týsdagur 17. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 154 - 17. august 2004
Nr. 154 - 17. august 2004
7
Leygarkvøldið verður
føroysk dansinátt í
Øravík, har har nógv
fólk plaga at koma
saman
FØROYSKIR DANSUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygarkvøldið verður stórt
tiltak í Suðuroy fyri øll tey
mongu kring landið, sum
hava áhuga fyri føroyskum
dansi.
Tá verður nevniliga skip-
að fyri eini føroyskari
dansinátt á gistingarhúsin-
um í Øravík.
Nú í nøkur ár hava dansi-
feløgini í Suðuroy, skipað
fyri eini føroyskari dansi-
nátt á hásumri og har plaga
heilt nógv fólk at vera við,
eisini norðaneftir.
Og í ár verður dansináttin
sostatt leygarkvøldið.
Av tí, at tiltakið er á gist-
ingarhúsinum, fáast møgu-
leikarnir at gista, ikki betri
og tey, sum ikki hava hug at
bíða til kvøldtúrin sunnu-
kvøldið, kunnu fara norður
við Smyrli longu klokkan
sjey á morgni.
Dansináttin byrjar við
borðhaldið klokkan 20, har
borðreitt verður við heitum
mati við eplum, sós, salati
og onkrum góðum omaná.
Og so verður dansað alla
náttina.
Alt tiltakið kostar 180
krónur.
– Tað kemur óvart á
løgmann, at hond-
bóltsfeløgini seta
útlendingamálið so
skarpt upp, at tey
beinleiðis hótta við at
niðurleggja lands-
kappingina í vetur
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
At ítróttarfeløgini sjálvi
mugu betala útendskum
ítróttarfólkum 52% av eini
arbeiðaraløn, er ein loysn,
sum
samgongan
hevur
stuðlað.
Tað sigur Jóanes Eides-
gaard.
Hann er ikki bara løg-
maður. Hann er eisini verji
hjá føroyska ítróttinum. Tí
hava vit spurt hann um
hann góðtekur, at nógv
umstrídda útlendingamálið
hevur fingið eina loysn,
sum er so vánalig fyri
ítróttarfeløgini, at tey bein-
leiðis hava hótt við at nið-
urleggja landskappingna í
vetur.
Hetta boðaði ein tals-
maður fyri hondbóltin frá í
Degi og Viku fríggjakvøld-
ið.
Onki er at ivast í, at flog-
bólturin er í nøkunlunda
somu støðu, tí har eru eisini
nógvir útlendingar, hóast
flogbólturin í seinastuni
ikki hevur gjørt so ítøki-
ligavart við seg sum hond-
bólturin.
Undirtøku í
samgonguni
Løgmaður váttar, at øll
samgongan hevur tikið
undir við loysnini, sum
Jógvan við Keldu, hevur
funnið á málinum.
– Landsstýrismaðurin í
innleindismálum
hevur
spurt seg fyri í samgonguni
og har hevur hann fingið
undirtøku fyri at seta hesa
loysnina í verk. Útfrá hes-
um er loysnin sostatt sett í
verk.
– Tí hava vit eisini gingið
út frá, at innanlendismála-
ráðið hevur syrgt fyri, at
talan er um eina loysn, sum
er brúkilig.
Í stuttum ber loysnin í
sær, at fáa ítróttarfeløg
útlendingar at spæla, skulu
feløgini sjálvi betala minst
52% av eini arbeiðaraløn.
Hini 48% av lønini
kunnu tey so vinna hjá øðr-
um arbeiðsgevarum.
– Hetta snúði seg fyrst og
fremst um at fáa málið av-
greitt. Tað hevur ligið í
óvissu í langa tíð og sostatt
hevði tað stóran týdning
fyri ítróttin, at hann fekk
greitt at vita, hvørjar reglur
skulu vera galdandi, so at
feløgini kundu taka støðu
til sáttmálarnar fyri veturin.
Men løgmaður sigur sam-
stundis, at tað kemur óvart
á hann, at hondbóltsfeløg-
ini hava tikið so illa ímóti
hesi loysnini, at tey hótta
við at niðurleggja lands-
kappingina í vetur.
