týsdagur 29. desember 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20.000 kr. mánarliga, er samlaði
lættin 10.600 kr. árliga.
2. TÍÐ ARHÓSKANDI
Vit lovaðu, at gera Føroyar meira
tíðarhóskandi – eitt nú við ný
skipanum, grønari Føroyum og
fleiri íløgum í útbúgving, gransking
og mentan. Hetta fremja vit nú í
verki.
Fleiri útbúgvingar
og styrkt mentan
Íløgur í ungdómin og útbúgving,
gransking og mentan eru týðandi
partar av at tryggja framtíð Føroya.
Vit hava tí sett okkum fyri at fara
undir at fremja ein veruligan
lestrarbý (campus) í verki. 8 mió. kr.
eru settar av til hetta, samstundis
sum nakrar mió. kr. eru settar av
til, at Fróðskaparsetrið skal kunna
fara undir nýggja útbúgving í bú
skaparfrøði, og at taka fleiri les
andi inn á sjúkrarøktarfrøði út
búgvingina longu í 2016.
Uttan ríkt mentanarlív og list
vóru vit eitt fátækt land og fólk. Vit
vilja tí stimbra tað ríka mentanar-
og listavirksemið, ið er í Føroyum,
og
verða
Mentanargrunnurin,
Føroya Symfoniorkestur, Musikk
skúlin og filmslistin tí eisini styrkt
í 2016. Eisini er játtanin til ítrótt
hækkað. Fyri framman standa
eisini átøk at stimbra føroyska
málið, eins og málið er, at nýtt
Tjóðleikhús verður veruleiki í sam
gonguskeiðnum.
Orku- og umhvørvis
vinarlig átøk
Vit vilja eisini gera Føroyar tíð
arhóskandi og sjálvbjargnar tá
umræður at reka ein meira um
hvørvis- og orkuvinaligan politikk,
so vit dálka minni og gera okkum
minni heft av oljuinnflutningi og
skiftandi oljuprísum. Avgjaldið á
eldrivnar bilar verður tí lækkað, og
eisini eru tvær mió. kr. settar av til
orku- og umhvørvisvinalig tiltøk
í 2016. Samstundis fer arbeiðið í
gongd, at gera ein “grønan pakka”
við fleiri átøkum, ið skulu flyta Før
oyar framá á grønu leiðini.
Nýskipanarárið 2016
Fyrstu stigini eru sostatt longu
tikin, ið vilja tryggja føroyingum
einar meira sjálvbjargnar, sam
haldsfastar og tíðarhóskandi Før
oyar. Men árið 2016 verður eitt sera
avgerandi ár, har framdar verða
tær nýskipanir, ið skulu til, fyri at
flyta Føroyar framá á fleiri økjum
– og at tryggja haldførið í okkara
vælferðarsamfelag og búskapi.
Eftir
ætlan
verða
uppskot
til pensjónsnýskipan og fiski
vinnunýskipan klár í 2016. Hesar
nýskipanir skulu gerast í breiðum
samstarvi á Løgtingi, og í sam
starvi við allar viðkomandi partar.
Harumframt verður menningar
ætlan fyri heilsuverkið klár á vári
2016, og eisini verður farið undir at
fyrireika fólkaatkvøðu um nýggja
Stjórnarskipan, ið skal vera í 2017.
Ein skattanevnd fer í komandi
ári eisini til verka, at gera tilmæli
til eina endurnýggjaða skatta- og
avgjaldsskipan í Føroyum. Eina
skipan, ið skal tryggja ein hald
føran búskap fyri bæði land og
kommunur, og tryggja, at Føroyar
og føroyskt vinnulív hava støðugar
og kappingarførar skatta- og av
gjaldsskipanir nú og framyvir.
Fremja í verki tað vit lovaðu
Nýggja samgongan hevur í sam
bandi við hesa fyrstu fíggjarlógina
havt sera stutt skotbráð at fremja
mongu átøkini. Hetta orsakað av, at
løgtingsvalið fall so seint í árinum.
Fyri framman stendur eitt nýtt ár
við ríkum møguleikum, at fremja
komandi nýskipanirnar og átøkini,
ið tøttum samstarvi og samráði við
allar viðkomandi partar. Gleði meg
til árið og átøkini fyri framman,
og fegnist um, at vit hava sett
eina nýggja kós móti einum meira
sjálvbjargnum, samhaldsføstum og
tíðarhóskandi Føroyum.
Fíggjarlógin fyri 2016 er nú sam
tykt, og fyrstu stigini longu tikin. Tí
vit fremja sjálvandi í verki tað vit
lovaðu.
