mánadagur 28. desember 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149
NØVN
So fór Nikos eftir drúgvan bardaga
við álvarsama sjúku, og vit ynskja,
at hann má hvíla í friði.
Tað var í 1994-95 at okkara vegir
skaraðust, tá tað litríka húskið
Kapnas-Westerlund
kom
eitt
royndarár til Føroya úr Belgia,
har Nikos sat sum solobratsjistur
í flamlendska útvarps- og sjón
varpsorkestrinum í Brússel. Teim
um dámdu væl í Føroyum, og eftir
at vera loystur úr starvinum í
Brússel, gjørdu tey í 1998 av at flyta
við teimum trimum børnunum til
Føroya at vera.
Hedvig var úr Finnlandi og tos
aði svenskt við børnini, sum skiltu
heili 4 mál og síðani fingu føroyskt
og danskt aftrat.
Nikos var føddur í Tashkent í
1962, á háslættanum í Uzbekistan.
Pápin var grikki og mamman russ
isk, og tú varnaðist beinanvegin, at
Nikos kom úr einum fyri okkum
eksotiskum umhvørvi, har fólk
mussaðust tríggjar ferðir á kjálkan,
tá ið tey møttust. Tá eg spurdi, um
hetta hevði nakran serligan týdn
ing, svaraði Nikos: Gud faðir, Guds
sonur og Guds heilagi andi.
Nikos vaks upp í gamla Sovjett
samveldinum undir kalda krígnum,
og hann hevði lítið gott at bera
hesum risaveldi. Men ikki skarst
burtur, at í viðføri hevði hann kult
urin hjá tveimum orientalskum
ríkjum: Russlandi og Grikkalandi.
Longu sum smádrongur í Tash
kent sýndi Nikos frámúr musikk
gávur, og her í Uzbekistan legðist
grundarlagið
undir
hansara
violinspæli. Tá hann var umleið
14 ára gamal flutti øll familjan
til Grikkalands at búgva, og har
kom hann beinanvegin inn á kon
servatorii í Thessaloniki sum næm
ingur hjá Cosmas Galileas. Seinri
tók professarin Jerry Rubinstein
yvir og leiddi hann víðari og inn
í symfoniorkestur har. Familjan
hevði tað smátt, og tí arbeiddi
Nikos á náttklubba fyri at yvirliva.
Ungi drongurin hevði sera gott
handalag til alt hondverk. Hann
bygdi sína egnu bratsj, hann tók
seinri hægri prógv í Antwerpen, og
ein vinmaður fekk hann at læra til
luthier, (ljóðføristeknikara).
Komin til Føroya fór hann at
undirvísa í violinspæli á Musikk
skúlanum, men í frítíðini dámdi
honum væl at vera á floti, at kryvja
fongin og skera flak. Eftir nøkur
ár fór hann undir tað stóra takið
at smíða síni egnu dreymahús á
Velbastað.
Nakað
dusinmenniskja
var
Nikos ikki. Hann fylti nógv, og
tað suðurlendska temperamentið
fornoktaði seg ikki. Nógv hevði
hann at geva sínum næmingum,
og altíð var hann fúsur at spæla
til øll møgulig høvi. Hann stovn
aði Biedermeier-Trio saman við
starvsfeløgum, spældi strúkikvar
tett og kamartónleik, symfoniskan
tónleik, spældi í samkomum og
kirkjum og var uppi í øllum handa
kórkonsertum. Fyrrárið fór hann til
Danmarkar at læra seg professio
nella klaverstemming.
Móti manni mínum, Kanny, var
hann trúgvur sum trøllið. Undir
langari sjúrkalegu kom hann at
ugga og mata sjúklingin við jørð
berum og víndrúum, og tá ið
hoyrnin hjá Kanny eisini fór at bila,
kom Nikos niðan sunnumorgnar at
spæla duett saman við honum.
Tann fíni og ótrúligi klangur,
hann fekk fram á sjálvt miðalgóð
um instrumentum, fær meg at
halda, at Føroyar hava mist nakað
stórt og sjáldsamt við Nikosi.
