týsdagur 17. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 154 - 17. august 2004
Nr. 154 - 17. august 2004
3
Nógv verður gjørt
burturúr, tá tann
stóri nýggi sam-
komubygningurin hjá
Kelduni í Skálafirði
verður tikin í nýtslu í
vikuskiftinum 3. - 5.
september
SAMKOMA
Tíðindaskriv
Eftir stívliga trý-ára byggi-
arbeiði, er nú klárt at taka
1. byggistig av nýggja sam-
komu-bygninginum
hjá
Kelduni í Skálafirði í
nýtslu. Í hesum sambandi
verður skipað fyri fest-møt-
um í vikuskiftinum 3. - 5.
september. Á skránni verða
almenn møti, bíbliutímar
við gestatalarum, og fam-
iljumøti. Leygardagin 4.
september kl. 17 verður eitt
serligt alment møti, har
umboð fyri kommunustýr-
ini við Skálafjørðin, løg-
tings- og landsstýrismenn
úr Eysturoynni, og umboð
fyri fyritøkur og einstakl-
ingar, ið hava stuðlað bygg-
ingini, eru boðin at verða
við.
Ljóð og ljós á høgum
støði
Nógv er gjørt burturúr ljóð
og ljósviðurskift-unum í
nýggju Kelduni. Hølini eru
innrættaði eftir ráðgeving
frá serkønum ljóðfólki, og
stór ljóð og ljósanlegg eru
fingin til vega. Alt hetta
sleppur at standa sína roynd
á
einum
sokallaðum
»AWAKE« kvøldi, sum
verður leygarkvøldið 4.
september. Á tí tiltakinum
verður nógvur sangur og
ymiskar kreativar fram-
førslur.
Vitjan úr Danmark og
Noreg
Í sambandi við vígsluna,
fær Keldan vitjan úr Dan-
mark og Noreg. Útlendsku
gestirnir verða David Han-
sen, samkomuleiðari í Ål-
borg Menigheds Center,
Enevald Flåten, samkomu-
leiðari í Levende Ord í Ber-
gen, og Eivind Frøen, trú-
boðari úr Noreg.
FAMILJU-
FESTIVALUR
Tíðindaskriv
Vikuskiftið 21.-22. aug.
skipar Tónleikatiltakið
Teitis saman við Fim-
leikafelaganum Ljósið
fyri familjufestivali í
kommunuskúlagarðinum
í havn, har tey menning-
artarnaðu og teirra ment-
an eru miðdeplinum.
Navnið á fagnaðinum er
Teitisfestivalurin og sipar
tað til gleði, skemt og
stuttleika, sum eisini er
evsta endamálið við til-
takinum.
Alt millum himmal
og jørð á skránni
Tað verður fyrst og
fremst á tónleikapallin-
um, at tey menningar-
tarnaðu fara at gera seg
galdandi, m.a. verður
okkara egnu M’s Blues
Band og Ælabogin at
framføra, umframt ísl-
endski bólkurin »Blik-
andi stjørnur« og danski
bólkurin ØPP (øl, pølser
og popcorn). Ein lista-
framsýning við málning-
um, sum tey menningar-
tarnaðu hava gjørt, er
eisini partur av tiltakin-
um. Annars verða fram-
førslur við Angelu &
Hannibal, Absalon Áar-
garð, búktalara, karaoke-
pallur til teirra, ið hava
hug at royna seg sum
sangstjørnu og dansur í
tjaldinum
seinni
um
kvøldið.
Karmur um tiltakið er í
høvuðsheitum Komm-
unuskúlagarðurin, men
ætlanin er seta hátíðar-
dám eitt sindur oman í
býin, - hetta valdast eitt
sindur av orku og fíggj-
arligan stuðul. Eins og á
ólavsøku verður umframt
tónleik og list nógv
annað til undirhalds og
hugna, – har verða nevn-
iliga køku- og bamsu-
tombola,
balónsøla,
fiskibrunnur, ponyríð-
ing,
andlitsmáling,
skreiði- og hoppiborgir
og karusell. Eisini verður
okkurt til teirra, ið ikki
vilja sita við turra tonn, tí
hugnalig kafé, har kaffi,
te, vaflur, sodavatn, øl,
tvíflísar, pylsur, popp-
korn v.m. verða serverað,
er eisini at finna í
Kommunuskúlagarðin-
um hetta vikuskiftið.
Vónandi síggjast vit
seinni í summar á stutt-
liga Teitisfestivalinum,
sum vit ætla skal vera
afturvendandi tiltak í
august, sigur fyrireikar-
arnir í tíðindaskrivi.
