mánadagur 28. desember 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149
Vilmund Jacobsen
Nú árið av álvara er farið
at halla, og tað stundar til
gamlaárskvøld, tá vanligt er
at brenna nýggjársbál kring
landið, er vert at leggja sær
í geyma, at loyvi skal til at
brenna bál.
Kommunur heita nú á
sínar borgarar, sum ætla sær
at brenna, um at senda um
sókn um loyvi til brenning.
Sambært
kunngerð
um burturkast er krav, at
góðkenning skal fáast frá
kommununum at brenna
nýggjársbál.
Treytirnar fyri at fáa
loyvi at brenna eru fleiri, og á
heimasíðuni hjá Nes komm
unu verður víst á, at støddin
á bálinum í mesta lagi skal
verða tríggjar metrar í tvør
mát - og tveir metrar í hædd.
Eru bál størri enn hetta,
skal ætlaða brenningin góð
kennast av sløkkiliðnum við
sýn á staðnum, har ætlanin
er at brenna.
Tað er sløkkiliðið, sum
skal meta um trygd og frá
støðu, og her verður eisini
havt í huga, hvørjar veður
vánirnar eru.
– Tað, sum kann brennast,
er óviðgjørdur og turrur
viður, og mælt verður til at
hava spannir ella vatnkør
á
staðnum
til
sløkking
ella køling í samband við
møguligar brunaskaðar.
Reglur eru eisini um, at
ávísur
persónur
stendur
aftan fyri nýggjársbálið, og
ein treyt fyri loyvinum at
brenna er, at økið verður
ruddað, tá bálið er brent.
– Hesar treytir skulu
tryggja, at bálbrenningin
fer fram við skynsemi, um
framt at minst møgulig
umhvørvisárin
standast
av brenningini, sigur Nes
kommuna.
Vilmund Jacobsen
Ung í Ungdómshúsinum í
Vági gjørdu herfyri av, at
tey skulu gleða tey eldru
í kommununi um jólini.
Tí fóru tey eisini runt við
jólapakkum til borgarar í
Vágs kommunu, sum eru
80 ár og eldri.
Tey ungu vóru soleiðis
eisini á Eldrasambýlinum
í Vági og á Ellis-og røktar
heiminum Hamragarði við
jólapakkum.
– Í pakkanum vóru køk
ur, sum tey ungu sjálvi
høvdu bakað, bæði havra
grýnskøkur, piparkøkur og
siropskøkur, og haraftrat
vóru karamellur eisini í
pakkanum.
Vágs
kommuna
veit
at siga, at tey ungu eisini
høvdu skrivað eina heilsan,
sum varð løgd í pakkan, so
øll vistu, hvagani pakkin
kom.
– Hús úr húsi fóru tey,
og allastaðni vórðu tey
ynskt vælkomin við smíl
um og klemmum.
Vágs kommuna legg
ur aftrat, at hetta hevur
verið eitt av mongu hug
skotunum hjá Ungdóms
húsinum gjøgnum árið.
Tey, sum ætla sær at brenna bál á nýggjárinum,
skulu søkja kommunurnar um loyvi
Hús úr húsi gingu tey ungu,
og allastaðni vórðu tey ynskt
vælkomin við smílum og klemmum
Loyvi krevst til
nýggjársbál
Í dag, týsdagin
og mikudagin hevur
Listasavn Føroya
opið frá klokkan
13-16. Atgongd er
ókeypis, og tilboð
eru upp á bøkur,
postkort og plakatir
Tað er gamalt at
dansa um jólatræ í
Nólsoy seinnapart
jólaaftan. Aftur í
ár var nógv fólk til
jólaliga tiltakið í
Royndarhúsinum
Trý
skip
við
svart
kjafti
Seinastu dagarnar
eru trý skip komin
á Fuglafjørð við
svartkjafti til Havsbrún.
Dagin fyri jólaaftan
- 23. desember -
byrjaðu teir at landa
Christian í Grótinum,
sum hevði umleið 2000
tons av svartkjafti.
Eftir jól stóð
Høgaberg fyri landing
- og síðan Slættaberg.
Á Havsbrún í
Fuglafirði vita tey at
siga, at Høgaberg
hevur 600 tons og
Slættaberg somuleiðis
600 tons av svartkjafti.
Um botnfiskaveiðina
undir Føroyum er at
siga, at øll línuskip
liggja og fara neyvan
útaftur fyrr enn nakrar
dagar út í januar.
Vanliga plaga nakrir
ísfiskatrolarar at fara
útaftur beint eftir
jól, og soleiðis hevur
helst eisini verið í ár.
Væntandi er tí, at
tær fyrstu ísfiska
landingarnar undan
Føroyum verða
um fáar dagar.
Um ársskiftið í fjør
riggaðu nøkur av
frystilínuskipunum til
at fara yvir á Flemmish
Kap at fiska, og neyvan
gongur long tíð, til
tey fyrstu línuskipini
loysa og leggja leiðina
vestur um hav.
vilmund@sosialurin.fo
Loyvi skal til at brenna nýggjársbál, og her eru ymiskar treytir,
ið skulu fylgjast - við atliti til trygd um umhvørvi
Tey gomlu
í Vági fingu
jólagávu