týsdagur 29. desember 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØROYINGAR
VILJA KLÆNKA SEG
Spurnakanning
Spyr.fo hevur gjørt eina spurnakanning fyri Sosialin, har 300 føroyingar millum 15 og 80 ár hava svarað
hvørji nýggjárslyfti tey hava. Har sæst, at størsti parturin hevur sum nýggjárslyfti at klænka seg
NÝGGJÁRSLYFTI
Barbara Holm
Heili 23 % hava svarað, at tey
vilja klænkað seg í nýggja
árinum, meðan 19% vilja liva
sunnari. 18% ætla at røra
seg meira, meðan 10& ætla
at megna betur at leggja til
rættis generelt og á tí fíggjar
liga økinum.
8% ætla at læra okkurt
nýtt.
Men ymiskt er, hvat ym
isku aldursbólkarnir leggja
dent á.
Tey millum 15 og 24 ár
leggja størsta dent á at liva
sunnari, meðan tey millum
25 og 44 ár helst vilja klænka
seg. Tey elstu av okkum – tey
millum 45 og 80 ár – leggja
eins stóran dent á røra seg
og at klænka seg. Og helst
eru bæði síður av somu søk.
At drekka minni og at
leggja av at roykja hevur ikki
stóran áhuga í tí komandi
árinum. Millum 0 og 2% –
alt eftir aldursbólkunum
– ynskja at drekka minni,
meðan størri áhugi er fyri at
leggja av at roykja. Millum 4
og 15 % vilja sleppa sigarett
unum í tí nýggja árinum. Tað
eru tey millum 25 og 44 ár,
sum vísa størstan áhuga fyri
hesum nýggjárslyftinum.
Sí kanningina, sum spyr.
fo hevur gjørt fyri Sosialin.
Úrslitið eru grundað á svar
frá 300 tilvildarliga valdum
føroyingum millum 15 og 80
ár.
barbara@sosialurin.fo
Tey millum 15 og 24 ár leggja størsta
dent á at liva sunnari, meðan tey millum
25 og 44 ár helst vilja klænka seg
Modellmynd