mánadagur 28. desember 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
André Olsen
1. Leicester:
Stóra
sólskinssøgan
í
Premier League hetta kapp
ingarárið. Liggja óvæntað
á odda í deildini, hóast tey
flestu
tippaðu
teir
sum
niðurflytingarkandidatar, tá
kappingarárið byrjaði. Sum
heild hevur kollektivið rigg
að væl hjá Leicester. Claudio
Ranieri hevur megna at bygt
á góða endaspurtin hjá felag
num frá í fjør, og so hava leik
ararar sum Riyad Mahrez og
Jamie Vardy megna at raka
eitt støðið, sum teir nærum
ongantíð hava rakt áður. Alt
hetta hevur verið viðvirk
andi til at Leicester hevur
spælt eitt framúr kappingar
ár higartil.
Karakterur frá 1-10 frá
Sosialinum: 10 av 10
2. Arsenal:
Tað tykist at vera langt síð
ani, at Arsenal hevur havt
líka góðan møguleika til at
vinna deildina sum í ár. Fel
agið vísti fyri góðari viku
síðani, at tað kann vinna av
gerandi oddadystir, tá teir
vunnu
móti
Manchester
City á heimavølli. Men ann
an jóladag vísti felagnum
samstundis eisini nakrar av
veikleikunum. Tá var avrikið
so mikið vánaligt, at felagið
fekk bank á útivølli móti
Southampton.
Tó so, hava fleiri sólskins
søgur verið á liðnum hjá
Arsenal. Olivier Giroud hev
ur víst, at hann kann vera
maðurin, sum kann skjóta
avgerandi málini fyri felagið,
umframt
at
Mesut
Øzil
higartil hevur leikt sítt besta
kappingarár, síðani hann
skifti til Premier League á
sumri í 2013.
Karakterur frá 1-10 frá
Sosialinum: 7 av 10
3. Manchester City:
Í mun til teir pengarnar,
sum felagið hevur brúkt í
summar, og annars í mun
til vónirnar til felagið, hev
ur Manchester City spælt
ov óstøðugt higartil í kapp
ingarárinum. Á góðum døg
um hevur felagið vundið
burturúr
mótstøðuliðum,
men á øðrum døgum hevur
alvorliga
haltað.
Bestu
dømini um ringar dystir hjá
Manchester City eru teir
báðir dystirnir ímóti Totten
ham og Liverpool, sum felag
ið báðar tapti 4-1. Men Man
chester City er allíkavæl
væl við í meistarastríðnum í
Premier League.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 5 av 10
4. Tottenham:
Við einum greiðum kon
septið,
hevur
Mauricio
Pocchetino fingið tað at
rigga í Tottenham. Mið
verjan við teimum belgisku
leikarunum,
Toby
Alder
weireld og Jan Verthongen,
hevur verið stinn gjøgnum
alt kappingarárið, meðan
málverjin, Hugo Lloris, eisini
hevur verið avgerandi. Har
umframt hevur tað eydnast
Tottenham at fingið gongd í
aftur Harry Kane, sum sein
asta kappingarár veruliga
fekk sítt gjøgnumbrot.
Tottenham líkist í løtuni
einum felag, sum fer at klára
at vinna pláss millum fýra
tey bestu, og vil tað vera ein
stórur sigur fyri London
liðið.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 7 av 10
5. Crystal Palace:
Enn
ein
sólskinssøga
í
Premier League hetta kapp
ingarárið. Tá Alan Pardew
tók yvir fyri einum góðum
ári síðani, stríddist felagið
fyri at sleppa undan niður
flyting. Og í dag stríðist
felagið
fyri
einari
topp
plasering. Serliga í byrjanini
av kappingini var Yohan
Cabaye eitt gott keyp fyri
Crystal Palace, meðan aðrir
leikarar eisini hava skarað
framúr. Millum annað Scott
Dann í miðverjuni, hevur
spælt væl alt kappingarárið,
og er hann nær við at koma í
enska landsliðshitan.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 8 av 10
6. Manchester United:
Tað koyrir alt annað enn
væl í løtuni hjá Louis Van
Gaal og Manchester United.
Og tað sæst illa aftur á vøll
inum, at felagið hevur brúkt
so nógvar pengar uppá at
styrkja um hópin, tí at kvali
teturin í fleiri av dystunum
hevur
verið
syndarligur.
Vánaligu avrikini hava eisini
fingið viðhaldsfólk at sett
spurnartekin við Louis Van
Gaal, og tí er tað helst bert
ein spurningur um tíð, áðr
enn Louis van Gaal er fortíð
í Manchester United.
