Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í seinastu útgávu av Ali­tíð­ indum hevur Kirstin Elia­ sen, samskipari, grein um rognkelsi sum lúsa­týn­ing­ ar­amboð. Lúsaplágan í alivinnuni kostar alarum nógvar miljó­n­ir krónur í avlús­ ingar­evnum - og í mistari laksa­vekt - tí fiskur, har lúsa­plágan er herviligast, verð­ur tikin fyri tíð. – Rognkelsi sum lúsa­týn­ ingaramboð gerast alsamt meira vanlig í Føroyum. Fimm føroysk alibrúk hava - ella hava havt - rogn­ kelsi svimjandi saman við laks­inum. Fyri at fáa eina heild­ar­mynd av, hvat hetta amboð kann, hevur ali­fyri­ tøkan Luna heitt á Fiska­ aling um at kanna hesi viður­skifti nærri í samstarv við ali­felagið. Kirstin Eliasen vísir á, at seinasta hálvárið hev­ ur Fiskaaling regluliga vitjað alibrúkini í Mið­vági og Sørvági, ið bæði hava rognkelsi sum lúsa­týn­ingar­ amboð. – Mannagongdin hevur verið, at umleið tíggju rogn­ kelsi eru savnað inn úr hvørj­um ringi. Á landi eru rognkelsini vigað, longdar- og hæddarmátað, skrásett fyri slit á skræðu, fjaðrum og sterti - og at enda eru mag­arnir kannaðir. Samskiparin sigur, at higartil eru 768 magar á rogn­kelsum kannaðir. – Av hesum høvdu 69 rognkelsi - ella 9,0 pro­sent - etið lýs. Kortini benda nýggjar RT-PCR-kann­ing­ ar av innihaldinum í tarm­ unum á, at hetta talið er væl hægri, helst umleið 30 prosent. Tó er lutfalsliga stórur munur á, hvussu nógv rognkelsi høvdu etið lýs í Sørvági (5,6 prosent) sam­an­borið við í Miðvági (19 prosent). Kirstin Eliasen sigur, at tey smærru rognkelsini høvdu lutfalsliga oftari tóm­an maga, til tey vigaðu um­leið 40 gram. Hinvegin ótu tey smæstu rognkelsini mest verur av nótini. – Rognkelsisfóður var tann dominerandi føðin, tá rognkelsini vóru farin um 20 gram. Títtleikin av laksafóðri í magunum økt­ist líðandi við støddini á rogn­ kelsunum. Hetta er helst orsakað av, at tey smærru rognkelsini ikki megna at gloypa laksafóðrið. Hóast tað hevur ljóðað, at einans tey smærru rognkelsini eta lýs, so sæst eisini, at eingin støddarbólkur av rognkelsum sýnist at velja lýsnar frá. Hinvegin eru ábend­ingar um, at rogn­ kels­ini, sum viga millum 60 og 100 gram, eru ídn­ astu lúsaátarnir, sigur sam­ skiparin, Kirstin Eliasen. – Eingin støddarbólkur av rognkelsum tykist at velja lýsnar frá, sigur Kirstin Eliasen, samskipari hjá Fiskaaling Berjast móti lúsapláguni Hilbert Elisson, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Vestmanna kommunu, hevur biðið um at sleppa úr nevndini av persónligum ávum. Bygdarráðið hevur einmælt gingið umsóknini á møti og hevur einmælt valt Duritu á Heygum til nýggjan nevndarlim. Tekniska nevnd er nú mannað við Duritu á Heygum sum forkvinnu, Herit Magnussen og John Zachariassen Eftir summarfrítíðina byrjaðu 32 børn í forskúla í Glyvra skúla, har ábøtur eru framdar á niðastu hæddini Runavíkar kommuna eigur nógvar skúlabygningar, og støðugt verða ábøtur gjørd­ ar á skúlarnar. Stór orka er higartil løgd í at dagføra Skála skúla, har eitt nú øll vindeyguni eru skift. – Í komandi ári verður skjøtil settur á eina dag­før­ ing av Glyvra skúla. Skúlin er stórur, og vítt er um at fara. Í fyrstu atløgu verður miðjað eftir at skifta takið á skúlanum. Tað sigur Magnus Ras­ mussen, borgarstjóri í Runa­ víkar kommunu. Eftir summarfrítíðina byrj­aðu 32 børn, tveir lær­ ar­ar, tveir námsfrøðingar og tveir stuðlar í forskúla á Glyvrum. – Ábøtur eru framdar á niðastu hæddini í Glyvra skúla fyri, at skúlin kundi vera til reiðar at taka ímóti for­skúlabørnum eftir summ­ arfrítíðina. Borgarstjórin vísir á, at forskúlin á Glyvrum hevur fingið navnið Brúgvin. – Saman við forskúlanum á Skála, sum hevur virkað í nøkur ár og forskúlanum í Frí­skúlanum Kelduni er Brúgvin við til at tryggja, at øll børn í Runavíkar komm­ unu hava atgongd til for­ skúla­tilboð. Magnus Rasmussen, sum sjálvur er útbúgvin lær­ari, heldur, at tað verður spenn­andi at síggja, hvussu for­skúlin fer at styrkja yvir­ gongdina millum barna­ans­ ing­ina og skúlan. vilmund@sosialurin.fo Í dag – 28. desemb­ er – fyllir Marner Lisberg 60 ár. Skoðs­ málið er, at hann er blíður, vinsælur, gløgg­ ur, tolin og fram­taks­ hugaður Tað kostar miljónir at berjast móti lúsapláguni, og nógvur laksur verður tikin fyri tíð, sum aftur kostar nógvan pening í mistum laksavirði Ítróttarhøll dagførast Í nógv ár eru stigvísar ábøtur framdar á ítróttarhøllina á Skála. Syðri endi og niðara síða eru skift, umklæðingarhøli eru dagførd, og hurðar eru skiftar. Sambært fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu verður takið á ítróttarhøllini á Skála eisini skift í 2016. Feløgini hava í longri tíð havt ynski um at fáa dagført gólvið í ítróttarhøllini. Verandi gólv er ótíðarhóskandi, serliga við atliti til stoytdoyving. Runavíkar kommuna hevur í fíggjarætlanini játtað pening til nýtt gólv í ítróttarhøllini á Skála. vilmund@sosialurin.fo Runavíkar kommuna eigur nógvar skúlabygningar - og skúlin á Glyvrum er ein teirra Glyvra skúli skal dagførast