Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 154 - 17. august 2004 Nr. 154 - 17. august 2004 5 Selja bátar sum ongantíð fyrr Tær norsku bátasmiðjurnar hava havt úr at gera í ár, og tølini vísa, at norðmenn hava ongantíð keypt so nógvar bátar sum í ár. Umsetningurin hjá bátasmiðjuni Askeladden í fyrra hálvári var 200 milliónir krónur, og tað er líka nógv sum alt árið í fjør. Har verður sagt, at tað eru serliga teir smærru bátarnir, sum hava stóran áhuga ímillum fólk. Teir smæstu kosta einar 20.000 krónur og teir størstu umleið 350.000 norskar krónur. Eisini báta- smiðjan Viksund letur væl at. Haðani verður sagt, at umsetningurin er eini 20 prosent størri í ár enn í fjør, og smiðjan roknar við at selja uppaftur fleiri bátar næsta ár. Tann stóra bátasølan kemur eisini motor- verksmiðjunum væl við. Eitt nú sigur Solheim Diesel, at tey hava selt næstan tvær ferðir so nógvar bátamotorar í ár sum í fjør. Annars er Noreg á næstfremsta plássi, tá tað snýr seg um bátasølu í ár. Bara í Fraklandi hava bátasmiðj- urnar selt fleiri bátar, um sølan verður mett eftir fólkatalinum í teimum báðum londunum, skrivar Bergens Tidende. Metstórt hall í USA Fáar dagar eftir at amerikanska hagstovan kunn- gjørdi, at hallið á fíggjarlógini er so stórt sum ongan- tíð fyrr, er hagstovan komin við tølum, sum vísa, at hallið á handilsjavnanum eisini er metstórt. Sambært hagstovuni var hallið á handilsjavnanum 55,8 milliardir dollarar í juni mánað, og tað var nógv meiri, enn eygleiðarar høvdu væntað. Í mai var hallið 46,9 milliardir dollarar, og eygleiðararnir høvdu væntað, at talið í juni fór at liggja á somu leið. Kevin Logan, sum er stjóri í Dresdner Kleinwort Wasser- stein í New York, sigur við Reuters, at hann hevur ongantíð sæð eina so stóra broyting til tað verra eftir bara einum mánað. Um orsøkina til tað vánaliga úrslitið í juni verður sagt, at amerikanski útflutningurin í juni var tann minsti í trý ár, samstundis sum innflutningurin vaks nógv. Minkandi eftirspurningurin eftir amerikonsk- um vørum uttanlands og tann høgi oljuprísurin gera eisini sítt, verður sagt. Split í Taliban Amerikanska herleiðslan í Afghanistan vil vera við, at ósemjan í Taliban-rørsluni er vorðin so stór, at leiðslan er um at fara í upploysn. Amerikanararnir vilja vera við, at alt fleiri afghanar venda Taliban bakið. Tað hevur ávirkað samanhaldið í rørsluni, sum sambært amerikanarunum gongur í tveimum bólkum nú. Teir vilja eisini vera við, at teir báðir bólkarnir stríðast innanhýsis. Men tað avsannar ein talsmaður hjá Taliban. Hann sigur við AP, at amerikanararnir gera alt ov nógv av, tí í veruleikanum snýr tað sum um einar 10 - 15 mans, sum hava tikið seg burtur úr rørsluni, og sum hava valt at ganga egnar leiðir. Ta seinastu tíðina hava amerikonsku hermenninir í Afghanistan hert átøkini ímóti Taliban. Teir siga seg eisini fáa størri undirtøku frá afghanska fólkinum nú enn fyrr, og at fólk í fleiri førum hava sagt amerikan- arunum, hvar limir í Taliban halda til. Smáu bankarnir betri Hagtøl í Danmark vísa, at nógvir danir velja teir smáu bankarnar fram um teir