Stóran part av hesum
kappingarárinum
hevur
defensiva
organisatiónin
hjá United verið góð, meðan
tann offensiva alla tíðina
hevur haltað. Men seinastu
dystirnar eru bæði tað defen
siva og tað offensiva farið at
halta. Tí dumpar Manchester
United so dyggiliga í løtuni.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 3 av 10
7. Watford:
Enn
ein
sólskinssøga
í
Premier League. Uppflytara
felagið hevur tikið øll á bóli,
og liggur bert fá stig uttan
fyri plasering til Champions
League fótbólt komandi ár.
Serliga eru tað teir báðir
áleypararnir, Troy Deeney
og Odion Ighalo, sum hava
verið eyðsýndir. Og í heima
dystinum móti Liverpool
fyri góðari viku síðani, tá
Watford vann 3-0, vístu hesir
báðir av álvara dygdir.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 8 av 10
8. Liverpool:
Í mun til vónirnar til Liver
pool
undan
kappingini,
hevur kappingarárið eisini
verið ov óstøðugt. Felagið
hevur í einkultum dystum,
spælt
frálíkan
fótbólt,
kanska serliga á útivølli móti
Chelsea og Manchester City.
Meðan felagið í alt ov nógv
um heimadystum, hevur sett
býtt stig frá sær. Felagið valdi
at geva Brendan Rodgers
sekkin aftaná 8 dystir, og
setti síðani Jurgen Klopp
sum nýggjan venjara. Lítil ivi
er um, at Jurgen Klopp kann
vera maðurin, sum kann fáa
Liverpool
áskoðararar
at
droyma aftur, men tað tykist
heldur eingin ivi vera um, at
Jurgen Klopp má sleppa at
seta sítt fingrarmerki við
eini tvey transfer vindeygu,
áðrenn hann av álvara kann
vera dømdur sum Liverpool
venjari.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 4 av 10
9. Everton:
Liggja kanska eitt sindur
aftanfyri tað, sum man hevði
væntað av teimum undan
kappingini, men eru tó væl
við í jøvnu kappingini. Tvær
sólskinssøgur hava tó verið
á liðnum hjá Everton í ár,
og eru tað teir báðir ungu
leikararnir,
Ross
Barkley
og Romelu Lukaku. Romelu
Lukaku hevur ikki skotið
færri enn 13 mál hetta kapp
ingarárið,
og
tykist
tað
óskiljandi, at Chelsea valdi
at selja leikaran til Everton
fyri fáum árum síðani. Men
plaseringin hjá Everton í
løtuni er eitt vet undir tað,
sum teir eiga at liggja.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 5 av 10
10. West Ham:
Løgdu hart út og drillaðu øll
tey stóru liðini teir fyrstu
dystirnar, tá teir hálaðu
nógvar óvæntaðar útisigrar
heim. Hava ikki megna at
vera støðugir nokk, og hava
spælt alt ov nógvar javn
leikir. Frá 29 nov til 26 dec
fimm javnleikir á rað.
Ambitiónirnar hjá West
Ham eru tó væl hægri nú,
enn tær hava verið áður, og
er hópurin og venjarin eisini
góður. Tí kann væl vera, at
West Ham um fá ár kann
flyta seg uppaftur longur
upp eftir stigatalvuni.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 5 av 10
11. Stoke:
Nógv er broytt við Stoke,
síðani teir á fyrsta sinni í
nýggjari tíð fluttu upp aftur í
Premier League. Tá eyðkendi
ein primitivur, men effek
tivur spælistílur teir, har
serliga longu innkøstini hjá
Rory Delap vóru vørumerki.
Men í dag er tað ein heilt
annar formur av fótbólti,s
um Stoke spælir. Stoke hev
ur fleiri góðar profilar í tí
offensiva, og teir hava av
álvara sett sín dám á. Marko
Arnautovic og Bojan Krkic
hava seinastu tíðina verið
mest eyðsýndu offensivu
profilarnir hjá Stoke.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 6 av 10
12. Southampton:
Hóast Southampton aftur
í ár seldi fleiri av lyklaleik
arunum, hevur tað eydnast
at skapa eitt lið, sum væl
er kappingarført í Premier
League. Í byrjanini av kapp
ingini vóru úrslitini eitt
sindur trilvandi, og sá tað
býtt út, tá Southampton í
august mánað reyk út úr
Europa League fyri FC Midt
jylland. Men síðani hevur tað
eydnast at fóta sær betur,
og 4-0 sigurin móti Arsenal
annan jóladag var sigandi
fyri, hvussu stóran kvalitet
Southampton hevur á einum
góðum degi.
Karakterur 1-10 frá
Sosialinum: 5 av 10
13. West Bromwich:
Hóast tað sjáldan sær serliga
polerað út, so eydnast tað tó
Tony Pulis og West Brom
wich at fáa neyðugu stig
ini. Liðið er sera væl skipað
Vit meta liðini í Premier League frá 1-10
PREMIER
LEAGUE
METING