Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðar Kristina Háfoss Landsstýriskvinna í fíggjarmálum Landskassahall á nærum 200 mió. kr. Vaksandi ójavni millum lág- og há­lønt. Vaksandi tal av børnum í fátækraváða. Vaksandi skuld. Vaks­andi ríkisveiting. Manglandi ný­skipanir. Hetta vóru nakrar av fyritreytunum, tá samgongan tók við í september 2015. Lyftið til føroyingar var, at nýggja samgongan skuldi venda hesi gongd. Vit skuldu býta virðini javnari í Føroyum – eitt nú við skattalætta til lág- og miðallønt. Vit skuldu tryggja, at eingi børn fóru at vaksa upp í fátækradømi í Før­oyum – eitt nú við at lata ískoyti til barnafamiljur í fíggjarliga trong­ um korum. Vit skuldu raðfesta íløgur í ung­ dóm­in og fólkavøkstur – eitt nú við longdari barsilstíð og fleiri út­ búgvingum á Fróðskapar­setrinum. Vit skuldu geva pensjónistum fíggjarligan lætta – eitt nú við hækk­ing av pensjónsviðbótini, lækk­ing av KVF-gjaldi og øktum út­gjaldi úr Samhaldsfasta. Vit skuldu seta gongd á ný­skip­ anir innan fiskivinnu, pensjónsøkið og heilsuverkið. Og vit skuldu seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum – eitt nú við at venda halli til avlop á fíggjarlógini, byrja at rinda aftur skuld, meira vinnugransking, fast­ frysta ríkisveiting, og heimtaka ábyrgd av fleiri málsøkjum. Vit vóru vitandi um, at tað fór at krevja nógv og stór tøk, at venda gongdini, men alt hetta er nú sett í verk. Tí samgongan lov­ aði føroyingum einar meira sam­ haldsfastar, sjálvbjargnar og tíðar­ hóskandi Føroyar. Vit fremja nú í verki tað vit lovaðu. SJÁLVBJARGNI Vit lovaðu ein sjálvbjargnan før­ oyskan búskap og størri politiskt frælsi – eitt nú við at venda hall til avlop, og at heimtaka politiska ábyrgd av fleiri økjum. Hetta fremja vit nú í verki. Størri búskaparligt og politiskt sjálvbjargni Føroyar fara frá at hava hall á land­sins fíggjarlóg átta ár á rað til, at hava avlop á fíggjarlógini fyri 2016. Hetta er alneyðugt, tí hóast búskaparliga góðar tíðir hevur landið havt hall í 8 ár á rað. Samanlagt hava hallini verið oman­ fyri 3 mia. kr. Bruttoskuldin hjá land­inum er nú nærum 6 mia. kr. So stór hevur skuldin ikki verið síðan kreppu­árini í 1990’unum. Vit mugu fara undir at rinda skuld aftur – ikki halda áfram at økja hesa. Bara fyri at rinda avdráttir av eini skuld á 6 mia. kr. krevjast 300 mió. kr. árliga yvir 20 ár. Hartil koma renturnar. Útgangsstøðið hjá samgonguni, tá ið hon tók við í september 2015, var ein framroknað fíggjarlóg við halli á 144 mió. kr. í 2016. Tá vórðu all­ar vanligar rakstrarjáttanir enntá framskrivaðar við 0 kr. í vøkstri og 0% í lønar- og prísvøkstri. Bert lógarbundnu játtanirnar vórðu framskrivaðar við tí, ið lógin ásetir og tí, ið landið hevði bundið seg til. Við lønarframskriving og javning nærkaðist hallið tí 200 mió. kr. Tí hava tiltøk verið neyðug bæði í rakstri, íløgum og á inntøkusíðu landsins fyri at venda gongdini. Eitt nú verða tilfeingisinntøkurnar frá ali- og fiskivinnuni øktar, tó gerast hesar ikki størri samanlagt, enn undanfarna samgonga hevði ætl­ anir um, og hevur fráboðað í vár í fíggjarkørmunum fyri 2016. Tað er ikki bert búskaparligt sjálv­bjargni, ið er málið. Eisini polit­ iskt sjálvbjargni. Fleiri heimtøkur av ábyrgd av málsøkjum, sum í dag eru undir donskum lóggávuvaldi, verða tí framdar. Í 2016 verða eftir ætlan persóns-, familju- og arvamál og útlendingamál heimtikin. Eisini verður farið undir at átaka størri ábyrgd av loftrúminum. Búskapargrunnurin, Landsbankin og ríkisveitingin Harafturat eru stig tikin til, at steðga vaksandi ríkisveitingini, hvørs upphædd nú verður fast­ fryst, og Landsbanki Føroya verð­ur endurstovnaður. Bú­skap­ ar­grunnur Føroya verður eis­ini endurnýggjaður og fingin at virka – eitt nú sum konjunk­tur­javn­ andi amboð, og at leggja upp fyri avleiðingunum av broyttu fólka­ samansetingini og for­skatt­ingini av pensjónum. Frá og við 2016 verður 20% av avlop­inum á fíggjarlógini flutt í Búskapar­grunn Føroya. Vit vilja eisini taka størri ábyrgd í altjóða sam­fe­lag­num, og tí verður játtanin til neyð­hjálp hækkað í 2016, eins og utt­anríkispolitiska heimildarlógin - sum á fleiri økjum avmarkar møgu­leikar