Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149 FÝRVERK Avhending, útvegan og nýtsla av fýrverk. § 2. Eftir lógini er forboð fyri at avhenda, útvega sær ella gera nýtslu av fýrverk, sum brestur, uttan loyvi frá landfútanum. Stk. 2. Undantikin frá forboðnum eru: 1) borðbumbur, 2) japanskar borðbumbur, 3) brestir, (knallert). 4) bresttráður, 5) pappírsperlur (amorces), 6) pappírsperlubond (amorcesbond), 7) brestperlur og 8) brestproppar (hundaproppar). Stk. 3. Fylgjandi fýrverk, sum hava ljós­ ella roykeffekt, mugu ikki latast av hondum, útvegast ella nýtast uttan loyvi frá landfútanum, smbr. tó § 8, stk. 3: 1) rakettir, sum skjóta frá sær reyðar stjørnur, 2) rakett­fallskýggjabluss, sum geva reytt ljós og 3) royksignal, sum geva orangegulan royk. Stk. 4. Reglurnar í stk. 1­3 galda ikki sølu til forhandlara. Søla av fýrverk og kemikalium til persónar undir 18 ár § 3. Eftir lógini er forboð fyri at selja persónum undir 18 ár fýrverk. Undantikin forboðnum eru: 1) borðbumbur, 2) brestir, 3) pappírsperlur (amorces), 4) pappírsperlubond (amorcesbond) og 5) stjørnukast. § 4. Forboð er fyri at selja persónum undir 18 ár fylgjandi kemikaliur: 1) chloratur, perchloratur og nitrar av natrium, kalium, calcium, ammonium ella baryum, 2) reytt og gult fosfor, 3) svávul, 4) aluminumspulvur og magnesiumpulvur. Loyvi at útvega sær og gera nýtslu av fýrverk. § 8. Loyvi til at útvega sær og gera nýtslu av fýrverk, sum forboð er fyri at nýta, kann fáast hjá landfútanum, tá ið serstakur áhugi til tess er próvførdur, til dømis í veitslulag o.t., sum opið er hjá almenningini ella mong sleppa til. Í loyvinum skal landfútin leggja, hvussu mikið og hvussu fýrverkið skal vera nýtt. Stk. 2. Útgerðarmenn, skiparar, fareigarar og aðrir, sum tørva útgerð av neyðsignalum, kunnu haraftrat fáa bæði einsæris og loyvir yvirhøvur til keyp og nýtslu av “S“ merktum fýrverki. Stk. 3. Loyvi til keyp og nýtslu av “S“ merktum fýrverki tørvar ikki, um so er, at tað verður tikið hjá forhandlara móti at vísa tilsýnsbókina hjá skipinum og stemplað í hana. Goymsla. § 9. Í handlum ella rúmum uppat teim kunnu uppí 20 kg av fýrverki havast á goymslu. Uttanfyri tílík rúm kunnu uppí 40 kg av fýrverki havast á goymslu, tó ikki í sethúsum. Loyvi til størri nøgdir á goymslu kann fáast hjá landfútanum. Stk. 2. Stjørnukast koma ikki undir regluna í stk. 1. § 10. Fýrverk skal goymast varliga og minst 2 m frá varmavæli ella kaminu. Stk. 2. Goymslur av fýrverk hjá handlandi skulu havast í tøttum trækøssum (skápum) ella timburfóraðum metalkøssum við tøttum loki. Kassarnir (skápini) skulu vera merktir “Vandamikið – Fýrverk“ og mugu bert goyma fýrverk og setast so, at fólk sleppur ikki til. Verður fýrverk goymt í handilsrúmum ella rúmum uppiá tílíkum, skulu hóskandi sløkkiamboð vera við hondina nærindis køssunum (skápunum), til dømis spann við vatni ella trýstvatnssløkkjari (handsløkkjari við vatni at sløkkja við og onkur komprimerað luft sum drívevni). Stk. 3. Hóast reglurnar í stk. 2 er tað tó loyvt at hava fýrverkslutir frammi at vísa til sølu, men tó soleiðis, at fólk sleppur ikki til fýrverk, sum stendur frammi og bert ein lutur av hvørjum (eind ella smásølupakking) av hvørjum slagnum, sum eru at fáa í handlinum. Stk. 4. Í rúmum, sum hava inni fýrverk, mugu ikki eldfimar veskur vera og royking er forboðin. Undir hesa regluna koma ikki handilsrúm, sum hava eldsløkkingaramboð sum tilskilað í stk. 2 Stk. 5. Undir reglurnar í stk. 2 og 4 koma ikki stjørnukast, borðbumbur, japanskar borðbumbur og brestir (knallert). Stk. 6. Nýtsla av fýrverk í rúmum, sum hava inni ella frammi fýrverk og eldfimar veskur, er forboðið. Fýrverk – hetta sigur lógin Nú nýggjárið nærkast er gott at geva sær far um, júst hvat lógin sigur um hesi og hasi sløgini av fýrverki. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at eitt nú vera fleiri neyðrakettir skotnar hvørt ár á nýggjárinum, hóast hetta ikki er lógligt. Og soleiðis er við fleiri øðrum sløgum av fýrverki. Tað, sum vanliga verður rópt kinesarar, er heldur ikki loyvt. – Tað kann fýsa, men tað er bert loyvi til at skjóta fýrverk, sum brestur, um tað verður skotið upp í luftina, sigur vakthavandi. Her er brot úr kunngerðini, sum ásetur hvat er loyvt og ikki bæði hjá vanligum fólki og hjá handlunum, sum selja fýrverk.