Nú ið hann stendur undir børu
jóladagarnar, renna farnir stutt
ligir jóladagar mær í huga. Í fleiri
ár komu hann og Hedvig jólaaftan
niðan við góðum víni og nýbak
aðum svenskum »jólakransi«, sum
angaði av safran og kaneli, og tá
børn teirra vóru smá, fekk Kanny
uppgávuna at vera jólamaður.
Nikos kom niðan við klæðum og
skeggi og læt hann í. Børnini lótu
seg kortini ikki lumpa, men søgdu,
at jólamaðurin var danskari, og at
tey vistu hvør tað var.
Vit gjørdust eitt slag av abba og
ommu hjá teimum, nú ið tey búðu
so fjart frá sínum egna fólki.
Nú eru nógv ár farin. Tey fjøl
gávaðu børnini eru vaksin, og
Kapnas-Westerlundfamiljan hevur
fótað sær og fingið eitt føroyskt
netverk og føroysk vinarløg. Góða
Hedvig og børn. Nógv dýr minni
eiga tit og vit um mann og pápa
tykkara.
Farvæl Nikos. Tú fært tríggjar
kinnkossar frá mær. Jesus fylgi tær.
Oddvør Johansen
Nikolaos Kapnas til minnis
90 ára føðingardagur
1. januar fyllir Margret Fjørðoy 90
ár. Tey, ið ynskja at halda dagin
saman við henni, eru vælkomin til
Majly og Rasmus, Kálvalíðvegur 31
í Miðvági frá kl. 17.
80 ára føðingardagur
Tann 18. januar fylli eg 80 ár.
Dagurin verður hildin í kjallaranum
wwwí Fríðrikskirkjuni tann 16
januar, frá kl. 17:00. Tey, ið ynskja
at halda dagin saman við mær,
verða vinarliga biðin um at siga
frá á tlf. 288105 ella 229202, innan
mánadagin 11. januar
Anna Saltá, Saltnes
Krúndiamantbrúdleyp
9. desember høvdu hjúnini Hilda og
Allon Næs, Hvalba verið gift í 65 ár,
dagurin verður hildin í Roynhøllini
28. desembur millum kl. 14.00 og
18.00, øll eru hjartaliga vælkomin
at heilsa uppá krúndiamantbrúðar
parið.
Diamantbrúdleyp
30. desember hava hjúnini Sonja og
John Mikkelsen diamantbrúdleyp.
Í tí sambandi eru opið hús 11-14
í Eldraheimi Heima við Vánna,
Særvargøta 1, Klaksvík.
Gullbrúdleyp
Týsdagin 29. desember 2015 hava
Hildigarð og Sigurð Simonsen,
Sandur, verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin í Virkinum á Sandi frá
klokkan 18. Tað hevði glett okkum,
um familja, vinir og kenningar
komu at hátíðarhalda dagin saman
við okkum. Øll eru hjartaliga væl
komin.
Vinarliga
Hildigarð og Sigurð
Brúdleyp
Mikudagin 30. desember giftast
Annika Steintórsdóttir Biskopstø,
Klaksvík,
og
Heri
Schwartz
Jacobsen,
Norðragøta.
Vígslan
verður í gomlu kirkjuni í Gøtu kl
13.00 og veitslan verður hildin fyri
innbodnum í Skálanum, í Klaksvík,
kl 18.00.
Brúdleyp
Leygardagin
2.
januar
giftast
Eleonora Kerá, Hellurnar, og John
Eliassen, Fuglafjørður, í Fuglafjarð
ar kirkju kl.13:00. Veitslan verður
fyri innbodnum í bygdarhúsinum
í Leirvík.
75 ára føðingardagur
Í sambandi við at Johan í Smiðjuni fyllir 75 ár 16. januar, vil hann bjóða
í føðingardag í Vesturhøll í Fámjin 16. januar frá kl 18. Tey, ið vilja halda
dagin saman við honum, verða vinarliga biðin at boða frá innan 5.
januar á tlf. 371359 ella 210359
Gullbrúdleyp
Mikudagin 30. desember hava Jona og Jónsvein Mikkelsen, Toftir,
gullbrúdleyp. Vælkomst verður í kjallaranum í Fríðrikskirkjuni frá kl.
14 til 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.