Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149 ÍTRÓTTUR í verju­partinum, og er vanda­mikið uppá nærum allar deyð­bóltar. Men tað er sjáldan at man teir væl spældu og undir­haldandi fót­bólts­dystirnar, tá man hygg­ur eftir West Brom­wich. Karakterur 1-10 frá Sosialinum: 5 av 10 14. Bournemouth: Eisini eitt av liðunum, sum hava tikið tey flestu á bóli í hesum kappingarárinum. Eru sterkir á heimavølli, og hóast at stóra stjørnan á lið­ num, Callum Wilson, reyk út við álvarsamum skaða tíð­ liga í kappingini, hava hinir leikararnir megna at traðka inn í hansara stað. Matt Ritchie hevur verið mest eyð­ sýndi leikarin hjá Bourne­ mouth í hesum kappingar­ ár­inum. Karakterur 1-10 frá Sosialinum: 7 av 10 15. Chelsea: Tað tykist nærum óveruligt, at verandi meistararnir í kapp­ingini, í løtuni liggja á ein­um fimtanda plássið, nú nær­um helvtin av dyst­ unum eru spældir. Nógvir av leik­ar­unum hava slett yvir­ høvur ikki megna at funnið sama støðið sum teir høvdu í farna kapp­ingarári. Av teim­ um kunnu nevnast nøvn sum Nemanja Matic, Cesc Fabregas, Eden Hazard og Diego Costa. Fyri tveimum vik­um síðani, fleyt bikarið eis­ini yvir í Chelsea, tá klubb ikonið, José Mourinho, fekk sekk­in sum venjari. Kapp­ ing­ar­árið hjá Chelsea tykist heilt farið, og er tað rættuliga óhugs­andi, at Chelsea kann vinna sær pláss millum fýra tey bestu, og harvið Champions League fótbólt kom­andi ár. Karakterur 1-10 frá Sosialinum: 1 av 10 16. Swansea: Vunnu annan jóladag fyri fyrstu ferð síðani í august í kappingini. Fingu ann­ars eina fína byrjan, har teir millum annað vunnu heima­ dystin móti Man­chester United. Men síðani hevur verið talan um eitt lið í tóm­ gongd, og sum ein stóran part av kappingarárinum, hevur sæð út sum niður­ flyt­ingar­kandi­datur. Men sein­asti heima­sigurin móti West Brom­wich fer tó at hjálpa uppá kapp­ingarárið hjá Swansea, sum tó hevur verið eitt lítið vónbrot. Karakterur 1-10 frá Sosialinum: 3 av 10 17. Norwich: Eisini eitt av uppflytara­ lið­unum, sum hava fingið rættu­liga nógv stig. Vunnu enn­tá eisini 2-1 á Old Trafford ímóti Manchester United, sum fyrr nærum var eitt óhoyrt úrslit hjá einum og hvørj­um uppflytara. Men tað er eingin ivi um, tað verður ein dystur hjá Norwich um at sleppa undan niðurflyting, tá kapp­ingarárið verður spælt liðugt. Karakterur 1-10 frá Sosialinum: 5 av 10 18. Newcastle: Eftir ein ræðuligan enda uppá seinasta kappingarár, skuldi Steven McLaren vera maðurin, sum skuldi venda tingunum fyri New­ castle í summar. Tað gekk rættu­liga long tíð, áðrenn tað byrjaði at líkjast nøkr­ um fyri Newcastle, har teir stóran part av kapp­ing­ini hava sæð út sum niður­ flyt­ingar kandidatar. Men sein­astu vikurnar, eru úrs­ litini tó nógv batnaði fyri Newcastle, og tað eru fá sum í løtuni vænta teir sum niður­flytingarkandidatar. Karakterur 1-10 frá Sosialinum: 2 av 10 19. Sunderland: Tað er stutt ímillum at vera hetja í fótbólti til at verða ein skurkur. Tað kann hollendski venjarin, Dick Advocaat, av álvara ásanna. Ímóti endanum av kapp­ ingar­árinum í fjør, var hann hetjan í Sunderland, sum hjálpti felagnum at sleppa und­an niðurflyting, men fáar mánaðir seinni, fekk hann fótin sum venjari í sama felagið. Sunderland vant­ar dygdir, og tykist ein stór­ur favorittur til at flyta niður saman við Aston Villa. Karakterur frá Sosialinum: 4 av 10 20. Aston Villa: Tað hevur verið eitt vónleyst kappingarár, fyri annars stóra Birmingham felagið, higar­til í ár. Einans átta stig í teimum fyrstu átjan dyst­ unum tala fyri seg. Tim Sherwood fekk sekkin sum Aston Villa venjari fyrr í kapp­ingar­áirnum, og er hann av­loystur av franska Remi Garde, sum verður sæddur sum ein langtíðarloysn fyri Aston Villa, og sum skal byggja felagið upp av nýggj­ um. Tykist eitt sindur sum um, at felagið fyrireikar seg uppá Championship fótbólt kom­andi ár. Karakterur 1-10 frá Sosialinum: 2 av 10 andre@sosialurin.fo ÁRSINS PREMIER LEAGUE LIÐ Ársins lið hjá Símun Samuelsen, fyrrverandi føroyskum landsliðsleikara og fótbóltsviðmerkjara LEIKSKIPAN: 3-4-3 Málverji: Hugo Lloris (Tottenham) Lloris er ein