týsdagur 29. desember 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. desember 2015 · Nr. 150
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Lívið steðgar ikki, tá tú fært stað
fest eina kroniska sjúku. Eftir at
hava verið ígjøgnum noktan, ótta
og tunglyndi, sá 34 ára gamla, Maya
Biangslev Clausen, kronisku sjúku
sína, sum verður rópt »multipel
sklerosa« (MS) í eyguni og byrjaði
at liva lívið aftur.
Nú
hevur
hon
vunnið
heiðursløn fyri at vera ein íblástur
hjá øðrum, sum liva við kroniskum
sjúkum.
ES: – Eg havi MS. Hesin setning
ur lýsir ógvuliga væl mína støðu
til MS (multipel sklerosu) – í øllum
førum soleiðis, sum eg havi tað við
sjúkuni í dag.
Soleiðis byrjar Maya Biangslev
Clausen sítt bræv, sum júst hevur
vunnið sklerosevirðislønina.
Virðislønin setir fokus á lívið við
tí kronisku sjúku, sum hon hevur
og heiðrar fólk, sum geva íblástur
til onnur við lívsgóðsku, innihaldi
og framtíðarútlitum.
Mjørkakend byrjan
– Eg minnist, hvussu trupult tað var
at fyrihalda seg til veruleikan, tá eg
júst hevði fingið staðfest kronisku
sjúkuna. Tá eg skrivaði brævið, setti
eg meg sjálva í støðuna, eg var í fyri
sjey árum síðan, tá sjúkan varð
staðfest. Eg var ørkymlað og royndi
at sannføra meg sjálva um, at tað
var ein annar, ið hevði sklerosu –
og ikki eg. Eg krøkti meg í vónina
um, at læknarnir kanska høvdu
mistikið seg. Men, tað, sum eg í
veruleikanum hevði brúk fyri, var
at hoyra, at lívið heldur fram - eisini
við kronisku sjúkuni í viðførinum.
Maya Biangslev Clausen minnist
tíðina, tá sjúkan varð staðfest sum
mjørkakenda, og serliga minnist
hon, hvussu trupult hon hevði við
at ásanna tann veruleika, at hon
nú skuldi liva við sjúkuni sum fylgi
sveini restina av lívi sínum.
– Men, tað nyttaði tíverri
einki at avnokta sjúkuna. Sjúk
an gjørdist meira og meira sjónlig
við rørsluórógvi og bløðrutrupul
leikum. Eg gjørdist óttafull, tá eg
noyddist at ásanna, at læknin hevði
rætt. Hetta rakti meg sum eitt tok.
Um hetta mundið var eg tætt við
at gerast tunglynd. Eg setti meg í
samband við Sklerosufelagið, sum
hjálpti mær til ein sálarfrøðing.
Hesin beyð mær bólkaterapi, sum
gjørdist eitt vegamót í lívi mínum,
sigur hon.
Tá Maya Biangslev Clausen hitti
tey í bólkinum, sum høvdu mist
mótið og sum nú stríddust við at
varðveita lívið á arbeiðsmarknað
inum, gjørdist hon treisk.
– Eg tók eina avgerð. MS skuldi
ikki stýra mínum lívi. Í øllum før
um vildi eg gera alt, eg megnaði,
fyri at fáa megina aftur. Eg setti
fokus á tey smáu og góðu tingini í
gerandisdegnum. Orki eg ein heil
an arbeiðsdag í dag, orki eg eisini
arbeiðsdagin í morgin - og teir
næstu dagarnar. Spakuliga - men
sikkurt – bardi eg meg við smáum
fetum aftur til lívið.
Hon sigur, at hon hvønn dag
setir fokus á tað, sum hevur eydn
ast væl.
– Sjálvandi hevði eg eisini ringar
dagar, men, sum tíðin leið, gjørdist
longri og longri ímillum keðiligu
dagarnar.
Ultimativ lívsváttan
Fýra ár eftir, at hon hevði fingið
staðfest
sklerosu,
fekk
Maya
Biangslev Clausen ultimativu vátt
anina um lívið, tá hon føddi ein son.
– Tað at seta eitt barn í heimin
gav mær av álvara tamarhald yvir
mínari framtíð. Nú veit eg, at eg
megni ein barnsburð, ein keisara
skurð og óendaliga long tíðarskeið
uttan svøvn – og kortini havi eg tað
gott. Nú er enn eitt barn á veg, sigur
hon brosandi.
Kvinnan, sum nú hevur drigist
við sklerosu í sjey ár, sigur, at henn
ara týdningarmiklastu ráð til fólk,
sum verða rakt av hesi sjúku – ella
øðrum kroniskum sjúkum – er, at
lívið heilt vist verður gott og vert
at liva aftur.
– Tú skalt bara tora at trúgva
upp á tað og ikki lata teg gloypa av
einari sjúku. Hvat lívið so annars
kemur at bjóða upp á, er púrasta
upp til tín sjálvs, tí tað er tú, sum
hevur maktina - og ikki sjúkan,
sigur Maya Biangslev Clausen.
Kelda: helse.dk
– Eg tók eina avgerð. Kroniska sjúkan skuldi ikki stýra mínum lívi. Í øllum førum vildi eg gera alt, eg orkaði,
fyri at fáa megina aftur. Eg setti fokus á tey smáu og góðu tingini í gerandisdegnum, sigur sklerosu-sjúka
Maya Biangslev Claus, sum gjørdist mamma fyri fýra árum síðan – og sum nú gongur við sínum næsta barni
Soleiðis fann hon lívið aftur
– Tú skalt bara tora at trúgva
upp á tað og ikki lata teg gloypa
av einari kroniskari sjúku, sigur
Maya Biangslev Clausen, sum
hevur havt sklerosu í sjey ár
- Tað at seta eitt barn í heimin gav mær av álvara
tamarhald yvir mínari framtíð, sigur Maya Biangslev
Clausen, sum nú skal hava eitt barn aftrat
Tekin um strongd
Strongd er ikki nakað, ein starvsfelagi fær ein mánamorgun klokkan 10. Tað tekur drúgva tíð
hjá einum og hvørjum menniskja at gerast so mikið illa fyri av strongd, at arbeiðsevnini fara.
Tað eru nógv greið og sjónlig tekin, áðrenn eitt starvsfólk verður so illa fyri, at tað ikki megnar
sítt arbeiði. Eitt starvsfólk við strongd byrjar sum oftast at hava fleiri sjúkradagar. Persónurin
broytir eisini atburð og atferð. Viðkomandi hevur verri og verri við at taka avgerðir og
sleppur sær meira og meira undan ábyrgd. Persónurin gerst gjarna eisini meira beiskur og
einki skal til, fyrr enn viðkomandi øvundar øðrum starvsfeløgum, øsir seg um lítið og lætt og
einki er stuttligt longur. Hin strongdi verður eisini meira dølskur
og seinur og hevur verri við at minnast og torført við at hugsavna
seg. Sum heild hevur hin strongdi negativar meiningar um tað
mesta, og kensluliga er persónurin eisini av sporinum og kann
vera ísakaldur yvir fyri nøkrum, sum øll onnur hava kenslur fyri.
Hinvegin kann hin strongdi tára ella gráta um nakað, sum vanlig
fólk ikki halda hevur nakað uppá seg. Kelda: www.fegin.fo