Føroya í altjóða høpi - verður endurskoðað og broytt. Virðisøking og vinnumenning Týðandi liður í, at gerast sjálv­ bjargin er, at fremja munandi størri virðisøking av tilfeingi landsins. Vit vilja tí skapa góðar umstøður hjá vinnum at trívast og mennast í. Fyri at stimbra virðisøking í fiskivinnuni og vinnulívinum sum heild, er økt játtan sett av til fiskivinnuroyndir, og somuleiðis til Granskingargrunnin, herundir til vinnugransking. Vit vilja eisini fara undir nýggja havrannsóknarskipið, sum hevur bíðað alt ov leingi. Eitt skip, ið fer at stuðla undir hav- og umhvørvisgransking og aðra gransking, og viðvirka til, at vit mótvegis altjóða samfelagnum framhaldandi við leypandi kann­ ingum og gransking kunnu undir­ byggja okkara fiskirættindi í før­ oyskum havøki. Eisini er játtan sett av til, at fáa framt ein landbúnaðarpolitikk, ið ger okkum meira sjálvbjargin og framkomin innan landbúnað. Samstundis verða stig nú tikin til, at fáa marknaðarført Føroyar sum tænastudepil fyri skip, ið sigla framvið á okkara leiðum, og at fáa framt betri samskipan av ferða­ vinnutænastum í Føroyum. Hartil verður ferð nú sett á talgildingina av Føroyum. 10 mió. kr. eru settar av til hesa verkætlan í 2016. Hetta verður viðvirkandi til, at vit kunnu fáa eina føroyska talgilda undir­skrift um eitt ár. Hetta legg­ur sam­stundis eisini lunnar und­ir fram­haldandi talgilding og menn­ing av føroyska samfelagnum og KT-vinn­uni. Skattalættin og lækkaði løn­ar­ skatturin fer eisini at gera Før­oyar og føroyska vinnu meira kapp­ing­ ar­før. 1. SAMHALDSFESTI Vit lovaðu javnari býti av landsins virðum – eitt nú við skattalætta til lág- og miðallønt, betri bar­sils­ skipan og ískoyti til fátækar barna­ familjur. Hetta fremja vit nú í verki. Munandi skattalætti til lág- og miðallønt Vit vilja lætta um hjá teimum, ið hava størst tørv á hesum. 1. januar verður tí settur í verk ein stórur skattalætti á samanlagdar 137 mió. kr., sum hevur við sær, at lág- og miðallønt fáa ein skattalætta upp í 8.500 kr. um árið. Hetta tryggjar, at framgongdin í búskapinum og pørtum av vinnulívinum seinastu árini í størri mun fer at koma øll­um til góðar – eisini teimum, ið ikki fingu lut í sokallaða flat­ skatta­lættanum í 2012. Eisini verður hesin skattalættin framdur á ábyrgdarfullan hátt, og er fult fíggjaður. Almennar útrokningar vísa, at alt íroknað (allar lógar­ broyt­ingar og gjøld íroknað) vil ein lág- og miðallønt familja fáa góðar 1.000 kr. meira at liva av um mánaðin – um 13.000 kr. meira um árið – í 2016 í mun til 2015. Hetta fer at muna. Kringvarpsgjaldið verður eisini broytt soleiðis, at ung, støk og pen­ sjónistar fáa ein munandi lætta í gjaldinum. Broytingin í gjaldinum hevur eitt nú við sær, at ung undir 24 ár fáa ein lætta á umleið 3.600 kr. árliga, stakir persónar ein lætta á 1.800 kr. árliga, og stakir pen­sjón­ istar ein lætta á 3.000 kr. árliga í gjald­inum. Barsilsfarloyvið longt og ískoyti til barnafamiljur Vit vilja tryggja, at eingi børn vaksa upp í fátækradømi í Føroyum. Barna­familjur við avmarkaðum fíggj­arligum rásarúmi fáa tí ein mun­andi lætta frá 1. januar 2016 við serstøkum ískoyti. Ein stakur uppi­ haldari við lágari inntøku og við tveimum børnum fer komandi ár, at kunna søkja um eitt mánaðarligt ískoyti á nærum 2.000 kr. Málið er eisini, at leingja bar­sils­ tíðina upp í 1 ár. Tí eru stig longu tikin til, at leingja farloyvið við 6 vikum afturat í 2016. Eisini hetta fer at gera gerandisdagin lættari hjá barnafamiljum. Penjónistar fíggjar­ ligan lætta Vit vilja eisini geva fólkapen­sjón­ ist­um ein fíggjarligan lætta í 2016. Samlaðu átøkini í samband við fíggjarlógina fyri 2016 tryggja, at stakir fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Sam­halds­ fasta at liva av, fáa 4.600 kr. meira fíggj­ar­ligt rásarúm í 2016, og er talan um hjún fáa hesi samanlagt 4.700 kr. í fíggjarligum lætta. Fyri pensjónistar við inntøku við síðuna av pensjónini, verður lættin enn størri, tí skattalættin til lág- og miðallønt eisini kemur hesum til góðar. Er talan um stakan pensjónist við inntøku afturat pensjónini á 10.000 kr. mánaðarliga, er samlaði fíggjarligi lættin um 8.800 kr. árliga, og er inntøkan