Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. desember 2015 · Nr. 149 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Í blaðnum í morgin verður ítrótturin ein partur av »Árið í fór« innlegginum hjá Sosialinum. Tað hevur verið hugaligt at hugt aftur eftir ítróttarbrøgdunum í 2015. Tað hava verið altjóða ítróttarbrøgd í fleiri ítróttar­ greinum. Serliga hevur fótbólturin og hondbólturin havt viðrák í altjóða kapping. Landsliðið vann á Grikka­landi frammanfyri einum stúgvandi fullum Tórs­vølli. Ein dysturin, sum nokk fer í søguna sum ein tann størsta ítróttarhendingin á føroyskari jørð í nýggjari tíð. Mangan verður sagt, at vit eru so fá, at vit skulu leggja okkum eftir einstaklingaítrótti. Men umframt manslandsliðið í fótbólti, so hevur hondbólts­lands­ liðið eisini staðið seg væl. Teir vunnu Emerging Nations Championship, meðan U-20 landsliðið sendi enn ein skelk til Grikkalands. Hóast árið hevur verið merkt av klagum og trætum í hondbóltinum, so er landsliðshondbólturin veruliga komin aftur á breddan. Nógv bendir á, at føroyskur hondbóltur hevur eina bjarta framtíð, um landsliðsarbeiði heldur fram. 2015 hevur verið eitt spennandi ár, har vit eisini vóru til oyggjaleikirnar í Jersey. Enn eina ferð vunnu vit okkum nógv gull, men størsta gølan er, at vit ikki megnaðu at sannføra leiðsluna fyri oyggjaleikinum, at vit kunnu hýsa leikunum í Føroyum. Her vísti føroyskur politikkur seg frá síni ringastu síðu. Tað gjørdi hann eisini, tá málið um eina innandura fótbóltsvøll var fyri í tinginum. Málið fall, tí sam­ gongan valdi atkvøða ímóti. Í mínari verð, so at­ kvøddi hon móti føroyskum fótbólti, men í ting­inum hugsa tey ikki so. Her var trupulleikin, at tað ein maður í andstøðuni, sum hevði lagt málið fram. Her hevði kanska verið meiri ynskiligt, at málið bleiv lagt fram, so at sjálvt tvey býttastu mótstøðufólkini á báðum síðnum kundu atkvødd fyri. So vann ítrótt­urin – og í hesum førinum føroyskur fótbóltur, sum tey hálovaðu, eftir sigarnar móti Grikkalandi. Vón­andi verður føroyskur politikkur ein stuðul til før­oyskan ítrótt í 2016. Vit á ÍtróttarSosialinum ynskja øllum okkara lesarum eitt gott nýggjár! Gott nýggjár! Ítróttar KLUMMAN Tróndur Arge HONDBÓLTURIN HELDUR IKKI JÓL Tróndur Arge ÍF Føroyar vann á U21 2. jóladag var venjingardystur millum U20-landsliðið hjá monn­um og ÍF Føroyar. ÍF Føroyar vann dystin móti U20 landsliðnum. Úrs­litið var 29-23, eftir 16-12 í hálv­ leik­inum. U20-landsliðið skal spæla EM-undandystir í apríl, har Sveits, Makedonia og Montenegro vera mót­ støðu­liðini. Dystirnir verða í Sveits. Liðið hjá ÍF Føroyum ligg­ ur í løtuni á odda í 3. divisjón í Danmark og eru fleiri A-landsliðsleikarar á liðnum. Venj­arar hjá føroyska U20-landsliðnum eru Kári Nielsen og Ingi Olsen. Ungdómslið samlast U18-landsliðið hjá monnum í Hoyvíkshøllini. Liðið fyri­ reik­ar seg til EM-kapping, sum verður í august í Bulgaria, har mótstøðuliðini eru Turkaland, Finland, Bulgaria og Luksemburg. Venj­arar hjá føroyska U18- lands­liðnum eru Ingi Olsen og Hjalmar Klein Olsen. U18-landsliðið hjá kvinn­ um, sum var nær við at spæla seg til EM-endaspælið í vár, er eisini saman og fyrireikar liðið seg til European Open, sum verður í Svøríki í summ­ ar. Venjarar hjá liðnum eru Bárður Johannesen og Julian Johansen. Anders Poulsen, úrvals­ mennari hjá HSF, verður eisini saman við venjarunum og liðunum. Anders hevur ser­grein í kropsligari venjing og verður stórur dentur lagd­ ur á hetta við bæði venj­ing­ um og fyrilestrum. Dagarnar fyri ársskiftið eru øll tey nevndu liðini saml­aði til venjingar, testir og fundir. A-landsliðið hjá monn­um fyrireikar seg til EM-undandystir í 2016. Venjarar hjá A-landsliðnum hjá monn­um eru Kári Nielsen og Birgir Hansen. Liðið spælir venj­ingardyst móti U20-lands­liðnum mikudagin 30. desember klokkan 16.30 í Hoyvíkshøllini. Nógv landsliðsvirksemi verður millum jól og nýggjár. Boð eru send eftir U18 kvinnum og monnum, U20 monnum og A-landsliðnum hjá monnum. Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til komandi altjóða uppgávur í 2016