Fakta um Teitis
Festivalin
Endamálið við tiltakin-
um er fyrst og fremst at
skapa ein fagnað fyri
menningartarnað, sum
gevur teimum høvi at
vera saman um tónleik
og list í einum tiltaki,
sum tey sjálvi eiga.
Tónleikafagnaðurin
varpar ljós á menningar-
tarnað og teirra serligu
gávur, og er ein møgu-
leiki at vísa eina aðra
síðu av menningartarn-
aðum, enn hana vit van-
liga síggja. Samstundis
er hetta er eitt gott høvi
hjá teirra nærmastu og
øðrum at hava tað stutt-
ligt saman við menning-
artarnaðum hetta viku-
skifti.
Ætlanin er at fáa
menningartarnað úr øll-
um Norðanlondum at
koma til Føroyar at vitja
fagnaðin,
og
tiltakið
verður tí marknaðarført
bæði í Føroyum og uttan-
lands. Fagnaðurin er eitt
gott høvi at knýta bond
millum menningartarnað
í Norðurlondum, og at
skapa eitt fakligt og per-
sónligt netverk millum
tey, sum dagliga arbeiða
innan økið. Í sambandi
við marknaðarføringina
er ætlanin at hava eina
búmerkjakapping og at
prenta T-shirt´s við bú-
merkinum á. Eisini verð-
ur heimasíða við kunn-
ingartilfari gjørd.
MC-BOOGIE
Tíðindaskriv
Leygardagin 4. september
skipar áhugafelagið Føroya
Ellisakfør fyri MC-Boogie
í Suðuroy.
Ætlanin var annars at
hava tiltakið á Sandoynni í
ár, men orsakað av ávísum
trupulleikum í samband við
fyriskipan, og at Føroya
MC hevði ætlanir um ein
Suðuroyartúr í ár, valdu vit
at sláa hesi bæði tiltøk
saman. Vónandi kann so
MC-Boogie verða í Sandoy
komandi ár.
– Tiltakið í Suðuroy í fjør
var so mikið væleydnað, at
vit halda, at tað saktans
kann endurtakast.
Tað er kanska onkur, ið
ikki rættiliga veit, hvat eitt
MC-Boogie er fyri nakað.
Hertil kann sigast, at tað í
stuttum er at mc-áhugað
koma saman ein dag til
sosiala samveru og felags-
koyring, og síðan til eina
felags veitslu um kvøldið,
sigur felagið í tíðindaskrivi.
Sum vant er MC-Boogie
fyri øll mc-áhugað uttan
mun til, um tú ert limur í
nøkrum felagsskapi ella
ikki.
Fyrstu ferð skipað var
fyri MC-Boogie var í 1999,
tá ið Føroya Ellisakfør
hevði vitjan av útlendskum
mc-gestum.
Síðan er hetta vorðið eitt
afturvendandi tiltak. Eftir
at felagið Føroya MC varð
stovnað, hava verið tvey
tiltøk um árið, har Føroya
MC stendur fyri ørðum og
Føroya Ellisakfør fyri hin-
um tiltakinum. Sambært
siðvenjuni er fyrra MC-
Boogie 1. vikuskifti í mai
og seinna 1. vikuskifti í
september.
Sum áður nevnt verður
tiltakið hesaferð í Suðuroy.
Fyri luttakarar norðan fyri
Suðuroyarfjørð byrjar til-
takið kl. 10.00, tá ið silgt
verður við Smyrli til Drel-
nes, har luttakarar úr Suð-
uroy taka ímóti.
Hagani verður koyrt runt
í oynni restina av seinna-
partinum.
Um kvøldið verður skip-
að fyri veitslu á Gistingar-
húsinum við Á í Øravík.
Aftaná verður almennur
dansur á staðnum.
Meiri fæst at vita um
tiltakið á heimasíðuni hjá
Føroya
Ellisakførum
(www.ellisakfar.com), siga
Føroya Ellisakfør í tíðinda-
skrivi.
Aftur í ár verður
skipað fyri trucker-
festivali í Føroyum –
ein festivalur, har
lastbilar og aðrir
stórir bilar hittast
LASTBILAR
Tíðindaskriv
Tiltakið varð fyrstu ferð
roynt í fjør, og til at verða
fyrstu ferð var tiltakið sera
væl eydnað, siga fyrireikar-
arnir. Hesaferð er ætlanin at
gera meira gjørt burturúr.