– Eg minnist, at mótmæl-
ini vóru eisini mong, tá ið
fótbóltskappingin byrjaði.
Tá hótti Skála við at taka
seg úr kappingini, men
hóast tað, hava teir ligið
fremst ein stóran part av
árinum og teir liggja enn
heilt frammi í oddinum.
Snýr seg ikki bara um
ítrótt
Løgmaður sigur, at hann
hevur ikki havt møguleika
til at vera í sambandi við
ítróttin so hann veit ikki í
smálutum, hvat býr aftan-
fyri ónøgdina.
– Og ítrótturin hevur ikki
sett seg í samband við meg.
– Men tá ið ítróttarfeløg-
ini seta málið so skarpt
upp, er sjálvsagt okkurt í tí,
leggur hann afturat.
– Og er málið so álvars-
ligt, sum tey siga, vænti eg
at feløgini sjálvi fara at seta
seg í samband við meg.
Løgmaður sigur at tað, at
ítróttarfeløgini
eru
so
ónøgd við loysnina, er ein
nýggjur vinkul í málinum,
sum hann ikki hevur havt
møguleika fyri at viðgera,
hvørki við ítróttarfeløgini,
ella við Jógvan við Keldu.
Men kann tað henda, at
málið verður tikið uppaftur,
skuldi tað hent, at ítróttar-
feløgini venda sær til tín
sum løgmann og verja fyri
ítróttin?
– Tað veit eg ikki! Hetta
er ikki eitt mál, sum snýr
seg um ítróttin einsamallan.
Hetta er eisini eitt mál, ið
snýr seg um útlendska
arbeiðsmegi í Føroyum
sum heild, og tí hava vit
eisini føroysku arbeiðs-
megina at hugsa um. Øðru-
megin skulu vit hugsa um,
at tað skal bera til hjá
føroyskum ítróttarfeløgum
at hava útlendsk ítróttar-
fólk. Men vit hinvegin eis-
ini hugsa um, at føroyska
arbeiðsmegin skal hava
atgongd til tey arbeiðs-
pláss, sum eru í landinum.
– Vit hesi loysnini hava
vit roynt at funnið eina
javnvág.
Alt telur við
Løgmaður vísur eisini á, at
ítróttarfeløgini
kunnu
rokna útreiðslur, sum tey
hava av útlendsku ítróttar-
fólkunum, upp í lønina.
– Tá ið feløgini skulu
betala útlendsku ítróttarfel-
øgunum 52% av eini ar-
beiðaraløn, kunnu útreiðsl-
ur til íbúð, ferðing og ann-
að, roknast upp í.
Løgmaður heldur, at júst
hendan skipanin skuldi
gjørt tað munandi løttari
hjá feløgunum.
Skulu ítróttarfólkini hava
48% av lønini frá vanligum
arbeiðsgevarum, ber tað í
sær, at feløgini finna ar-
beiðsgevarar, sum eru sinn-
aðir at seta fólk hálva tíð.
Og júst hetta meta feløg-
ini er ein stórur trupulleiki,
tí arbeiðsgevarar vilja bara
hava fólk fulla tíð.
Men her er løgmaður ikki
samdur.
– Vinnulívið kring landið
er sera lagaligt og strekkir
seg ógvuliga langt fyri at
stuðla ítróttarfeløgunum í
økinum.
Tí væntar løgmaður, at
tað fer at bera til at finna
útlendsku ítróttarfólkunum
parttíðar arbeiði á virkjum
av ymsum slagi.
Her tosa løgmaður eisini
av egnum royndum, tí hann
var formaður í TB í 1980,
tá ið tvøramenn blivu Før-
oyameistarar - við útlend-
ingum á liðnum, sum eisini
arbeiddu í privatu vinnuni.
– Og tað er eisini nakað
nógv kravt, at ítróttarfeløg-
ini skulu kunna fáa útl-
endsk ítróttarfólk at spæla
fyri seg, uttan at tað skal
kosta teimum nakað helst,
sigur løgmaður.
