mánadagur 28. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Sjálvandi hugsa vit um smittuvanda, tá vit hava trupulleikar við laksalús, men eg haldi, at
kunngerðin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan gongur eftir, tekur ov lítið hædd fyri veruligu
umstøðunum, sigur dagligi leiðarin á Faroe Farming í Suðuroy, Egil Steintórsson
FAROE FARMING
MISSIR FYRI 25-30
MILJÓNIR Í LAKSI
LAKSALÚS
Vilmund Jacobsen
Heldur ikki hjá føroysku
laksavinnuni veksa trøini
inn í himmalin, sum líkt er
til, at onkur kanska heldur.
Laksalús hevur verið og
er ein plága í nógvum ali
brúkum kring landið.
Hjá
Faroe
Farming
í
Suðuroy hava tey eisini verið
og eru framvegis plágað av
laksalús, tó at nógv tann
størsti parturin av fiskinum
hjá felagnum er uttan ska
vank av lúsini.
Faroe Farming hevur í
løtuni aling á fýra støðum
í Suðuroy - á Vágsfirði,
Lopransfirði, Hovsfirði og út
fyri Froðbiarlandinum.
Egil Steintórsson, dag
ligur leiðari hjá Faroe Farm
ing, sigur, at í vár misti felag
ið nógvan pening í alingini
á Hovsfirði. Seinni hevur
laksurin eisini verið nógv
plágaður av lús á Vágsfirði
og Lopransfirði, har bara
ein aliringur nú er eftir, sum
verður tømdur millum jól og
nýggjár.
– Orsøkin til mista laksa
virði er ein kunngerð um
laksalús sum ásetir, nær fisk
ur, sum er fongdur við lús,
skal takast. Tað er so stórur
prísmunur á laksi, sum er
5 kilo og størri - og so laksi,
sum vigar minni enn 5 kilo.
Tað er her, at stóri missurin
liggur, tá krøv koma um at
taka laksin vegn lús.
Dagligi leiðarin hjá Faroe
Farming metir, at felagið í ár
hevur mist fyri einar 25-30
miljónir krónur í laksavirði.
Tekur eingi atlit
Egil Steintórsson vísir á, at
laksur, sum er fongdur við
lús, í allar mátar er manna
føði, men hann ásannar, at
smittuvandi er, tá lúsatalið
gerst ov stórt.
– Hinvegin haldi er per
sónliga, at Heilsufrøðiliga
Starvsstovan átti at tikið
nøkur fyrivarni og atlit - alt
eftir, hvar alingin fer fram,
tí tað er serliga, tá onnur
alibrúk liggja tætt uppat, at
vandi er fyri smittu.
Hann
heldur
ikki,
at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
í hesum føri hevur víst nak
að serligt forstáilsi, men
burtur av hevur sett síni
krøv við kunngerðini um
laksalús í hondini.
– Henda kunngerð er helst
gjørd, meðan lúsaplágan var
lítil og eingin, og nú fleiri
alibrúk dragast við lús - ikki
bara her hjá okkum, men so
sanniliga eisini norðanfyri
- er missurin av ov tíðliga
tiknum
laksi
ómetaliga
stórur, sigur hann.
Nógv skal takast
Krøvini hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
til
Faroe
Farming í løtuni eru, at fe
lagið tekur 320 tons av laksi
um vikuna, men tøkuorkan
er bara 50 tons um dagin.
– Vit missa eisini dagar
vegna veður og vind, og tí
megna vit ikki at taka tær
nøgdir, sum okkum er álagt.
Leiðarin sigur, at ætlandi
koma tveir brunnbátar hjá
Bakkafrosti suður millum
jóla og nýggjárs at taka eini
1000 tons av laksi.
– Meginparturin av hes
um fiski er niðan fyri 5 kilo,
og tí er hetta ein ovurhonds
stórur missur fyri felagið.
Egil Steintórsson ásannar,
at sjálvandi er smittuvandi
á ferð, tá laksalús er í ali
brúkinum,
men
soleiðis,
sum lúsaplágan hevur verið
í ár, ger kunngerðin, sum
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
heldur seg til, tað eftir hans
ara tykki nógv truplari enn
neyðugt, samstundis sum
virðismissurin er øgiligur.
– Eg haldi, at Heilsufrøðiliga
Starvsstovan átti at tikið
nøkur fyrivarni og atlit -
alt eftir, hvar alingin fer
fram, tí tað er serliga, tá
onnur alibrúk liggja tætt
uppat, at vandi er fyri
útbreiðslu av smittu, sigur
Egil Steintórsson, leiðari hjá
Faroe Farming í Suðuroy
Millum jól og nýggjár koma tveir brunnbátar hjá Bakkafrosti
eftir umleið 1000 tonsum av laksi hjá Faroe Farming