týsdagur 29. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Tað er eingin loyna, at nevndin í Fiskimannafelagnum var ikki samd um, hvussu langt
vit skuldu fara í stríðnum við nótaskipini. Ein partur av nevndini var til reiðar at taka eitt
verkfall um neyðugt. Meirilutin helt tó, at vandin fyri at missa alt tað, sum vit hóast alt høvdu
vunnið inn aftur fyri restina av heimaflotanum, var ov stórur, sigur Jan Højgaard
NÓTASKIPINI ERU HVØRKI
AT HØGGA ELLA STINGA Í
LANDSFUNDUR
Vilmund Jacobsen
Føroya Fiskimannafelag helt
landsfund í gjár, týsdagin 29.
desember. Fundurin varð
hildin í hølum Føroya Ar
beiðarafelags í Tjarnadeild í
Havn, og beint áðrenn fund
urin varð settur, var væl av
fólki møtt.
Landsfundurin er ikki
opin fyri fjølmiðlunum, men
Sosialurin var inni á gólv
inum og tók nakrar myndir,
áðrenn fundurin byrjaði.
Vit fingu eitt eintak av
ársfrágreiðingini fyri árið ið
fer, og fara á hesum báðum
síðunum - saman við mynd
um tiknum á landsfundinum
- at hyggja niður í ársfrá
greiðingina.
Gongur rætta vegin
Jan Højgaard, felagsformað
ur, sigur í ársfrágreiðingini,
at gongdin í fiskiskapinum
er á rættari leið. Skipini
hava sum heild havt betri
fiskiskap í 2015 enn seinastu
árini annars. Tøl, sum lýsa
gongdina, eru eisini viðløgd
ársfrágreiðingina.
– Á fleiri økjum tóku vit
nøkur fet rætta vegin, tá
nýggjur sáttmáli varð undir
skrivaður hin 27. mai í ár. Av
røttum skuldi sáttmálin verið
fingin í hús longu 1. januar, tá
gamli sáttmálin gekk út, men
vegna millumlanda fiski
vinnusamráðingar
vórðu
sáttmálasamráðingarnar
fyri útsettar og drógu síðan
eisini nakað út.
Mótvegis hinum mann
ingarfeløgunum segði Fiski
mannafelagið
nei
til
at
leingja gildistíðina á gamla
sáttmálanum.
–
Sostatt
fingu
allar
broytingarnar í okkara sátt
mála gildi frá 1. januar 2015
at rokna, men sáttmálin hjá
hinum
báðum
feløgnum
fekk gildi 1. juli.
Í ársfrágreiðingini sigur
formaðurin, at tað eitt nú
eydnaðist felagnum at fáa
býtisprosentið
hjá
botn
fiskatrolarunum
aftur
á
støðið fyri 2011, nevniliga 27
prosent fyri bæði partrolarar
og lemmatrolarar. Haraftrat
fór sáttmálaásetta býtispro
sentið hjá manningunum
við frystilínuskipunum úr
37 upp í 40 prosent.
– Fastmynstraðir menn
fáa eisini eitt ískoyti á 1500
krónur um árið til olju-og
arbeiðsklæði, línugjaldið er
strikað, og dagískoytið hjá
kokkinum er hækkað úr 50
krónum upp í 75 krónur.
Lagt verður aftrat, at
skipsarbeiði nú verður lønt
við handverkaraløn og sam
svarandi yvirtíðarløn.
Jan Højgaard vísir á, at
inntøkutapstryggingin
er
betrað, soleiðis at hon tekur
við frá 8. degi - sama, hvussu
leingi skipið er úr vinnu
vegna brek. Áður var tað
soleiðis, at skipið í minsta
lagi skuldi vera 14 dagar úr
vinnu.
– Setanartreytir fyri av
loysarar eru betraðar, og
endiliga er nú 2. jóladagur
eisini
sáttmálatryggjaður
frídagur hjá heimaflotanum.
Formaðurin
staðfestir,
at hóast 2. jóladagur er frí
dagur, eru brot longu á jólum
í ár framt á hesa reglu.
