Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149 ÍTRÓTTUR STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI Pætur Albinus FLOGBÓLTUR Menninir hjá Fraklandi vinna sítt fyrsta EM-heiti við 3-0 í dystum ímóti Slovenia. Italia vann bronsuna. Hjá kvinn­unum vann Russland fyri 19. ferð, hesaferð við 3-0-sigri ímóti Hollandi. Serbia gjørdist nummar trý. HONDBÓLTUR Mansliðið hjá Fraklandi gerst heimsmeistari á fimta sinni, tá ið teir í finaluni vinna 25- 22 ímóti vertunum úr Katar, sum hevur eitt samansett lið av alheims spælarum. Pól­ land vann bronsu. Norsku hond­bólts­gent­ urnar vinna heims­meistara­ heitið á triðja sinni, tá ið tær í Danmark vinna HM-finaluna 31-23 ímóti sensatiónini, Holl­ andi. Rumenia tryggjaði sær bronsuna. FC Barcelona er framvegis væl fyri í manshondbólti og vinnur Chamions League fyri níggjundi ferð. Hesaferð vunnu teir finaluna 28-23 ímóti MKB Veszprém úr Ungarn. Vive Targi Kielce úr Pól­landi vann bronsu. Budnocnost úr Monte­ negro vinnur kvinnuligu út­gáv­una av Champions League eftir 26-22-finalusigur ímóti Larvik HK úr Noregi. Vard­ar úr Makedonia fekk brons­una. KURVABÓLT Spania við heimskenda Pau Gasol á odda smyr alla mót­ støðu av í EM og kann kalla seg evropameistara fyri triðju ferð. Í finaluni vunnu teir greitt 80-63 ímóti Litava, með­an Frakland vann sær brons­una. Golden State Warriors skriva søgu í NBA, har teir eru fyrsta lið, sum vinnur 24 teir fyrstu dystirnar. Longsta røð av sigrum eigur Los Angeles Lakers við 33 sigr­ um í 1972. 24 sigrar á rað er trið­longsta sigursrøð í NBA- søguni. TENNIS Serbiski Novak Djokovic er nærmast einaráðandi í tennis og vinnur Australian Open, Wimbledon og US Open. Í fjórðu og seinastu Grand Slam, French Open, gjørd­ist hann nummar tvey. Tað er ríkiligt til at hann er langt fremstur á heims­ styrkis­listanum. Hjá kvinnunum ger Serena Williams honum kynstrið eftir og vinnur tríggj­ar Grand Slam, nevn­ iliga Australian Open, French Open og Wimbledon. Á heima­vølli í US Open reyk hon úr hálvfinaluni ímóti Robertu Vinci úr Italia. SÚKKLING Alberto Contador frá Tinkoff-Saxo vinnur Giro d'Italia frammanfyri Fabio Aru og Mikel Landa, sum báðir súkkla við Astana. Aru end­aði 1m 53s aftanfyri Contador. Chris Froome vinnur Tour de France fyri aðruferð. Nairo Quintana er í hølunum á honum alla kappingina og endar 1m 12s aftanfyri hetj­ una, sum fyrst súkklaði fyri Kenya, har hann er føddur og upp­vaksin, men nú súkkl­ ar fyri Stórabretland. Lið hans­ara er Team Sky. Vuelta a España, sum er triðja og seinasta sokallaða Grand Tour, vann Fabio Aru úr Italia. Kappingina vann hann í tættari kapping við Joaquim Rodríguez, sum end­aði 57 sekund aftanfyri. Numm­ar trý gjørdist Rafal Majka úr Póllandi.