Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Eitt veruligt stríð um, hvør hevur valdið og hvør í seinasta enda tekur avgerðirnar, var undan jólum í Løgtinginum DRAMA Í LØG­TING­INUM DAGARNAR UNDAN JÓLUM Árni Gregersen Sjálvdan hevur so nógvur dramatikkur verið í ting­ in­um undan jólum, sum nú hendan dagin álitið um fíggjar­lógina fyri 2016 og álitið um uppboðssølu av fiski­rætt­ind­um skuldi leggj­ ast fram. Umframt hesi bæði álit­ ini, sum tá ið avtornaði als ikki vóru viðgjørd, so vóru eisini hópin av øðrum álit­ um løgd fram, sum so at siga øll vóru knýtt at lógum, sum eru grundarlag undir fíggjarlógini fyri 2016. Kappingin var hørð um øll álitini og tá ið atkvøtt var, so vann samgongan allar at­ kvøðugreiðslurnar við 17 at­ kvøðum móti 16. So undan jólum fingu vit av álvara sæð, hvat tað hevur at siga, tá ið ein samgonga legg­ur frá sær og ein nýggj tek­ur við. Ein nýggj samgonga, har ongin flokkur úr gomlu sam­ gonguni er við, men har teir allir eru farnir í andstøðu móti sitandi samgongu. Veruligur politikkur Valið 1.september broytti javn­vágina í føroyskum poli­ tikki, so tað nú eru flokk­ ar­nir, sum liggja meira til vinstru, sum eru tyngdin í samgonguni í mun til gomlu samgonguna, tá ið flokkarnir til høgru í politisku myndini, myndaðu samgonguna. Í gomlu samgonguni vóru tað Sambandsflokkurin, Fólka­flokkurin og Miðflokk­ u­rin, sum myndaðu sam­ gong­una og myndaðu lands­ s­týr­ið. Valið í september broytti hesi viðurskiftini og gjørdi, at andstøðuflokkarnir Javn­ aðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fingu meirluta í Løgtinginum og kundu velja løgmann og harvið eisini manna landsstýrið. Upprunaliga høvdu hes­ ir tríggir flokkar 17 ting­ limir av 33, men tað vísti seg beinanvegin, at tann eini tinglimurin hjá Javn­a­ðar­ flokkinum, Sonja Jógvans­ dóttir, boðaði frá, at hon ikki longur er partur av Javn­aðarflokkinum, men kort­ini segði hon, at hon er partur av parlamentariska grundarlagnum undir sam­ gonguni. At broytingin gjørdist so ógvuslig eftir valið, hevur við sær, at vit mugu rokna við, at vit fara at síggja ein nýggjan politikk riknan í gerandisdegnum. Flokkarnir Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin søgdu klárt undan valinum, at teir stríðast fyri at býta sam­fe­ lagsvirðini øðrvísi enn tann gamla samgongan gjørdi. Og at býta samfelags­virð­ ini verður í stóran mun gjørt, tá ið fíggjarlógin verður smíð­að. Tá verður staðfest, hvør skal gjalda meira inn í felags kassan og hvør skal fáa meira úr kassanum. Skatturin Best kendi mátin at býta virðini, er at áleggja skattir og so gjalda útaftur á ein øðr­ vísi hátt. Tá ið borgarliga sam­gong- an tók við eftir valið fyri fýra árum síðani, innførdi hon sonevnda flatskattin, sum gav teimum, sum for­ vinna væl av pengum ein ógvusligan skattalætta. Hesum tók núverandi sam­gonga støði í longu í val­ stríðnum, tá ið hon boðaði frá, at hon fór at lata lág- og miðal­inntøkurnar sleppa bílig­ari í skatti. Tað uppskotið er eisini samtykt, men samgongan má eisini fíggja skattalættan, tí hon