mánadagur 28. desember 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Hvussu hevur tú hildið
jól, og hvussu fert tú
at halda nýggjár?
– Eg og daman hava hildið eini
deilig jól í Aarhus heima hjá
okkum sjálvum. Vit hava hildið
»vanlig« føroysk jól við dunnu
jólaaftan og lambskjøt 1. dag.
Nýggjárið verið hildið við vinfólk
um, somuleiðis í Aarhus. Vit eta
nátturða saman og feiðra annars
restina av kvøldinum saman.
Súkklar tú nakað sum
helst um jóltíðir?
– Jólaaftan styrkivandi eg, 1. og 2.
jóladag helt eg frí annars verður
vant sum vanligt, sum er nær um
hvønn dag.
Hvør var tín størsta
persónliga uppliving
í 2015?
– Framgongdin í súkklingini sein
asta árið hevur verið eitt stórt
persónlig upplivilsi, og somu
leiðis var følilsið at verða við og
umboða Føroyar á oyggjaleikum.
Vinarbond man knýtur meðan
man er har, eru heilt serlig. Eisini
var tað stórt upplivilsi at sleppa
at bera flaggið út fyri Føroyar, tá
ið leikirnir endaðu.
Hvør var tín størsta
ítróttarliga uppliving
í 2015?
– Sigurin á oyggjaleikum og 2.
plássið í innløgdu fjallakappingini
í UCI kappingini GP Horsens.
Hvat er málið hjá
tær fyri 2016?
– Ítróttarliga er tað at vinna í
danska A-klassanum.
Vikan ið fór
Louis van Gaal er undir
stórum trýsti í Manchester
United, sum eftir 2-0-tapið
ímóti Stoke nú ikki hevur
vunnið í fimm dystum og
er dottið aftur á 6. pláss.
Wayne Rooney, liðskipari
hjá Manchester United, sigur
alment vegna spælarahópin,
at teir stuðla venjaranum,
Louis van Gaal.
Fyri fyrstu ferð í 11 dystir
leggur Leicester rygg til eitt tap
í Premier League, nú teir taptu
1-0 á útivølli ímóti Liverpool.
Arsenal misnýtti møgu
leikan at vinna sær
oddasessin frá Leicester.
Arsenal rann seg inn í eitt
óvæntað stórtap, heili
4-0 ímóti Southampton.
Jóan Símun Edmundsson
er á odda í kappingini um
ársins mál á TV3 Sport.
Eingin annar enn Neymar er
vístur til 2. plássið í løtuni.
Føroyingarnir í Vejle, Jóan
Símun Edmundsson og
Viljormur Davidsen, eru á vitjan
í Fótbóltspanelinum hjá Rás2,
har teir burturlutaðu hvør sína
signeraðu Vejle-troyggju.
ÍF Føroyar hondbóltur vinnur
2. jóladag venjingardyst ímóti
U20-landsliðnum 29-23 eftir
at hava verið á odda 16-
12 í hálvleikssteðginum.
...við ítróttinum
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
5 SKJÓTIR
Hetta er bókin, sum Luis Suarez
lat úr hondum, eftir at hann á
triðja sinni beit ein mótstøðu
mann. Tað var til HM endaspælið
á sumri 2014 í Brasil, at Luis
Suarez høgdi tenninar í bakið á
italska verjuspælaranum, Giorgio
Chiellini.
Eftirfylgjandi
bleiv
hann útihýstur frá fótbólti í fýra
mánaðar. Hann brúkti tíðina til
millum annað at skriva hesa bók
ina.
Luis Suarez er í dag 28 ára
gamal og spælir í FC Barcelona,
har hann hevur vunnið seg á tind
in sum ein av bestu spælarunum
í heiminum. Tí var eisini óhugs
andi, at hann fór at fara illa við
nøkrum í bókini – uttan Patrice
Evra.
Heldur er bókin ein rímiliga
klassisk ævisøga hjá einum fót
bóltsspælara, har vit lesa um
dreymar, venjarar, spælarar og
familju. Har bókin hevur bit, er
tá Luis Suarez fortelur um hvat
hendir, tá hann bítur, og um
málið við Manchester United
spælaranum, Patrice Evra, ið
ákærdi hann fyri rasismu. Her
greiðir hann væl frá síni søk, og eg
skilji væl, at hann ikki vildi geva
franska bakkinum eina umbering.