M. a verður skipað fyri
undirhaldi, onkur kapping
verður millum sjafførarnar,
okkurt verður til børnini,
og so verða steyp latin til
teir
vakrastu
bilarnar.
Fimm steyp verða latin. Tað
verður soleiðis skipað, at
bilarnir verða býttir í fimm
bólkar og nr. eitt í hvørjum
bólki fær steyp. Kl. 20.30
leygarkvøldið verða steyp-
ini handað teimum bilførar-
unum, ið hava vunnið. Før-
oya SHELL letur tey fimm
steypini, ið verða latin bil-
førarunum til ognar.
Bólkarnir eru:
1. Trekkjarar
2. Lastbilar
3. Kranabilar
4. Bussar
5. Trailarar
– Umframt alt hetta
ynskja og vóna vit eisini at
síggja húsbilar (Kamping-
bilar/vognar) á festivalin-
um. Hetta er nakað, ið ikki
er roynt áður, men fara vit
at royna hetta nú fyri fyrstu
ferð. Kostnaðurin fyri at
luttaka við kampingbilum
er kr. 100,00 fyri bilin. Or-
søkin til at vit ynskja at
síggja húsbilarnar á festiv-
alinum er, at hetta er eisini
eitt serligt bilslag, sum før-
oyingar ikki kenna so nógv
til.
Ynskiligt er eisini, at
bilførararnir, ið luttaka á
festivalinum, høvdu kunna
tikið grillir og mat og
drekka við, soleiðis at tað
ber til at fáa hugnan, meðan
tiltakið er í gongd.
Atgongd til tiltakið er
ókeypis, men tó fáa tey vitj-
andi ein atkvøðuseðil við
inn, soleiðis at tey vitjandi
kunnu atkvøða um vakrasta
bilin, í hvørjum bólki sær.
Tá ið ein er liðugur at at-
kvøða, verður atkvøðuseð-
ilin lagdur í ein kassa, har
tað síðani verður gjørt upp,
hvørjir vinnarnir eru. Til
ber at atkvøða tá tiltakið
opnar leygardagin kl. 16,
og til kl. 20 leygarkvøldið.
Kl. 21 fer avdúkingin fram,
um hvørjir vinnarnir eru.
Leygardagin 28. august
opnar festivalurin kl.16.
Kl. 23 leygarkvøldið
spæla Hjalti og vinmenn til
dans í støkk-høllini. »Guli-
gans« skipa fyri.
Sunnudagin 29. august er
fesivalurin opin frá kl. 14-
17.
Endabresturin
verður
sunnukvøldið kl. 17. Bil-
arnir verða settir í eina
rekkju, (Convoy) har bil-
arnir síðani fara ein biltúr
til Leirvíkar at venda, og
aftur til Runavíkar. Tá bil-
arnir hava snarað runt í
Leirvík, fara teir bilarnir, ið
skulu til Klaksvíkar, av tá
koyrt
verður
framvið
ferjuleguni í Leirvík, og tá
komið verður úr Leirvíks-
tunnilinum til Norðagøtu,
fara teir bilarnir sum skulu
til Fuglafjarðar, av til
Fuglafjørð. Soleiðis heldur
leiðin fram. Bilarnir í Gøtu,
fara av í Gøtu o. s. v.. So-
leiðis minkar (Convoy´in)
so við og við, og til seinast
verður eingin bilur eftir í
rekkjuni.
– Men minnist endiliga
til, at tað er ókeypis at-
gongd til sjálvt tiltakið,
siga fyrireikararnir.
Trucker festivalurin er
fyri øll, og skulu tit ikki
smæðast við at koma á
Trucker festival.
Til ber at lesa meir á
http://heima.olivant.fo/~pje
/index.fo
Heitt verður á allar bil-
eigarar og bilførarar, ið
ætla at luttaka á festivalin-
um, um at melda seg til
sum skjótast. Tilmeldingin
fer fram á tlf.: 508622 ella
á leif@kls.fo
– Vit vóna, at áhugin fyri
at luttaka verður eins stór-
ur, ella størri enn í fjør. Tað
er bara at melda til, siga
fyrireikararnir, sum lata
heilsa, at øll eru hjartaliga
vælkomnum
á Trucker
festival.
Menningartarnað
miðpunkt á stutt-
ligari familjustevnu
Motorsúkklur hittast í Suðuroy
Nýggja Keldan í Skálafirði verður nú tikin í nýtslu
Truckerfestivalur í Runavík
C
M
Y
K
3
2