hevur eisini – eins og fráfarna samgongan – lovað, at fíggjarlógin fyri 2016 ikki skal hava hall. Trupulleikin, sum hevur tikið seg upp er, at í mun til uppskotið til fíggjarlóg fyri 2016, so mangla 178 milljónir krónur í inntøkum. Eftir ætlan, so skal hes­in peningur koma úr fiski­vinn­ uni við tilfeingis­gjaldið og frá einari uppboðssølu av rætt­indum at veiða nakað av uppsjóvarfiski og av 3000 tonsum av botnfiski úr Barentshavinum. Steðgar í nevnd Men skjótt var greitt, at hetta mál ikki fór at vera ser­liga lætt at fáa gjøgnum Løg­ tingið. Umframt at vinnan í hoyr­ ingsskrivum uppá tað harð­ ast mótmælti upp­boðs­søl­ una saman við andstøðuni, so vóru tað eisini tingfólk í samgonguni, sum heldur ikki hildu, at uppboðssølan er rætta loysnin. Kristin Michelsen, Javn­ aðar­flokk­urin, segði bart út frá ting­sins røð­ara­palli, at hann heitti á lands­ stýrismannin við fiski­vinnu­ mál­um um at taka uppskotið um uppboðssølu aftur og heldur finna eina aðra loysn. Fyri samgonuna og serliga løg­mann, sum umframt at vera samgonguleiðari eis­ ini er formaður í Javn­aðar­ flokk­inum, kom hendan mót­støðan illla við. Javnaðarflokkurin hevði fleiri fundir um málið fyri at finna eina loysn. Tað var avgerandi at finna eina loysn, tí eisini ein javn­aðar­ tingmaður, Bjarni Hammer, er formaður í vinnunevndini, har málið fekk viðgerð. Bjarni Hammer sjálvur er heldur ikki serlgia heitur fyri uppboðssøluni, men eft­ ir fundir í fleiri dagar, eydn­ aðist honum at fáa gjørt eitt minnulutaálit í vinnu­nevnd­ ini, sum samgognan eftir øll­ um at døma kann semjast um. Men tað er ikki nóg mikið. Skeivur meirluti Tað er nevniliga soleiðis, at í vinnunevndini hevur minni­ lutin í tinginum meirluta. Og hesin meirlutin vil á ongan hátt hava eina upp­ boðs­sølu. Meirlutin í vinnunevndini vísir á, at tað kann fara at kosta landinum pening í end­ur­gjaldskrøvum um upp­boðs­søla verður innførd, áðrenn nýggj lóg um vinnu­ ligan fiskiskap kemur 1. januar 2018. Reglurnar eru soleiðis, at eitt mál uttan nakað kann við­gerast í nevnd í upp til ein mánaða, uttan at nakar kann krevja tað úr nevndini. Og har stendur málið júst nú. Meirlutin í nevndini vil hava málið betur lýst og vil tí ikki lata nakað álit úr nevnd­ ini enn. Nevndin er mannað við sjey limum og minst fýra skulu skriva undir álitið, skal tað koma úr nevndini. Í hesum førinum um lóg­ ina, sum skal seta upp­boðs­ sølu í gongd, situr andstøðan á teimum fýra atkvøðunum, meðan samgongan bert hev­ ur tríggjar. Tí kom málið ikki fram. Hetta fekk øði í ein part av tinginum seint 22. desember. Tá hevði tingið tann morg­unin verið til arbeiðis til klokkan gott fimm um morg­ unin og aftur frá klokkan 11 til á midnátt. Hendan seinna dagin vóru nøkur mál avgreidd, men hóast leingi var bíðað, so kom álitið frá vinnunevndini ikki á tingborð. Tingformaðurin avgjørdi at senda tingið heim, tí tá var klokkan so nógv, at tað var vónleyst at fara undir at viðgera fíggjarlógarálitið, sum var lagt fram seint á kvøldi. Hann setti næsta ting­ fund­in at vera klokkan 10 í morg­un.