stóru, tí tey halda seg fáa betri tænastu har. Sambært hagtølunum fingu 125 av teimum smáu bankunum í Danmark 66.000 nýggj viðskiftafólk í fjør, og tey seinastu fýra árini hava teir fingið umleið 300.000 nýggj viðskiftafólk. Samstundis vísir tað seg, at rakstrarúrslitini hjá teimum smáu bankunum gerast betri og betri, og sambært stjóranum í Loikale Pengeinstitutter, Jan Kondrup, fer hendan gongdin at halda fram. Kanningar í Danmark hava víst, at fólk halda seg yvirhøvur fáa betri tænastu frá teimum smáu pen- ingastovnunum enn teimum stóru. Harafturat halda tey, at tað persónliga sambandið við teir smáu pen- ingastovnarnar er betri. UTTAN ÚR HEIMI Um vikuskiftið vórðu 180 flóttafólk tikin av døgum í afrikanska landinum Burundi HÓPDRÁP Árni Joensen: fartekst@mail.dk Trygdarráðið hjá ST sam- tykti sunnudagin, at Burun- di og Demokratiska Lýð- veldið Kongo skulu gera alt, sum gerast kann, fyri at fáa fatur á teimum, sum fríggjanáttina myrdu 180 flóttafólk á markinum ímillum tey bæði londini. Fólk, sum sluppu livandi frá álopinum, hava greitt frá, at tað vóru krígsmenn úr Kongo og uppreistrar- menn úr Rwanda, sum myrdu flóttafólkini. Forset- in í Burundi segði sunnu- dagin, at álopið var væl fyrireikað. Hann segði, at flóttafólkini høvdu leitað sær skjól í Burundi, tá tey fyrr í ár flýddu undan bar- døgum í Kongo. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, sigur, at myndug- leikarnir í Kongo og Burundi eiga at finna álopsmenninar, so teir kunnu verða revsaðir fyri hópdrápið. Ódnin Charley er tann harðasta, sum hevur herjað Florida síðani 1992. Sekstan fólk lótu lív, og í Florida og á Kuba hevur ódnin oyðilagt virði fyri nógvar milliardir krónur ÓDNARVEÐUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Stór øki í Florida og á Kuba líkjast einum krígsøki, eftir at tropiska ódnin Charleys herjaði har um vikuskiftið. Charleys herjaði fyrst á Kuba. Har kravdi hon trý mannalív, og fleiri túsund fólk mistu hús og heim. Síðani fór hon norður til Florida, har hon kravdi 16 mannalív og gjørdi umleið 3.900 fólk heimleys. Fleiri aðrir bygningar vórðu eis- ini fullkomiliga lagdir í oyði, og myndugleikarnir í Florida søgdu í gjár, at tað fer helst at kosta einar 15 milliardir dollarar at byggja alt aftur av nýggjum. Serliga tann lítli býurin Punta Corda, har umleið 15.000 fólk búgva, fór illa. Bjargingarliðini siga, at bý- urin er stutt sagt javnaður við jørðina, og myndug- leikarnir sendu fleiri túsund hermenn til Florida at hjálpa teimum túsundtals neyðstøddu. Nógvastaðni oyðilegði ódnin elveitingina, og í gjár høvdu meiri enn ein milli- ón fólk í Florida framvegis ongan streym. Amerikonsku veður- menninir siga, at Charley er tann ringasta ódnin, sum hevur herjað Florida síðani ta herviligu Andrew, sum rakti Miami í 1992. Tá bleiv skaðin mettur til 25 milliardir dollarar. Tann umstríddi forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, verður sitandi aftan á fólkaatkvøðuna sunnudagin VENEZUELA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað eydnaðist ikki andstøð- uni í Venesuela at fella tann vinstrasinnaða forsetan, Hugo