týsdagur 29. desember 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150
NÝGGJÁRSHALDIÐ Í VÁGI
Faklagonga í Vági
Tað var fastur táttur at
taka øll portur av, sum
teir komu framá, og so
vóru tey goymd burtur.
Helst skuldu portrini
goymast soleiðis, at
eigarin
skuldi
leita
leingi, áðrenn portrið
kom aftur í aftur.
Løgreglan
uppí leikin
Hetta við at goyma
portur og at gera seg
inn á fólk, hevur iva
leyst vundið so nógv
uppá seg, at hetta at
enda varð tað reina
herverk. Seinastu ár
ini upp til 1964 var løg
reglan uppi í, tí tað var ikki
við míkindum at teir ungu
ófriðarkropparnir fóru fram.
Hetta við løgregluni kundi
ikki halda áfram, og tí mátti
finnast uppá okkurt annað.
Jú, onkur kom við hugskot
inum um at fáa fatur á einum
báti og brenna hann vesturi á
Sandinum, sum hinaferðina
tá ið »Fremad« varð brendur.
Søguna um »Fremad« kendu
teir, og henda hending man
helst
vera
grundarlagið
undir tí siði at brenna ein bát
nýggjársaftan.
Tá »Fremad« brendi
»Fremad« var ein motor
bátur, sum Sandur við Misá
átti, men hesin bátur varð
settur á land niðanfyri á
Báraldarbakka, og hevði so
statt staðið á turrum í fleiri
ár.
Seinnapartin
henda
minniliga
nýggjársaftan
(hetta hevur verið í umleið
1947-48),
tá
ið
»Fremad«
brendi, høvdu teir yngru
dreingirnir vesturi í Bø verið
umborð og brent bál á dekk
inum á hesum báti og gav
tað ivaleyst teimum dreingj
unum, ið vóru eitt sindur
eldri, hugskotið at seta eld á
bátin seinni um kvøldið.
Hetta sama kvøldið varð
síðani farið undir at savnað
inn tilfar til bálið, sum skuldi
verða so stórt sum gjørligt.
Fingið varð til vega bæði
hoyggj og ráolja, sum hesir
unglingar, nógvir í tali, bóru
vestur á Sandin. Oljuna
høvdu teir fingið sær frá
motorbátunum, sum lógu við
Garðabrúgv.
Tá ið teir hildu at Sandur,
sum átti bátin, var lagstur
um kvøldið, varð eldur sett
ur á, og bálið bleiv sum
væntað øgiliga stórt, ja eitt
tað størsta sum menn vita
um. Hetta bálið, sum vardi
tað mesta av náttini, var
sum sagt sera stórt, mest tí
at olja allatíðina varð oyst á
bátin, sum var so »gjøgnum
sýraður« av ráolju.
Veðrið hetta kvøldið var
serstakliga gott og login fór
beint upp í luftina. Seinni
tá ið Sandur fekk at vita,
hvat hesir unglingar og
nakrir tilkomnir menn, sum
eisini vóru við, høvdu havt
fyri, varð hann í øðini, men
hesir komu tó ongantíð at
endurgjalda tann brenda
bátin.
At hetta var eitt upplivilsi
tá í tíðini, ja, ein stórhending,
er einki at ivast í, og tá bálið
var av tí størsta, var mestsum
øll bygdin samankomin, ja
í øllum førum líka so nógv
sum tað plagar nú á døgum.
Kelda: nyggjar.com
Áhugin fyri at ganga við
fakli á nýggjárum er sera
stórur. Bæði menn og
kvinnur ganga við fakli á
nýggjárum í Vági.
Aftur í fjør vóru tað
fleiri menn, sum ikki fingu
faklar. Hetta er ein avbjóð
ing, sum ikki er einføld a
loysa, tí tað er bara pláss til
umleið 140 faklar inni á Trí
kantinum, sigur nýggjárs
nevndin í Vági. 100 faklar
verða gjørdir til menn og í
fjør vórðu umleið 40 faklar
gjørdir til kvinnur.
barbara@sosialurin.fo
kl. 10.00
• Felags morgunmatur fyri
øll í einum av felags
húsunum í bygdini.
• Kirkjurenning til Porkeri og
aftur.
• Út á seinnapartin eru fleiri
minni bál fyri børn og ung
kring bygdina.
kl. 23.00
• Kirkjugongd í Vágs Kirkju.
kl. 23.30
• Faklagonga byrjar.
kl. 00.00
• Fýrverkið byrjar og eftir
faklagongu møtast ber
ararnir við tríkantin, har
faklarnir verða tveittir í
bálið og sangurin »Tíðin
rennur sum streymur í á«
verður sungin.
Umleið kl. 02.00
• Dansur byrjar á Eiðinum í
Vági – bæði í VB høllini og
í VB húsinum.
Tíðarlinja fyri nýggjárshaldið í Vági