Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGJÁRSHALDIÐ Í VÁGI HELST TAÐ STØRSTA Í LANDINUM Nýggjárshaldið í Vági hevur ein serstakan leiklut í nýggjárshøpi. Hóast mong onnur nýggjárshald her á landi eru stórsligin, so verður tað í Vági mangan mett at vera tað størsta í landinum. Nýggjárið í Vági hevur verið væl vitjað av útlendskum miðlum og ferðafólkini seinnu árini. Sum dømi kann nevnast nýggjasta dømi – í vikuni vóru myndir frá nýggjárshaldinum í Vági sýndar á myndaframsýning í Avstralia. Okkurt árið hevur bretska sjónvarpsstøðin BBC eisini sent brot frá nýggjárshaldinum í Vági. Hvussu er og ikki, so er í øllum førum greitt, at nýggja árið verður hátíðarhildið við manér av vágbingum Søgan handan serstøku siðvenjurnar Miðskeiðis í 1960’árunum tóku ungir vágbingar saman hendur til tess at skipa fyri nýggjárshaldið í bygdini. Ætlanin var upprunaliga at fáa eina siðvenju í lag, sum kundi miðsavna vágbingar burturi og heima ár undan ári hetta eina kvøldið. Alt frá byrjanini er hald­ið nýggjársaftan vorðið al­samt størri og størri. Ein part­ur er hin stórfingna nýggj­árs­ veitslan, sum í nógv ár var ein fastur táttur, har bygda­ fólkið trúfast kom saman til eina løtu í gaman og álvara. Sum skaldið NePtuN á sinni kvað: Ein er myndin í huga mær, hon var í tí bygdini – vit hava kær. Ei nýggjársaftan eg sá so skaftan – ið hvar eg var. Ein annar høvuðspartur er kyndla­gongan og bálið, sum brent verður á Trýkant­ inum á Sandinum. Seinast í 1960’árunum ognaði Nýggj­ árs­nevndin sær Trý­kantin. Upprunaliga er pláss­ið gamalt fiskapláss hjá Garða­ monn­um, og er sostatt søgu­ ligt í sjálvum sær. Í sambandi við fyri­reik­ ingar­nar til nýggjárs­hald­ið ár 2000 í Vági, fekk Nýggjárs­ nevndin í sam­starvið við Vágs Býráð, skipað soleiðis fyri, at Trýkanturin varð fríðk­aður til tað prýði, hann er í dag. Samstundis varð stand­mynd reist nýggjárs­ hald­inum í bygdini til minnis. Helgi Larsen í Vági evnaði og lat standmyndina. Stand­ myndin varð av­dúkað hin 31. des. 1999 av Mogensi Dahl, formanni og undan­gongu­ manni í Nýggjárs­nevndini í meiri enn ein mans­aldur. Ætlan­in hjá Nýggjárs­nevnd­ ini við hesum tiltaki var at seta ein varða, sum gerst eitt varandi minni um ta sið­venju, samanhald og fyri­ skipan, sum altíð hevur eyð­ kent nýggjárshaldið í Vági. Hví verður bátur brendur á nýggjárum? Síðani nýggjárið 1963/1964 hevur tað verið fastur táttur at brenna ein bát nýggjárs­ aftan. Mangur man hava undr­ast hví og hvussu hesin siður man verða komin í lag. Hans í Líðini hevur skriv­ að niður frásøgn um hvussu nýggjársaftan varð hildin áðrenn 1964 og hví byrjað var at brenna bát nýggjársaftan. Sosialurin endurprentar her frásøgn frá nyggjar.com, við loyvi frá ánarunum. Nýggjárið áðrenn 1964 Nýggjárið áðrenn 1964 varð hildið soleiðis, at óvitar brendu bál og eitt sindur av fýr­verki varð skotið, tá kundi ein keypa teir sonevndu »kines­arar­nar« og kanónsløg, eis­ini vóru nógvar rakettir send­ar upp. Savnað varð til nýggj­árið og mangur ein kjall­ari mundi standa á trem­ur við papp-eskjum og øðrum brennandi tilfari. Eg minnist at »Gamli Smyril« lá við bryggju ein nýggjársaftan og teir sendu hesar stóru neyðrakettirnar upp. Eisini minnist eg at út­ róðrarbátarnir Fagri­klettur, Líðar­enni og Uranus sendu upp rakettir, tá ið hesir komu heim­aftur av útróðri hetta kvøldið. Eg minnist eisini sum smá­drongur, at teir menn, sum arbeiddu við Eggjarnar, plagdu at seta blikk við tvisti í, fram við vegnum niðan til Eggjar­nar, og at Mortan hjá Kristini á hvørjum ári gjørdi kyndlar til allar smá­ dreingirnar ivan land. Tað vóru tó ikki øll, sum gingu við kyndlum, teir meira tilkomnu dreingirnir fóru hetta kvøldið út at gera »fortre«, sum vit kalla tað.