Við ynskjum um eitt eydnuber
andi og savnandi nýggjár fyri fólk,
vinnu og land.
rhóskandi Føroyar
KJAK
Ørskapur og skomm
Heri Mohr
Í jólavikuni varð
kunngjørt,
at
landsstýrið
ella
løgtingið ætlar at
keypa
gróthús
ið í miðbýnum í
okkara
høvuðs
staði yvirav ”Det glade hjørne” og
Ebenezer.
Um nakrar dagar, 30. januar,
eru 110 ár liðin, síðani hetta vakra
húsið var tikið í nýtslu av tí tá 73
ára gamla Færø Amts Sparekasse.
Fólk við vanligum skili – at vit
eru ein stórur meiriluti, er eingin
ivi um – hava ilt við at skilja slíkan
ørskap.
Um landsstýrið hevði kunn
gjørt, at 100 milliónir verða nú,
beinanvegin, játtaðar yvir 5 ár
til umvæling, restaurering, av al
mennum ognum: sjúkrahúsaognir,
ognir í Hoydølum, læraraskúlin,
handilsskúlin, tekniskir skúlar,
barnagarðar og -heim, ognir í
Tinganesi, úti á Reyni og øðrum
ognum í misrøkt, so hevði ongin
mótmælt. Sumt stendur gapandi
tómt. Verður als ikki brúkt. Á den
skomm.
Vagnur
Michelsen
(www.
hvannrók.fo) og Oddvør Johansen
hava so virðiliga og sera álvarsliga
mótmælt
hesum
ørskapi
við
niðurstøðuni:
Um P/f Eik Banki ætlar at selja
110 ára gamla gróthúsið á Niels
Finsensgøtu, so má tað verða til
Tórshavnar kommunu og ongan
annan.
Um løgtingsins fíggjarnevnd
ikki trívist undir liðini á løgting
inum á gamla Apotekinum á Vagl
inum, so hon um tað.
NØVN
Hesi eru orðini, ið eg segði til jarð
arferðina hjá abba mínum, Ólavi
Dalsgarð, leygardag hin 3. januar
2014:
Eg sakni longu abba. Einaferð
skuldu vit í gamla fólkaskúlaflokki
mínum skriva ein stíl, har evnið
var »mín størsta fyrimynd«. Vit
skuldu velja hvør sína fyrimynd,
og eg valdi abba.
Hóast tú ikki var hægri enn 172
cm, so sá eg upp til tín. Persónliga,
tú var ongantíð óður við meg, fak
liga, tí tú lærdi meg at hugsa krit
iskt – og at telgja. Politiskt, tí tú
meinti tað veruliga í álvara.
Seinasta árið hevur verið merkt
av pínu og líðing, men eisini av
vón og kærleika. Sum familja hava
vit upplivað at verða biðin um at
koma út á Landssjúkrahúsið at
siga farvæl við teg, og tað hevur
verið hart. Omma, tú hevur verið
ein klettur í øllum hesum, bæði
tolin og trúføst.
Vit hava eisini havt góðar løtur,
eitt nú tá tú aftaná fyrstu sjúku
leguna kom upp at ganga. Ella tá
tú fekk boðini, at tú kundi sleppa
heim aftur til Velbastaðar. Ella tá
tú vitjaði mammu tína aftur, fyri
fyrstu ferð í tríggjar mánaðir; tú
vitjaði hana jú trúðliga næstan
hvønn dag.
Eg minnist sum barn, tá tú
og omma plagdu at ringja niður
til Danmarkar til okkara hvønn
sunnudag fyri at hoyra, hvussu eg
hevði tað, hvat eg gjørdi, hvussu
veðrið var, nær vit komu heim
at vitja – ella búgva, ið nokk var
ynskið – og tað tók fleiri minuttir
bara at siga bei. Sum smádrongur
skilti eg ikki, hví vit skuldu tosa
so leingi, og eg stóð og ótolnaðist
eftir at sleppa út at spæla – men
tað skilji eg væl nú.
Abbi var ikki perfektur, og tað
veit eg væl. Men hvør av okkum
er tað? Hann var eitt kensluligt
menniskja, sum livdi lívið fult út.
Og eg eri takksamur fyri alt tað,
abbi gav mær, og eg elski hann
yvir alt á jørðini.
Abbi. Mamma og babba vóru
18 ár, tá eg bleiv føddur. Tey vóru
so ung, og tey vistu kanska ikki
altíð so væl, hvussu mann skuldi
foreldrast, og har komu tit bæði
inn. Omma sum ein eyka mamma
og tú sum ein eyka pápi.
Takk, abbi, fyri alt tað, tú vart
fyri meg og okkum avvarðandi,
sum minnast og elska teg sum
tann, tú var.
Vit síggjast.
Bergur A. Dalsgarð
Minningarorð fyri
Ólavi Dalsgarð