Í løtum kemur hann eisini við
áhugaverdum »innsider« vitan,
um millum annað taktiskum upp
leggum.
Tá alt kemur til alt, so restar
eitt sindur í, fyri at hendan ævi
søgan skal verða millum tær
góðu. Kanska tað kemur, tá Luis
Suarez eina ferð er givin.
Annað enn tað, so er søgan um
Luis Surez, sum er føddur og upp
vaksin í Uruguay, rímiliga áhuga
verd. Eisini kemur hann í nógvan
mótvind orsaka av sínum atburði.
Tað dugur hann væl at sleppa sær
burutur úr uttan onkursvega at
taka fulla ábyrgd.
LES HANA UM: Tú heldur við
Liverpool, Barcelona ella kanska
Uruguay.
IKKI LESA HANA UM: Tú heldur
við Manchester United ella leitar
eftir eini ævisøgu, sum skal geva
tær meiri enn ein vanlig fótbólts
ævisøga.
HVUSSU ER HON AT LESA: Løtt
og líka til. Tú situr við eini bók,
sum tú næstan kanst lesa upp á
ein dag ella tveir, og tað er sjálvdan
krúllur á, sum fáa teg at steðga á
HVAT SIGUR TÚ: Eg vildi sagt at
hendan bókin er góð til tey, sum
ikki lesa so nógv. Eitt gott boð er
til ungar dreingir, sum ikki tíma at
lesa, men hava áhuga fyri fótbólti
og Liverpool. Hendan kann vera
ein góð byrjan til at kveikja lesi
hugin.
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
FAKTA Luis Suarez spælir í dag við FC Barcelona, har hann er partur av MSN álopstríkantinum, ið eisini telur Lionel Messi og Neymar.
Tað var tó í Liverpool, at Luis Suarez veruliga bleiv heimskendur. Bæði fyri sítt góða spæl, men eisini fyri sín atburð. Luis Suarez er úr Uruguay.
Manuel Pellegrini, venjari hjá Manchester City, eftir at
liðskiparin, Vincent Kompany, aftur er vorðin skaddur
Arséne Wenger, venjari hjá Arsenal, eftir
eyðmýkjandi 4-0-tapið ímóti Southampton
– Eingin skilir tað. Hann hevði eina góða upphiting,
og hann hevur vant vanliga alla vikuna. Tað
er trupult at skilja. Tað er umráðandi at finna
útav, hví hetta er, og tað hugsa vit um nú.
– Við tey fyrstu trý málini eru vit óhepnir
við avgerðirnar hjá dómaranum. Fyrsta
málið var rangstøða, tað næsta var
fríspark og tað triðja var málspark.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Torkil Veyhe
Ítróttur: Súkkling
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Harry Kane hevur júst sett met hjá Tottenham við 27 liga
málum upp á eitt kalendaraár. Metið frammanundan átti
kendur áleypari, sum í 1993 skeyt 26 ligamál. Hvør var
hann?
2 Viljormur Davidsen er komin á topp 10-listan hjá Vejle
yvir útlendingar, ið hava spælt flestar dystir fyri felagið.
Hann hevur spælt 58 dystir, men hvar á topp 10-listanum
liggur hann?
3 Á sama topp-lista hjá Vejle er ein annar føroyingur
nummar 12 við 51 dystum. Hvør er hann?
4 Kendur norðurlendskur fótbóltsspælari, fyrrverandi
CL-vinnari við FC Barcelona, sigur seg iðra seg um, at
hann ongantíð spældi við Manchester United. Hvør er
hann?
5 Hvat ryggnummar hevur Jóan Símun Edmundsson í Vejle?
6 Stutt fyri jól royndarvandi Sebastian Pingel við B36.
Hvørjum landi kemur hann frá?
7 Hvør leikari hevur lagt upp til flest mál í Premier League
hetta kappingarárið?
8 Hvør er duldi leikarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Teddy Sheringham,
2: Nummar 9, 3: Christian Høgni Jacobsen,
4: Eiður Smári Gudjohnsen, 5: 7,
6: Danmark, 7: Mesut Ösil,
8: Eir Martinsdóttir Berg
Luis Suarez:
Um mark