Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í sínari ársfrágreiðing til landsfundin í Føroya Fiskimannafelag segði fe­ lagsformaðurin, at Reið­ ara­felagið fekk eina gávu frá undanfarnu sam­ gongu, tá reiðarar fingu loyvi at leggja til­feing­is­ gjald yvir á manning­ar­ nar. – Tað hevur ongantíð verið ætlanin, at eitt gjald á vinnuna skal turkast av upp á starvsfólkið. Jan Højgaard vísir á, at gjaldið er fyri tilfeingið, sum reiðarin hevur rætt til at fiska. – Manningin hevur onga ávirkan á, hvussu reið­arin fer við hesum rætt­inum, og manningin fær heldur ikki eitt oyra, tá reiðarar selja síni rætt­ indi víðari til onkran ann­ an. Fiskimannafelagið mót­mælti tí beinanvegin, tá reið­arar byrjaðu at taka gjaldið av óbýttum. – Vit hava eisini alla tíðina mótmælt til­feingis­ gjaldi sum heild – júst tí, vit hava sæð fyri okkum, at hetta fór at vera ein rokning, sum varð send víðari til fiskimenninar. Jan Højgaard vísir á, at Reiðarafelagið hinvegin sigur seg einki hava ímóti ein­um gjaldi, og tað vóru reið­ar­ar­nir, sum bein­ leiðis søgdu, at teir sakt­ ans kundu góðtaka eitt til­feing­is­gjald sum eitt kilo­gjald. – Havandi í huga, at reið­arin er sloppin at trekkja partar av sín­um til­feingisgjaldi av yvir raksturin – av óbýtt­um – so vórðu tað mann­ing­ ar­nar, sum gjørdust tann stóri taparin. Mistar skatta­ inntøkur Jan Højgaard vísir á, at við tilfeingisgjaldi koma bæði land og kommunur at missa inntøkur, tí saml­aðu inntøkurnar frá avgjøldum og skatti verða minni, tá partur av tilfeingisgjaldinum verð­ur álagdur mann­ ing­ini at gjalda. Tað verð­ur nevniliga minni hjá manningini at gjalda skatt av, tá til­feingis­gjald­ ið fyrst skal gjaldast. Hin­ vegin verður eisini minni hjá reiðaríunum at gjalda skatt av, um feløgini skulu rinda alt tilfeingisgjaldið. – Men, her skulu vit minnast til, at parta­fe­ lags­skatturin bert er 18 pro­sent, leggur hann aftr­at. At reiðarin við verandi praksis sparir tað í til­ feingisgjøldum, sum svar­ ar til hýruprosentið, er eftir tykki felags­for­man­ sins ein beinleiðis rakst­ rarstuðul. – Reiðarin kann jú bara brúka hesar pengarnar – júst, sum hann vil, og tað kann ikki vera ann­ að enn hamrandi skeivt. Vit siga bums nei til at rinda lumma­peng­ar til reiðararnar, sig­ur Jan Høj­gaard í sín­ari árs­frá­ greið­ing til lands­fundin. – Tað kann tí ikki vera rætt, at menn kunnu missa heilar ársinntøkur, tí teir eru fyri arbeiðsvanlukku umborð. Tá slíkt hendir, fáa teir trygging svarandi til eini 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn fyri mista tíðarskeiðið, sigur Jan Højgaard Tryggingarnar eru ov vánaligar Vilmund Jacobsen – Tað vantar sera nógv í, áðr­enn vit kunnu siga, at tryggingarviðurskiftini hjá okkara sjófólki eru nøktandi. Her liggur eitt stórt arbeiði á láni at fáa betri sømdir. Tað sigur Jan Højgaard í sínar ársfrágreiðing til lands­ fundin, sum var í Føroya Fiski­mannafelag í gjár, týs­ dagin 29. desember. Hann vísir á, at sjálvsagt er tað soleiðis, at tess betri ein trygging er, tess dýrari er hon, og manningarnar eru antin beinleiðis ella óbein­ leiðis við til at rinda sínar tryggingar. – Men, vanlukkutrygging­ in á sjónum eigur í øllum før­ um at fáast á eitt nógv betri og rættvísari støði. Tað er ein trygging, sum reið­arin einsamallur eigur at bera allan kostnaðin av. Tí, van­ lukkur umborð á skipi henda í prinsippinum altíð, tí ar­ beiðsplássið í sær sjálvum er vandamikið. Felagsformaðurin sig­ur, at tað er reiðarin, ið annað­ hvørt einsamallur ella um­ vegis skiparan, ið varðar av trygdini umborð, trygdini á arbeiðsplássinum. – Tað kann tí ikki vera rætt, at menn kunnu missa heilar ársinntøkur, tí teir eru fyri arbeiðsvanlukku um­ borð mitt í einari háárstíð. Tá slíkt hendir, og teir missa háárstíðina, fáa teir trygging svarandi til eini 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn fyri mista tíðarskeiðið. Jan Højgaard vísir eisini á, at málsviðgerðartíðin í sam­ band við van­lukku­trygging eis­ini er alt ov stirvin, tíðar­ krevjandi og møðsom fyri tann skaðarakta og tey av­ varð­andi. – Vit eru í holt við at kanna, hvussu trygg­ingar­ viðurskiftini kunnu betrast, leggur felagsformaðurin aftrat. LANDSFUNDUR Eingir lumma­ pengar til reiðararnar – Vit siga bums nei at rinda lummapengar til reiðararnar, sigur Jan Højgaard, felagsformaður Tað var ein rímiliga væl møttur landsfundur í Føroya Fiskimannafelag í gjár