mánadagur 28. desember 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149
ÍTRÓTTUR
HELGI
FEKK FULT
NÝGGIR MENN
VIÐ STÝRISVØLIN
Føroya fremsti telvari vann í gjár
FM í snartalvi við fullum stigatali
Jóannes Hansen
Talvsamband
Føroya
skipaði í gjár – soleiðis
sum siður hevur verið
millum jól og nýggjár
tey seinnu árini – fyri
FM í snartalvi. Havnar
Telvingarfelag var vertur,
og tað var merkisvert, at
fleiri av stinnastu før
oysku telvarunum lut
tóku.
Millum hesar var so
avgjørt Føroya fremsti
telvari, Helgi Dam Ziska.
Hann er undir útbúgving
í Skotlandi, og nú hann er
heima í jólafrí nýtti hann
høvi at dystast við 30 aðr
ar føroyskar telvarar.
At Helgi er so nógv
tann besti føroyski telv
arin í løtuni og nógv tann
besti nakrantíð verður
undirstrikað í styrkis
tølunum.
Styrkistalið
hjá Helga er 2531! Næst
hægsta
styrkistalið
í
kappingini í gjár átti
Høgni Egilstoft Nielsen –
2326. Teir næstu í røðini
vóru
Rógvi
Egilstoft
Nielsen (2296) og Ólavur
Simonsen (2205). Aðrir,
sum tóku lut, og sum
eiga styrkistal omanfyri
2000,
vóru
Sjúrður
Thorsteinsson
(2195),
Torkil Nielsen (2154), Hans
Kristian Simonsen (2136),
Finnbjørn Vang (2108) og
Herluf Hansen (2011).
Allir luttakararnir telv
aðu átjan talv, og tað var
merkisvert, at Helgi Dam
Ziska vann kappingina við
fullum stigatali. Sambært
Talvsambandi Føroya, so
er hetta fyrsta ferðin, at
Helgi vinnur kappingina
við fullum stigatali, og
tað er sjáldan ella kanska
ongantíð komið fyri áður,
at meistarin í snartalvi
hevur vunnið so sannfør
andi.
Teir næstu í røðini
vóru
Rógvi
Egilstoft
Nielsen
og
Sjúrður
Thorsteinsson (13,0 stig),
Hans Kristian Simonsen
(12,0 stig) og síðani Høgni
Egilstoft Nielsen og Torkil
Nielsen (11,5 stig).
Í liðkappingini í talvi
eru fýra umfør avgreidd.
Fimta
umfar
verður
sunnudagin 10. januar
klokkan 14. Tá sær skráin
soleiðis
út:
Havnin
1-Sandavágur1,
Rókur1-
Klaksvík1 og Klaksvík2-
Sandavágur2.
Kappingin fevnir um
10 umfør. Síðsta umfar
verður
leygardagin
16.
apríl.
Fleirfaldu meistararnir
úr Sandavági eru greitt
á odda í liðkappingini
og harvið favorittar at
endurvinna FM heitið.
joannes@sosialurin.fo
Feløgini, sum ikki longu eru farin undir fyrireikingarnar
til nýggja fótbóltsárið, leggja nú til brots
Jóannes Hansen
Um stívliga tveir mánaðir
– fyrsta vikuskifti í mars –
verður fyrsta umfar í lands
kappingini í fótbólti.
Í fleiri feløgum fóru teir
longu væl fyri jól undir
fyrireikingarnar til nýggja
kappingarárið. Spælararnir
venja innandura – ikki minst
styrkisvenjing tað mesta av
vetrarsteðginum frá kapp
ingini – men nú er og verður
tað álvari á vallunum kring
landið.
Í feløgunum, har teir
ikki hava vant, verður nú av
álvara farið í holtur við tað.
Eitt nú fara meistararnir
í B36 undir venjingarnar
leygardagin 2. januar.
Merkisvert er tað, at
tað bara í trimum feløgum
er sami maður, ið hevur
ábyrgdina av liðnum í bestu
deildini, sum eisini í fjør helt
um stýrisvølin. Teir tríggir
venjararnir
eru
Mikkjal
Thomassen
í
KÍ,
Pauli
Poulsen á Skála og Eyðun
Klakstein í B36.
Í øllum hinum sjey feløg
unum eru nýggir venjarar.
Felags fyri fleiri teirra er, at
teir áður hava havt ábyrgd
ina av øðrum liðum í bestu
deildini.
Í Víkingi er Sámal Erik
Hentze
nýggjur
venjari.
Hann hevur áður verið venj
ari hjá bestu liðunum í feløg
unum í høvuðsstaðnum –
AB, HB og B36.
Í ÍF er Jógvan Martin
Olsen nýggjur venjari. Hann
hevur áður vant í fremstu
deildini í trimum øðrum fel
øgum í Eysturoy – B68, NSÍ
og Víkingi. Jógvan Martin
hevur eisini verið landsliðs
venjari.
Í HB er Jan C. Dam nýggj
ur maður við stýrisvølin.
Hetta er fyrsta ferðin, at Jan
C. Dam hevur ábyrgd av liði
í bestu deildini. Jan hevur
áður verið ungdómsvenjari í
barndómsfelagnum, og í fjør
var hann fram ímóti kapp
ingarenda hjálparvenjari hjá
besta liðnum.
Í AB er Trygvi Mortensen
nýggjur venjari. Hann hevð
ur nógvar royndir sum venj
ari í bestu deildini. Longu
í 1992 var hann ein part av
kappingarárinum
venjari
hjá besta liðnum í barndóms
felagnum NSÍ, og síðani
hevur hann umframt í NSÍ
verið venjari í EB/Streymi,
B68 og KÍ.
Nýggjur maður við róðrið
á Svangaskarði er Páll H.
Guðlaugsson, sum saman við
uppflytarunum í B68 longu
hevur vant í fleiri vikur. Trý
tey undanfarnu árini hevur
Páll verið venjari hjá TB, og
hann hevur eisini vant KÍ,
GÍ, B36, EB/Streym og ÍF, um
framt at hann hevur drúgvar
royndir uttanlands og eisini
hevur verið landsliðsvenjari.
Tveir av nýggju venjar
unum eru útlendingar, sum
ikki áður hava roynt seg í
føroyskum fótbólti.
Longu tá ið 2015 kapp
ingin fyrst í oktober var av,
var tað greitt, at Robert F.
Roelofsen úr Hollandi verður
nýggur venjari hjá TB.
NSÍ segðist leingi leita
eftir venjara í Íslandi, men
stutt undan jólum varð tað
greitt, at nýggi maðurin við
stýrisvølin við Løkin í Runa
vík er ein danskari. Hann
eitur Anders Gerber.
joannes@sosialurin.fo
Hetta er fyrsta ferðin, at nýggi HB-venjarin, Jan C. Dam, hevur ábyrgd av liði í bestu deildini