framúrskarandi offensivur málverji, og er saman vid De Gea besti málverji í PL. Hann hevur higartil havt eitt frálíkt kappingarár, har hann er partur av einum liðið, ið hevur latið minst mál ígjøgnum, og hevur hann somuleiðis ofta verid dystar-avgerandi. Verjuleikari: Toby Alderweirel (Tottenham) Tað sær út til at Tottenham langt um leingi hevur funnid stýrimannin í midverjuni. Alderweireld hevur gjørt tad sera gott inntil vídari, stýrir væl, og er somuleidis farligur uppá deydbóltar. Er mítt fyrsta væl til verjuna á mínum topp 11. Verjuleikari: Scott Dann (Crystal Palace) Scott Dann er kanska ikki tann mest poleraði verjuleikarin í PL. Men hann er sterkur mann til mann, og er ein avgjørdur partur av góðu gongdini hjá Palace. 3 mál er eisini við til at eg velji hann á mítt lið. Verjuleikari: Aleksandar Kolarov (Manchester City) Kolarov meti eg sum besta vinstra bakk í PL. Hann hevur alt tað ein heimsklassa bakkur skal hava í dagsins fóbólti, skjótur, góðan tekniskan førleika, og eitt øgiliga gott vinstra bein. Miðvallari: Riyad Mahrez (Leicester) Mahrez hevur tikið PL vid storm. Tað vóru ikki nógv ið kendu Mahrez ádrenn PL fór í gongd, men í dag kenna allarflestu hendan frálíka leikara, sum er uppá tal hjá heimsins bestu feløgum (Barca, Bayern osv.). Vænti at Leicester fáa tad trupult við at halda uppá hann leingi afturat, og kunnu teir vænta at fáa 250-300 milliónir krónur fyri at selja hann, eftir at teir í januar 2014 keyptu hann fyri einans 4 milliónir krónur! Tad vísir seg enn at verda møguligt at finna ein gódan leikara fyri ein bíligan penga - Mahrez er besti leikari í PL inntil vídari. Miðvallari: Mesut Ozil (Arsenal) Ozil hevur altíð verið sera svingandi í sínum avrikum. Tað er eingin ivi um at evnini altíð hava verið har, men hevur hann ofta havt tad trupult vid at seta eitt støðugt avrik saman yvir eitt longri tídarskeid. Hevur tó í ár veruliga víst seg frá síni bestu síðu, og hevur verið besti Arsenal leikarin. Miðvallari: Ross Barkley (Everton) Nú hevur Barkley fingið sítt gjøgnumbrot. Hann hevur ofta verid sagdur at gera ov nógvar feilir, hóast hann eisini ofta ger nógv góð ting. Men tað sær út til at hann nú hevur funnið javnvágina. Avrikar sera støðugt, og hevur sjáldan vánaligir dystir. Besti enski miðvallarin í ár, og er tað kanska ikki so torført um man hugsar hvussu fáir eru um boðið. Miðvallari: N’Golo Kanté (Leicester) N’Golo Kanté er nokk ikki kendasti spælarin í PL, og eru tað nokk nógv sum ikki kennast vid hendan leikaran. Men eg vil mæla fólkið til at eygleiða hann tá Leicester spælir. Er ein klassa leikari, sum minnir um ein ávísan Makelele (Chelsea). Leicester spæla sera offensivan fóltólt, og um man skal gera tað, má man hava ein leikara sum Kanté á liðnum. Vænti ikki tað gongur long tíð, ádrenn eitt topp lið er úti eftir honum. Áleypari: Jamie Vardy (Leicester) Jamie Vardy er ein sólskinssøga sum øll eftir hondini kenna til. Maðurin hevur sligið metið hjá Van Nistelrooy, Er í løtuni toppskjútti í PL. Eg meti ikki Vardy sum ein topp klassa áleypara, og haldi eg at tað sigur eitt sindur meir um PL enn Vardy, at hann hevur skotid 15 mál inntil víðari. Vardy er, eftir mínari meting, ein "one hitt wonder", og kemur ikki at prýða yvirskriftirnar í teimum ymisku bløðunum leingi afturat. Men hann er á mínum liðiið, av tí hann er toppskjútti. Áleypari: Romelu Lukaku (Everton) At Chelsea nakrantíd seldi Lukaku er ótrúligt, og nú tosa teir enn tá um at keypa hann aftur. Hóast hann er stórur og sterkur, er hann somuleiðis skjótur, og hevur góðan tekniskan førleika. Besti áleypari í PL. Áleypari: Odion Ighalo (Watford) Ighalo er eitt dømi um, at hevur tú skjótleika, hevur tú beinavegin ein stóran fyrimun. Men skjótleiki er ikki alt, og hevur hann eisini adrar dygdir, sum hava gjørt at hann hevur skotid 13 mál í ár. Er ein av orsøkunum til at Watford liggur har teir liggja. Eisini er tad stuttligt at síggja eitt álops-makkarapar (Ighalo og Deeney) sum í gomlum døgum, tí tey eru tað ikki nógv eftir av, orsakað av broyttum leikskipanum. Elton John eigur at vera nakað stoltur av sínum gamla liðið.