Chavez. Sunnudagin vóru venesu- elar á fólkaatkvøðu, har teir skuldu gera av, um Chavez skuldi frá, ella um hann skuldi halda fram í embæt- inum, og í gjár kunngjørdi almenna valnevndin, at góð 58 prosent av veljarunum høvdu atkvøtt fyri, at for- setin verður sitandi. Sløk 42 prosent vildu hava hann frá, segði valnevndin. Tveir av teimum fimm limunum í valnevndini boðaðu seinni frá, at teir vildu ikki góðtaka úrslitið. Teir báðir, sum umboða andstøðuna, søgdu, at tað endaliga úrslitið var als ikki greitt. Men hinir tríggir nevndarlimirnir hildu uppá, at Chavez hevði fingið meirilutan av atkvøðunum. 180 flóttafólk myrd Ringasta ódnin í 12 ár Chavez vann fólkaatkvøðuna Hendan kubanska kvinnan misti alt, tá Charley herjaði býin Playa Baracoa nærhendis Havana Mánadagin varð farið undir skúlaárið eftir summarfrítíðina FYRSTI SKÚLADAGUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Mánadagin fór skúlaárið 2004/05 av bakkastokki hjá flestu fólkaskúlunum kring landið. Hjá 756 børnum var talan um ein heilt serligan dag í lívinum, tí mánadagin var teirra fyrsta smakki- roynd av lívinum á skúla- beinki. Á fyrsta degi í skúl- anum plagar ikki at henda stórvegis. Børnini fáa eina tímatalvu og flokslærarin greiðir frá, hvat komandi skúlaár hevur at bjóða upp á. Flestu 1.floksnæmingar í ár eigur Skúlin í Hoyvík, har 65 børn skuldu byrja í gjár. Hetta er annað árið á rað, at Skúlin í Hoyvík eigur metið. Í hinum endanum kann nevnast, at bert ein 1. floksnæmingur byrjar í Sumba, Haraldsundi, Mikladali og Trøllanesi, Mykinesi og við Gjógv. Í gjár fóru 756 børn í skúla á fyrsta sinni. í Hesum sambandi heitir Ferðslutrygd á børn, foreldur, lærarar og myndug- leikar at tryggja ferðsluviðurskiftini við skúlarnar FERÐSLUTRYGD Tíðindaskriv Ymiskt er, hvussu ferðslu- viðurskiftini eru uttan fyri landsins skúlar. Í Havnini er ferðslan ógvuslig so at siga allastaðni í býnum, serliga kl 8 á morgni. Heilt nógv børn blíva koyrd í skúla hvønn morgun, og bert fáastaðni eru skipað viðurskifti, sum áseta á hvønn hátt børnini tryggast og best sleppa úr bilinum og inn í skúlan. Vandastøð- ur kunnu lættliga koma í, tá ið bussar persónbilar og børn hvørt um annað skunda sær í allar ættir. Ymiskt kundi verið gjørt fyri at bøta um hesi viður- skifti. Tað týdningarmesta í hesum høpi, er at brúkarin, t. e. børnini, foreldrini, lær- ararnir og myndugleikarnir á staðnum koma ásamt um, hvussu ferðsluumhvørvið skal vera við teirra skúla. Hesi skulu síðani orða ein politikk á økinum, og bera so í bandi, at boðini koma út til tey, ið ferðast í grannalagnum. Eitt gott høvið at fáa eitt slíkt samstarv í lag, er tá ið skúlin av álvara er byrjaður aftur, og foreldrafundirnir eru. Eitt annað hugskot er at skipa fyri evnisdøgum um ferðsluna bygdini ella býinum og gera niðurstøð- ur, sum kunnu blíva til veruleika í samstarvi við myndugleikarnar, sigur Ferðslutrygd í tíðinda- skrivi. Tryggið ferðsluviðurskiftini við skúlan Ein 19 ára gamal drong- ur breyt armin, tá bilur hansara fór av vegnum uttanfyri Kollafjarðar- tunnilin Sunnukvøldið fór ein persónbilur av vegnum stutt uttanfyri Kolla- fjarðartunnilin Kald- baksmegin. Tvey fólk vóru í bilinum, og 19 ára gamli førarin breyt arm- in, meðan hitt ferðafólki slapp við smærri snudd- um. Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at bil- urin fór 20 metrar í leysari luft av vegnum og hann rullaði aðrar 150 metrar, áðrenn hann steðgaði í eini á. Orsøk- in til óhappið var helst ov nógv ferð og at veg- urin var vátur. Annars hevur verið stak friðarligt í høvuðs- staðnum um vikuskiftið. -páll Ein maður er tikin fyri at selja stjolin atgongu- merkir til Summar Festi- valin í Klaksvík um vikuskiftið Sunnukvøldið varð ein maður tikin í Klaksvík fyri at selja stjolin at- gongumerkir til tiltøkini sunnudagin á Summar Festivalinum í Klaksvík. Maðurin hevur stjolið atgongumerkini og selt tey fyri ein bíligan pen- ing. Á løgreglustøðini í Klaksvík vita tey ikki, hvussu nógv av stolnu atgongumerkjunum eru seld. Fyriuttan tilburðin við stolnum atgongumerkj- um letur løgreglustøðin í Klaksvík væl at atburð- inum hjá mongu festi- valgestunum um viku- skiftið. – Fólk hava skikkað sær væl og sýnt fyri- myndarligan atburð, verður sagt av løgreglu- støðini. Síðan juni mánað er prísurin á olju hækkaður við góðum 25%, men kortini verður høgi olju- prísurin ikki mettur at verða nøkur álvarslig hótt- an móti heimsbúskapinum. Amerikanski tjóðbankin væntar ikki, at høgi oljuprísurin heldur sær. Tjóðbankin metir eisini, at framgongdin í amerikanska búskapinum seinastu mánaðirnar er haldgóð, og tí gjørdi Amerikanski tjóðbankin av 10. august at hækka leiðandi rentuna úr 1,25% til 1,50%. Heldur núverandi búskaparstøða sær, so er ætlanin at hækka rentuna aftur 21. september. -páll 20 metrar í leysari luft Seldi stjolin atgongumerkir Oljan er gekkurin 756 børn byrjaðu í 1. flokki Vælvitandi keldur í Bruxelles vilja vera við, at ES hevur avgjørt at leggja fyribilskvotur á innflutning av alilaksi til ES. Skotar vátta hesi tíðindi og fegnast samtíðis um avgerðina ALING Ein safeguard kanning varð sett í verk fyrr í ár av ES eftir trýsti frá tí bretsku og írsku stjórnini. Prísirnir hava verið sera lágir í eitt longri tíðarskeið, og skotar vilja vera við, at orsøkin er ov stórar nøgdir av laksi, sum floyma inn á ES marknaðin serliga úr Norra. Hetta skrivar Vinnuhúsið á www.industry.fo Kanningin verður liðug um árskiftið, og tá fæst at vita, um varðandi kvotur verða álagdar fyri tey næstu fýra árini. Skotar hava samtíðis roynt at fingið ES at sett fyribilsforðingar í vegin. Hetta er so lukkast, tí í síðstu viku varð avgjørt at áseta fyribilskvotur. Hesar kvotur koma at galda teir næstu 200 dag- arnar, og í hesum tíðar- skeiðinum fáa Føroyar loyvi til at útflyta 25.261 tons í rundari vekt, Norra 186.338 tons og onnur lond 22.850 tons. Hesar kvotur eru tó ikki galdandi fyri Kili, sum hevur fría atgongd inn á ES marknaðin. Hesar kvotur kunnu hava eina positiva ávirkan á føroyska alivinnu, tí hetta kann viðvirka til at prísurin hækkar. Eisini kann hetta viðføra at íløguhugurin í Norra fellir, meðan íløguhugurin í Føroyum økist. ES fer at leggja fyribilskvotur á laks C M Y K 5 4