mánadagur 28. desember 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2015 · Nr. 149
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIÐMERKINGAR
Jólamaðurin tók!
Zakarias Wang
Nú hava vit
havt
eini
minnilig jól.
Jólamaður
in var hjá
t e i m u m ,
sum
hava
ov
mikið,
við gávum frá teimum, sum
hava ov lítið.
Tað her var talan um, var
at løgtingið, við einum meiri
luta upp á eina atkvøðu, sam
tykti at minka um grundupp
hæddina í fólkapensiónini.
Til undanførslu verður
sagt, at missurin fæst aftur
við at samhaldsfasti hækkar
sítt útgjald eins nógv. Men
sum Ingeborg Vinther hevur
gjørt vart við, so er grund
upphæddin í fólkapensiónini
skattarfrí, men útgjaldið frá
samhaldsfasta er tað ikki.
Fólkapensiónistarnir sita við
sviðið soð.
Talan er tí um ta væl
kendu reglu í allari skatta
lóggávu, at skattir er nakað
sum tey við lágum inntøkum
gjalda til minsta vet, meðan
tey við høgum inntøkum
sleppa lagaliga!
Nú er støðan í hesum
landi tann, at miðalinntøkan
er umleið tann sama sum
í Danmørk. Har er skatta
trýstið lægri á teimum høgu
inntøkunum enn á teimum
lágu eins og í øllum øðrum
londum.
Men verður samanborið
millum okkum og Danmørk,
so er skattatrýstið á tær lágu
inntøkurnar hægri í Føroy
um enn í Danmørk. Verður
hugt eftir teimum hægru
inntøkunum, so er støðan
øvug Danmarkar og Føroya
millum.
Hetta ber við sær, at hóast
miðalinntøkurnar eru eins,
eru skattainntøkur hins al
menna lægri fyri hvønn
føroying enn fyri hvønn
dana. Tí má tað almenna í
Føroyum spara. Eitt av tí,
sum spart verður uppá, eru
veitingar til tey sum eru illa
fyri.
Tey, sum venda sær til
sosialráðgevarar
okkara,
fáa at vita, at um so var, at
tey fluttu til Danmarkar,
fingu tey nógv betri kor.
Tað er einki at siga til, at
summi fylgja hesum ráðum,
og familjur verða skræddar
sundur.
Nú settu føroyingar á val
inum 1. september 2015 sítt
álit á flokkar, sum lovaðu at
bøta um korini hjá teimum,
sum vóru illa fyri. Hetta
kundi ikki týða annað enn
at fara skuldi fram eitt um
skifti av skattabyrðuni so
leiðis at tey við lágum inn
tøkum fingu lægri skatt og
hægri almennar veitingar,
og at tey, sum høvdu ráð at
gjalda, komu at fíggja hesa
meirnýtslu.
Men hvat fingu vit?
Vit fingu niðurskurð av tí
mest samhaldsføstu veiting,
sum yvirhøvur hevur verið
í okkara skipan: grundupp
hæddini í fólkapensiónini!
Gullkálvur og neyðaregg
Frank Davidsen
Sørvági
Kropp
á
kroppi sein
astu dagar
nar undan
jólum komu
løgtingsum
boð Fólka
f l o k s i n s
upp á Løgtingsins røðara
pall, og tað var ikki hissini
høgg, ið sitandi samgonga
fær. Hetta tí miðal- og láglønt
hava fingið ein skattalætta á
millum 750 og 1200 krónur
um mánaðin.
Sambært
tingkvinnuni
Mercedis var talan um eitt
neyðaregg samanborið við
skattalættan, ið núverandi
andstøða segði seg hava
veitt hægstu lønunum og
millióningunum, tá tey sótu
við valdið.
Skilji væl umboð Fólka
floksins, tí í teirra heimi eru
hesar 750 til 1200 krónur um
mánaðin olmussupeningur,
samanborið við tær 400.000
krónurnar, sum tey hægst
løntu fingu í skattalætta
seinasta valskeiði – siger og
skriver fýrahundrað túsund
krónur í skattalætta tey fýra
árini.
