Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR BYGDIRNAR BJÓÐA IKKI AV Klaksvíkingur verður ikki við í kapprórðinum í summar, og tað er ivasamt, um nakað annað 10-mannafar uttan tey í høvuðsstaðnum fara at luttaka Jóannes Hansen   Triðja jóladag boðaðu teir á Drekanum Reyða frá, at bát­ urin er mannaður og har­við fer at taka lut í FM kapp­ ingini millum 10-manna­ førini í 2016. Miðalvektin á manningini er í løtuni 95,3 kilo, men tað bíðar hørð venj­ ing, og teir siga seg trúgva upp á, at tað skal bera til, og so leggja teir aftrat, at vit síggj­ast á norðoyastevnu. Stóri spurningurin er, hvørjir bátar í summar fara at kapp­ ast við Drekan Reyða. Sum tað plagar at vera, so verður fyrsti FM kapp­róð­ urin í 2016 á norðoya­stevnu, sum verður fyrsta vikuskifti í juni. FM kappróðurin verð­ ur leygardagin 4. juni. Í 2015 vann Drekin Reyði av Argjum á norðoyastevnu. Drekin Reyði vann eisini á fjarðastevnu og á jóan­søku. Klaksvíkingur var næst­ fremstur á norðoya­stevnu og á fjarðastevnu, og hann var nummar trý á jóan­ søku. Klaks­víkingur vann á sunda­lags­stevnu, sum var onnur kappingin, og tá ið tað av álvara sansaði at, og klaks­víkingar høvdu knívin á bark­anum og vóru noyddir at vinna tríggjar teir sein­ astu róðrar­nar, so stóðu teir roynd­ina. Finalan á ólavsøku var fram­úr. Klaksvíkingur var 5/25 av einum sekundi und­an Drekanum Reyða. Báðir bát­ arnir endaðu við 45 stigum, og FM heitið fór til Klaks­ víkar, tí ásetingarnar siga, at tá ið tað stendur á jøvnum í stig­um, so vinnur tann FM, sum er fremri á ólavsøku. Drekin Reyði vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð í 2014. Nú er tað greitt, at Klaksvíkingur verður ikki millum bátarnar, sum fara at kappast við Drekan Reyða um FM heitið í 2016. – Undan jólum vóru vit saman og tosaðu um tingini, og tá varð tað greitt, at tað ikki ber til at manna bátin næsta róðrarár. Vit vóna og rokna við, at Klaksvíkar Róðrar­felag fer at taka lut við øðrum bátum, men tað er greitt, at Klaksvíkingur ikki verður við í summar. Tað sigur Janus Dam Jacobsen, sum hevur verið ein av teimum drúgvastu um­borð á Klaksvíkingi øll ár­ ini, tá ið FM heitið er vunnið norður til Klaksvíkar – í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015. – Vit vóna og rokna við, at tað fer at bera til at vera við aftur í 2017, men í summar verð­ur Klaksvíkingur ikki við í kappingini, sigur Janus Dam Jacobsen.   Óvist við bygdunum Umframt Drekan Reyða og Klaksvíking vóru tað tríggir aðrir bátar, sum vóru við í øll­um sjey FM róðrunum síðsta summar. Teir vóru Havnar­báturin, Ormurin Langi og Nólsoyingurin. Á vestan­stevnu vóru tveir aðrir bátar við í kappingini – Hvít­ravnur og Skálabáturin. Eftir at sigursvandi Havn­ ar­báturin í fleiri ár hevði verið í aldudalinum og okk­ urt árið mest sum ikki tók lut, so vísti gongdin síðsta summ­ar, at mest vinn­andi 10-manna­farið yvir­høvur aftur hevur funnið ára­ lagið. Havnar­bát­urin var numm­ar tvey á jóan­søku, og hóast hann í øllum hin­um róðrunum endaði á triðja plássi, so var Havnar­bát­urin fyrra partin av stutta tein­ inum – allar kappingar­nar vóru á túsund metrum - í mest sum øllum róðrunum frammi í oddinum, áðrenn orkan gekk undan í enda­ spurt­inum. Tað er sannlíkt, at Havn­ ar­báturin verður við aftur í summar, og Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørrur í Havn verður eisini við. Spurningurin er so, um manningar av bygd fara at bjóða seg fram. Um Nóls­oy­ ingurin verður við og eingin annar enn teir omanfyri nevndu bátarnir, so verður kapp­ingin um FM framvegis innan­fyri kommunumarkið í høvuðs­staðnum. Trý onnur 10-mannafør uttan­fyri høvuðsstaðin – um­framt Klaksvíking – hava gjørt um seg fyri ikki so nógvum árum síðani. Tey eru Suðuroyingur, Eystur­oy­ ingur og Vestmenningur. Suðuroyingur, sum var mannaður kring alla oynna, vann á norðoyastevnu í 2013, og hann var næstfremstur i øllum hinum róðrunum hetta árið. Síðani hevur hann ikki lut­tikið. Tvørabáturin og Smyril hava seinastu árini verið at sæð í kappingini mill­um 6-mannaførini. Vestmenningur var rætt­iliga við í 2012, tá ið hann var nummar trý í FM kapp­ingini – eitt stig aftan­fyri Suðuroying. Tá var Vestmenningur næst­ fremstur á eystanstevnu, sunda­lagsstevnu og vestan­ stevnu. Síðani tá hevur millum lítið og einki verið at sæð til Vestmenning. Gyltu árini hjá Eystur­oy­ ingi vóru frá 1998 og fram til 2010. Hetta tíðarskeiðið vann Eysturoyingur FM heit­ið sjey ferðir. Síðsta FM heitið vann gula snekkjan av Skála­fjørðinum í 2010. Síðani hevur millum lítið og einki verið at sæð til Eysturoying. Eftir at Kappróðrarfelagið Tjaldur hevði verið í aldudali eitt skifti, vóru tað síðsta summ­ar ábendingar um, at lív er um at kveikjast aftur í kapp­róðurin á eystara armi á Skála­fjørðinum. FM kappróður í 2016 • Norðoyastevna leygardagin 4. juni • Sundalagsstevna í Hval­ vík leygardagin 11. juni • Eystanstevna í Runavík leygardagin 18. juni • Jóansøka í Vági leygardagin 2. juli • Fjarðastevna í Vest­ manna leygardagin 9. juli • Vestanstevna í Sørvági leygardagin 16. juli • Ólavsøka hósdagin 28. juli FM vinnarar 1996-2015 2015 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Klaksvíkingur 2014 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Drekin Reyði 2013 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Klaksvíkingur 2012 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Klaksvíkingur 2011 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Klaksvíkingur 2010 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Eysturoyingur 2009 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Klaksvíkingur 2008 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Havnarbáturin 2007 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Eysturoyingur 2006 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Klaksvíkingur 2005 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Eysturoyingur 2004 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Havnarbáturin 2003 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Eysturoyingur 2002 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Eysturoyingur 2001 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Havnarbáturin 2000 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Vestmenningur 1999 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Eysturoyingur 1998 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Eysturoyingur 1997 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Vestmenningur 1996 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Havnarbáturin