– Ikki færri enn fimm skip
brutu sáttmálan og loystu 2.
jóladag í ár. Eitt skip vendi
tó við og kom inn aftur
beinanvegin - uttan at hava
kastað. Vit hava longu gjørt
Føroya Reiðarafelag vart
við hesi brot og hava stevnt
felagnum inn fyri Fasta
Gerðarrættin fyri at fáa stað
fest hesi sáttmálabrot.
Vilja ikki flyta seg
Í sínari ársfrágreiðing stað
festir felagsformaðurin, at
nótaskipini er tann skipa
bólkur, ið er nógv best fyri
og hevur bestu ráðini.
– Kortini eydnaðist okk
um ikki at fáa reiðararnar í
tí bólkinum at flyta seg ein
millimetur á nøkrum øki.
Teir vóru hvørki at høgga
ella stinga í. Teirra einasta
argument er, at menninir við
nótaskipunum tjena so væl,
at teir hava ikki uppiborið
lønarhækking.
Jan Højgaard vísir á, at
snildisliga
gloyma
nóta
skipareiðarar, at teirra feløg
hava havt risastóra vinn
ingsframgongd
og
tjena
ørandi
upphæddir.
Teir
gloyma eisini, sigur formað
urin, at teirra tilverugrund
arlag í fyrsta lagi skyldast
vælvild hjá manningunum,
sum í sínari tíð, tá hesin
veiðibólkur var í kreppu,
sjál≠vbodnir
fóru
langt
niður í hýru - við tí greiða
lyfti, at hýruprosentið skuldi
uppaftur, tá tíðirnar gjørd
ust betri.
– Tað er eingin loyna, at
nevndin
í
Fiskimannafe
lagnum var ikki samd um,
hvussu langt vit skuldu fara
í stríðnum við nótaskipini.
Ein partur av nevndini var
til reiðar at taka eitt verkfall
um neyðugt. Meirilutin helt
tó, at vandin fyri at missa alt
tað, sum vit hóast alt høvdu
vunnið inn aftur fyri restina
av heimaflotanum, var ov
stórur, um vit slitu samráð
ingarnar upp á ósemjuna
við nótaskipini. Tískil varð
semja gjørd í endanum av
mai mánaði.
Nútímansgera
sáttmálan
Jan Højgaard sigur, at ein
týðandi partur av semjuni
millum
Fiskimannafelagið
og Reiðarafelagið er at seta
ein bólk at arbeiða við at
nútímansgera
allan
sátt
málan.
– Talan er um stórarbeiði,
sum eg als ikki dugi at meta
um, hvussu langa tíð tað
fer at taka. Men, eg vænti
neyvan, at eitt tilmæli um
ein heilt nýggjan sáttmála
bygnað kann verða klárt hjá
øllum pørtum at taka undir
við longu, tá verandi sáttm
álaskeið er úti. Tí eru eisini
nógv viðurskifti - bæði sátt
málaviðurskifti
og
lógar
tryggjað rættindi - sum vit
síðuleypandi skulu arbeiða
hart fyri at fáa á eitt nøkt
andi støði og sum ikki bara
kunnu bíða eftir einum heilt
nýggjum sáttmálabygnað.
Felagsformaðurin sigur,
at fyri hansara viðkomandi
hevur tað høga raðfesting at
loysa manningarnar frá øll
um rakstrarútreiðslum hjá
reiðaríunum, og hann ætlar
sær at leggja stóra orku í
hetta.
– Vit eiga eisini at leggja
nógva orku í at fáa minstu
lønina upp og betra um
tryggingarnar hjá fiskimonn
um, sigur Jan Højgaard.
Jan Højgaard, felagsformaður. Myndin er tikin í
hølum Føroya Arbeiðarafelags í gjár, 29. desember, tá
landsfundurin í Føroya Fiskimannafelag varð settur
Myndir: Álvur Haraldsen
Ein týðandi partur av sáttmálasemjuni er at seta ein bólk at arbeiða við at nútímansgera allan sáttmálan. – Eg dugi
als ikki at meta um, hvussu langa tíð hetta arbeiði fer at taka, sigur Jan Højgaard