Jógvan við Keldu hevur fulla undirtøku
– Jógvan við Keldur hevur fingið undirtøku frá samgonguni til at seta loysnina í
útlendingamálinum í verk, sigur løgmaður. Hann er verji hjá ítrottinum, men vil ikki lova, at
málið verður tikið uppaftur
Fara at dansa í Suðuroynni
Leygarkvøldið verður gistingarhúsið í Øravík karmur um eitt
stórt tiltak fyri øll, sum hava áhugað fyri føroyskum dansi
Lítli Petur fór til
Danmarkar mána-
morgunin. Hóast
roynt varð til tað
seinasta frá føroysk-
ari síðu at fáa Karup
Kommunu at taka
avgerð sína aftur,
varð hetta av ongum.
Drongurin fer nú á
stovn í Danmark
LÍTLI PETUR
Edvard Joensen
Vágar: Lítli Petur er farin
til Danmarkar á stovn.
Endaliga avgerðin varð
latin føroyskum myndug-
leikum mánamorgunin.
Við
flogfarinum
hjá
Maersk Air, sum fór til
Billund
fyrrapartin
mánadagin, var Lítli Petur
millum ferðafólkini. Hann
fór saman við starvsfólkum
á
Barnaheiminum
til
Danmarkar, har hann skal
búgva á stovni fyri børn við
atferðartrupulleikum.
—Hetta er sera tungt hjá
okkum í familjuni, segði
mammubeiggi
Peturs,
Vilhelm
Hendrik
í
Skálanum, tá Sosialurin
hitti hann á flogvøllinum
mánadagin. Vit eru hørm
um støðuna, men noyðast at
ásanna, at vit einki fáa
gjørt, sum nú er.
Hann sigur seg undrast á,
at familjan ikki hevur
fingið hesa avgerðina greitt
at vita fyrr, tí ymiskt er,
sum bendir á, at hon er
tikin fyri umleið einum
mánað síðan ella so. Men
alla
hesa
tíðina
hava
avvarðandi
føroyskir
myndugleikar líkasum latið
skilt, at tað helst fór at bera
til at broyta hana, hóast teir
vistu, at tað ikki bar til,
sigur
mamubeiggin
at
Peturi.
Hann var saman við eini
mostur at dreinginum og
øðrum í familjuni í Vágum
og segði Peturi farvæl.
—Væntandi
verður
sambandið millum Petur og
fmailjuna í Føroyum nú
veikari, enn tað hevur
verið. Og okkurt bendir á,
at nú Petur er farin til
Danmarkar, verðut tað helst
til, at systrar hansara eisini
fara til Danmarkar at
búgva,
sigur
Vilhelm
Hendrik í Skálanum.
Roynt hevur verið til
allarseinasta at fáa broytt
avgerðina
hjá
Karup
Kommunu, soleiðis at Petur
kundi verða verandi í
Føroyum.
Men
úr
Almanna-
og
Heilsumálaráðnum verður
sagt, at svarið, sum Karup
Kommuna sendi ráðnum
mánamorgunin, er sera
greitt, og at grundgivið er
fyri avgerðini soleiðis, at
tað ber ikki til at misskilja
hana.
Foreldrarætturin
til
dreingin er hjá pápanum,
sum
býr
í
Karup
Kommunu, og tískil eigur
Petur at vera í Danmark,
sigur løgfrøðin.
Í Føroyum hevur ein
áhugabólkur arbeitt hart
fyri at fáa broytt avgerðina
soleiðis, at drongurin ikki
varð sendur til Dnamarkar.
Fundur var við løgman
seint sunnukvøldið, men
úrlsitið
er
tað
sama.
Løgfrøðin sigur sítt, og hon
kann ikki broytast sleiðis í
eini handavend. Og tilboð
til børn við tí tørvi, Petur
eftir
myndugleikanna
meting hevur, eru ikki í
Føroyum.
Aðrastaðni á síðuni er
prentað kunningarskrivið,
sum
Almanna-
og
Heilsumálaráðið hevur sent
út í samband við avgerðina
um at senda Petur til
Danmarkar.
Petur farin til Danmarkar
Leygardagin verður
møguleiki fyri at
vinna eina flogferð,
um tú orkar at renna
á fjøllunum. Tá fer
Sandavágs Ítróttar-
felag at skipa fyri
fjallarenning
SUMMARTILTAK
Edvard Joensen
Sandavági: Verður tú fyrst-
ur at renna úr Sandavági
niðan á Húsafelli og oman
aftur, vinnur tú eina flog-
ferð.