So hesi hava veruliga
dansað um gullkalvin.
Spurningurin er so, hvør
av hesum bólkum, ið er mest
takksamur fyri teirra skatta
lætta, tey ið áttu ovmikið
frammanundan, ella tey, ið
ongan skattalætta fingu frá
borgarligu samgonguni.
At
niðurgera
700-1200
krónur um mánaðin í skatta
lætta og kalla hann eitt
neyðaregg, tað er ein bein
leiðis háan í móti teimum
borgarum, ið nú fáa henda
skattalættan.
Ein stórur samfelagsbólk
ur av hart arbeiðandi kvinn
um og monnum, sum er
sjálvur felagsnevnarin fyri
okkara vælferðarsamfelag.
Mercedis og restin av and
støðuni sótu við valdinum
í fýra ár, uttan at lág- og
miðalinntøkurnar fingu inn
í eygað í skattalætta ella
øðrum lættum.
Nú tríggir mánaðir er
gingnir av samgonguskeið
num, leika hesi somu løg
tingsumboðini í sum óðir
tarvar, eins og tey hava roynt
allar snildir fyri at fella sit
andi samgongu.
Avleiðingin er, at sam
gongan nú er vorðin nógv
sterkari, og hennara tingum
boð búnast í strembanini
eftir, at vit fram eftir kunnu
hava eitt samhaldsfast væl
ferðarsamfelag.
Samhaldsfesti er júst tað,
sum skapar øvund í teimum
borgarligu flokkunum. Tí
leika teir borgarligu í sum
óðir, nú samgongan ætlar,
at samhaldsfesti skal ger
ast bulurin í eini framtíðar
penjiónsskipan. Tað hóvar
ikki teimum borgarligu, at
tær
breiðastu
herðarnar
skulu bera sín stóra fíggjar
liga lut, sjálvt um júst hetta
býtið er katalysatorurin í
einum framkomnum væl
ferðarsamfelagið.
Meðan
pensionistarnir
við forskattingini av teirra
pensiónum máttu knógva
undir skattalættanum til tær
hægru lønirnar undir borg
arligu samgonguni, so er tað
ikki annað enn náttúrligt,
at tær breiðu herðarnar nú
koma at gjalda skattalættan
fyri lág- og miðalinntøkurnar
hjá sitandi samgongu.
Sjálvsagt má tað svía
hjá Mercedis og hennara
andsfeløgum, sum seinasta
valskeið
oystu
1000-1200
milliónir krónur út í skatta
lætta til tey vælbjargaðu,
meðan lág- og miðalinntøk
urnar ikki fingu inn í eygað.
Søkt verður eftir einum vaskifólki til
Skúladepilin í Suðuroy at byrja sum
skjótast. Umsóknarfreistin er 4. januar
2016 og byrjað verður beinanvegin í
starvinum, tá freistin er farin.
Starvið er tímalønt og er 4,5 tímar pr.dag.,
eftir vanliga skúlatíð.
Starvið er fyribils tíðar avmarkað til eitt
ár.
Umsóknir skulu sendast til:
nina.holm@skulin.fo
Post.adr.
Skúladepilin í Suðuroy
att. Nina Holm
Grønudalur 2
950 Porkeri
Fleiri upplýsingar fáast frá húsavørðinum
Magna Jacobsen, tlf. 226794
Vaskifólk
til skúladepilin
í suðuroy
LÝSINGARTORGIÐ
Býli í Føroyum
íbúð ynskist til leigu í Tórshavn
Einsamallur maður ynskir íbúð í Tórshavn fyri umleið 5000 kr.
226272
Dýr
YNSKIST
Hevur nakar tveir hon undulatar, helst 1 ár ella eldri, at selja mær
bíliga?
271723
Góði, fitti Sverri!
Hjartaliga tillukku við 21 ára føðingardegnum 21. desember.
Alt tað besta víðari við lærutíðini. Jesus pápi signi lívsleið
tína. Tey allarbestu ynski frá okkum her norðuri.
Abbi og omma
HEILSAN