallaranum hjá vinmanninum hevur ført við sær, at Hans hevur trupul­leikar av ymiskum slag í dag. Eitt nú kann hann ikki lyfta eins væl og onn­ ur, hann hevur trupult at fáast við smáar lutir, og so kann hann helst ikki koyra motorsúkklu. – Eg havi tó ongantíð roynt, sigur Hans við einum smíli. – Tað eru fá ting, sum eg als ikki kann gera. Men eg geri tingini upp á mín máta, sigur Hans. Hann arbeiðir á ein­ um kontóri og hevur valt ymiskar lívsleiðir frá, or­sak­ að av skerdu førleik­unum. – Men tað plágar meg ikki í dag. Í apríl sama árið fekk eg eina protesu, sum skuldi virka sum ein peikifingur, so eg kundi lyfta eitt nú ein gaffil. Tað havi eg enn, og tað riggar fínt, sigur Hans Debes. Nú nýggjárið nærkast, raka vit harvið skjótt 36 ára dagin fyri hendingina. Men í dag er Hans als ikki merktur av tí. Hann hevur av­bjóðingar í gerandis­deg­ num, men beinan vegin eftir hendingina byrjaði hann at læra seg nýggjar mátar at gera ymiskt. Og tað ber væl til, hóast tráanin eftir tí stóra brestinum afturi í 1980 hevur viðført, at Hans onkuntíð má hugsa seg væl um, tá hann skal loysa uppgávur í ger­ andisdegnum. – Eg vóni veruliga ikki, at okkara ung fólk í dag eru so skilaleys, at tey fara undir at gera egnar bumbur. Eg haldi ikki nógv gera tað, men tað eru altíð summi, sum halda tað vera spennandi. Eg vil tó siga, at tað er avgjørt ikki tað vert, sigur Hans Debess at enda. barbara@sosialurin.fo • Legg fýrverkssýningina hjá tær væl til rættis, so at hon er trygg og gleðilig. • Hav fýrverk í stongdum kassa og brúka tað eitt í senn. • Les og fylg leiðbeiningini á hvørjum einstakum fýrverki og brúka lykt um neyðugt. • Fest í fýrverkið eina armslongd frá kroppinum við tendrara og far eitt sindur burturfrá. • Halt beran loga og sigarettglóð burtur frá fýrverki. • Far ongantíð aftur til eitt fýrverk, sum fest hevur verið í einaferð. • Koyr ikki fýrverk í lumman og blaka tað aldrin frá tær. • Bein alt rakett-fýrverk trygt burtur frá áskoðarum. • Brúka ongantíð petroleum ella bensin til at kynda bál við. • Tryggja tær, at allur eldur er køvdur, og at umhvørvið er vandaleyst, áðrenn tú fert. kelda: Kaj Andreassen & Co, sum selja fýrverk. Góð ráð fyri fýrverk Ung fólk eiga at hyggja at og njóta fýrverk í tryggari frástøðu og halda trygdarásetingarnar fyri at brúka stjørnukastarar. Bara vaksin fólk eiga at handla við fýrverki og festa í fýrverk. Tey eiga eisini at síggja til at beina fýrverkið, tey hava brúkt, trygt burtur.