Sandavágs Ítróttarfelag
fer leygardagin at skipa fyri
einum
summartiltaki
í
Sandavági, har eitt av til-
tøkunum verður ein so-
nevnd fjallarenning, har
luttakararnir fara at kappast
um at vera fyrstir at renna -
ella ganga - frá SÍF-húsin-
um niðan á Húsafelli oman
fyri sandavág og aftur til
SÍF-húsið, har málið er.
Tann, sum fyrstur verður
aftur á mál, vinnur eina
flogferð til Danmarkar.
Húsafelli er 591 metrar
høgt, men væl vallaður
hagi er allan vegin niðan,
og lætt er at koma niðaná.
Fyri at ansa eftir, at tey,
sum luttaka, veruliga hava
verið á fjallinum, verður
fólk har uppi, sum fer at
geva teimum, ið koma nið-
an, eitt frámerki sum prógv
um, at tey hava verið har
uppi. Eisini fer at verða
samband millum fjalli og
málið, soleiðis, at fólk á
málinum kunnu fáa fráboð-
anir um, hvussu støðan í
kappingini er.
Fjallarenningin er eitt av
mongum tiltøkum, sum
ætlandi verða á skránni
hendan dagin, siga tey, sum
skipa fyri. Endaliga skráin
er tó ikki løgd enn.
Tilmelding til fjallarenn-
ingina er á tlf. 33 38 43.
Byrjað verður frá SÍF-hús-
inum leygardagin klokkan
17.00. Til ber eisini at
melda til á staðnum ein
tíma áðrenn byrjað verður.
Tiltakið er fyri øll, sum
halda seg til. Bæði børn og
vaksin. Luttøkugjaldið er
kr.100,-. Men so er eisini
ein góður vinningur at
kappast um.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum, hevur í dag
fingið svar frá Karup
kommunu uppá skrivið,
ið hann sendi teimum í
síðstu viku. Í brævinum
boðaði landsstýrismaður-
in Karup kommunu frá, at
eitt tilboð til børn við
atferðar- og tilknýting-
artrupulleikum er á veg,
og at ein kunngerð er
komin í gildi, sum ger tað
møguligt hjá donskum
myndugleikum at plasera
børn í Føroyum.
Hans Pauli Strøm heitti
á Karup kommunu um at
umhugsa at ganga ynskin-
um á møti um, at Petur
kann verða verandi í Før-
oyum. Landsstýrismað-
urin legði í brævinum
dent á, at Petur í Føroyum
kann varðveita samband
við síni systkin og sína
familju í Føroyum.
Karup kommuna hevur
avgjørt ikki at ganga hesi
áheitan frá landsstýris-
manninum
á
møti.
Kommunan grundgevur
avgerð sína við, at út frá
danskari
lóggávu
er
kommunan noydd til at
síggja støðuna hjá Peturi í
mun til støðuna hjá páp-
anum, ið býr í Karup
kommunu.
Av tí at Karup komm-
una hevur avgerðarmynd-
ugleikan í málinum, kann
landsstýrismaðurin ikki
gera meira. Landsstýris-
maðurin kann ikki áleggja
donsku kommununi at
broyta avgerðina.
Hans Pauli Strøm sigur,
at arbeiðið við at seta
ætlanina í verk við at
skipa ein nýggjan stovn í
Føroyum til børn við
atferðar- og tilknýtingar-
trupulleikum tó heldur
áfram.
Renna eftir flogferð
Saman við starvsfólki á Føroya barnaheimi fór Lítli Petur umborð á Maersk Air flogfarið í
Vágum mánadagin
Mynd: Edvard Joensen
Ein seinasta heilsa til familjuna, sum var á flogvøllinum og
segði farvæl
Mynd: Edvard Joensen
Lagið var ikki gott, tá komið var til, at farast skuldi umborð
Mynd: Edvard Joensen
Tað er lætt at koma niðan á Húsafelli, og útsýni er frálíkt
Mynd: Edvard Joensen
Frá Almanna- og Heilsumálaráðnum:
Kunning um aftursvar
frá Karup kommunu
C
M
Y
K
7
6